Føroyingar eru við at gerast eitt fólkaslag av øl- og víndrekkarum. Í øllum førum eru vit í størri og størri mun farin at drekka øl og vín, samstundis sum vit í minni og minni mun drekka brennivín. Ein nýggj uppgerð [...] uppeftir og nú er hon 3,1 litrar fyri hvønn føroying, ella 1,2 litrar størri enn nýtslan av brennívíni er. Samstundis sum nýtslan av brennivíni er nógv fallin, og nýtslan av øli kvinkar upp eftir, er nýtslan [...] ið vit fingu Rúsuna, varð lítið og onki drukkið av víni í Føroyum. Samstundis var tað hips um haps við nýtsluni av øli og brennivíni, nógv ár, drukku vit meiri brennivín og onkur ár drukku vit meiri øl.
bátarnir eru nógvir, og eisini í summar hava teir luttikið við nógvum manningum. Søguliga hava sigrarnir verið nógvir. Tjaldrið – bæði við dreingjum og gentum – hevur ofta vunnið, og Sølmundur eigur eisini [...] ið var næstfremstur, og at bæði Herningur og Rádni blandaðu seg upp í røðina, har Jarnbardur og Gongurólvur annars hava verið teir næstu eftir Sølmund ber við sær, at FM heitið eftir varmakelduróðurin er [...] er stýrimaður og formaður umborð á Sølmundi. 28 ára gamli Jónleif hevur royndir í kappróðri. Í sjey ár – frá 2001 og til 2007 – var hann við til at manna Tjaldrið, Sølmund, Heiðabátin og Eysturoying. Síðani
stórt fet fyri fiskidagaskipanina sum heild – og tíðans heldur fyri upsaveiðuna. Stór tilgongd at takka Veiðitrýstið eftir upsa er framvegis ov høgt undir Føroyum, og í tilmælunum til fiskidagar í 2013/2014 [...] hjá JFK og Faroe Origin bláa stemplið. Í farnu viku buðu reiðaríðini JFK hjá Hanusi Hansen og Faroe Origin hjá Annfinni Olsen til tíðindafund í sambandi við, at umsitingin av fiskiveiðu eftir upsa í føroyskum [...] hvussu umhvørvisvinarligur fiskiskapurin er, og tað síðsta er hvussu fiskiskapurin verður skipaður í praksis. Síðani verða stig givin fyri hetta, og her lá upsafiskiskapurin væl omanfyri tey minstukrøv
í tanganum, har sild og makrelur flóta í køldum sjógvi. Úr skipinum og niðaneftir keiini gongur ein stór svørt slanga, og gjøgnum slanguna verður fiskurin pumpaður inn á virkið. – Hetta er annar tangin [...] Jupiter hevur 12 tangar og kann taka 2500 tons, men í dag hava teir bert umleið 400 tons inni, og tí verða allir tangarnir ikki brúktir. – Tað er simpulthen fyri kvalitetin, sigur Jørgen, og leggur ein makrel [...] ansar eftir at fiskurin verður førdur í hóskandi nøgdum inn á ein skiljara, sum sáldar sildina fyri seg og makrelin fyri seg. Sildin í eina stødd. Makrelurin í eina stóra stødd og eina smáa. – Hetta kann
var ein veggur ímillum, og har lá Hjørdis deyð. Tað vóru fólk eisini bilsin um. - Tankin var ræðuligur. Eg hugsaði slettis ikki um meg. Hugsaði bara um systkini og mammuna og pápan – missurin var ómetaliga [...] sótu tveyeini og bíðaðu eftir sjúkrabilinum. Ein maður, sum stóð uttanfyri, bað Leif hyggja í oyruni á Hjørdis. - Tá sá eg, at blóð kom úr oyrunum og skilti, hví eg var vátur oman eftir síðuni. Eg var [...] henni; hon var líka vøkur, og var heit enn. Eg visti framvegis ikki, hvørjum hon var deyð av. Hon var tann sama, men segði einki. Eg var inni hjá henni alla náttina. Lá har og las og bara var har, tó at tað
frá hesi hending og verður tikið burtur úr henni. Tað var ódnarveður. Stormur og øgiligur sjógvur. Ein ótti var á øllum – sum tað ofta er fyri ófrættum, og tá ið harðveðrið, stormurin og havódnin versna [...] n, fiskakassin, stúttur og svínaryggurin í bakborð var brotið burtur. Bummurin hevði kvett lævantini. Skipið lá vatnrætt á liðuni og stórseglið var fult av sjógv. Saltið og alt leyst undir dekkinum [...] hana og bóðu um bjarging. Mignonetta legði seg í luð av Langanes og setti bátin út við línum á og tveimum pøsum at oysa við, bundnar undir bekkin. At seta menn í bátin var ov mikið hættisligt, og eisini
av 6 børnum hjá Mariu og Óla Christian Djurhuus. At hon var "pápasa genta", kann gitast út frá nógvum av tí, sum hon fortaldi frá síni barna- og ungdómstíð. Pápin gav henni bøkur og bløð, so hon kundi lesa [...] varð tikin frá henni. Eftir gudstænastuna fekk hon bókina aftur, og so hendi ikki meira við tí. Lesihug hevði hon alt lívið. Hon hevdi góðan hug at seyma. Pápin studladi henni og skaffaði henni fyrsta [...] við til at seta dám á komandi ólavsøkur og aðrar høgtíðir, har fólk fara í føroyskan búnan. Hon hevur seymað og baldýrað ein hóp av føroyskum búnum. Kirkjulesing og plaggið, ið endadð sum lítil erma, vóru
eyga á og hugburðurin var frálíkur. Tað lá í luftini, at hetta fór at geva úrslit, og 20 minuttir fyri leiklok eydnaðist tað. Pól Jóhannus Justinussen var hægstur eftir frísparksinnlegg og stútaði [...] úr høgru síðu meiri miðskeiðis á vøllin, og beint uttanfyri brotsteigarmarkið langaði hann til við vinstra beini og bólturin smeyg sær inn við nærmaru stong – og so kom lív í stevnuhýrin hjá NSÍ-arunum [...] málið, men tvey langskot og tvey hornaspørk vóru ikki nóg mikið til at stjala eina stigið í evstu løtu, eins og 07 Vestur gjørdi ímóti NSÍ í Sørvági. Hesaferð var Eystanstevna og ein greidliga uppiborin
tíðina, og tað er tað eingin, sum heldur til. Heilivágurin ger, at kroppurin arbeiðir, sum hann skal, og eg havi orku til øll tey vanligu tingini í gerandisdegnum. Okkurt var galið Tað var júst eftir, at Beinta [...] plagdi. Og so var altíð móð. - Eg átti í februar, og nakað aftaná legði eg til merkis, at eg var óvanliga troytt. Eg hevði besta hugin at sova, men tað bar ikki reiðiliga til við húsi, manni og trimum børnum [...] frá. Eisini hevði hon ofta hjartabankan og merkti, at pulsurin var ov høgur. - Onkuntíð lá hvílipulsurin nakað omanfyri 100. Hjá vanligum fólkum er hann millum 60 og 70. Tí kendi eg tað ofta,sum eg hevði
loysnum og forkláringum og tasta tøl inn á roknimaskinuna. Sum oftast eru fleiri loysnir. Turboroknarar við nervum Teir eru ganga á støddfrøðideildini á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði og hava valt [...] er yngst av trimum syskjum, og hon er slóðbrótari. – Eg eri tann fyrsti í okkara familju, sum fer á universitetið at ganga. Mamma er frisør og pápi maskinmeistari, og eingin av syskjunum hava gingið [...] landið. – Jú, eg havi eisini hugsað eitt sindur um hattar, sigur Meinar uppí og hyggur upp á vinmannin. – Ikki tí, at eg beinleiðis haldi, at eg skyldi Føroyum nakað. Men eg vil helst búgva her og á tann