Einki brotsverk

Einki brotsverk er farið fram í sambandi við druknivanlukkuna í Hvannasundi

Enn ein rættarlæknalig obduktión bleiv í gjár gjørd av gentuni, ið var funnin deyð á sjónum við byrgingina millum Norðdepil og Hvannasund 21. november í fjør.

 

Rættarliga obduktiónin í gjár kom tó til somu niðurstøðu, sum rættarlæknaliga líksýnið 22. november í fjør.

 

22. novembur varð rættarlæknaligt líksýn hildið á Landssjúkrahúsinum  og niðurstøðan hjá embætislæknanum var tá, at gentan var druknað.

 

Í juli 2013 hendi eitt ógvusligt brotsverk í Norðdepli, har 4 fólk vóru stungin illa og onkur í lívsvanda.

 

Tann 18 ára gamli skuldsetti varðhaldsfongslaði persónurin í hesum máli og gentan høvdu gingið saman í eitt tíðarskeið framman undan.

 

- Politiið valdi tí fyri at binda um heilan fingur at gera eina so kallaða rættarlæknaliga obduktión av gentuni, og mettu vit, at hetta var eitt neyðugt stig at taka, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini.

 

-Tað at noyðast at grava líkið upp aftur var eitt stórt stig at taka og fylgja nógvar sálarligar kenslur í kjalarvørrinum av hesum, fyri tey avvarðandi í eini slíkari avgerð. Politiið takkar øllum fyri stóran stuðul í málinum, sigur Bergleif Brimvík.

 

Les eisini Grava líkið av ungari kvinnu uppaftur