NSÍ fekk fult á Eystanstevnu

Áhaldandi NSÍ-trýstið gav at enda úrslit, tá ið teir heima á Eystanstevnu vunnu 2-1 ímóti 07 Vestur eftir at teir annars høvdu verið aftanfyri 0-1 í hálvleikinum. Við sigrinum er NSÍ nú brádliga á einum deildum 3. plássi – einans eitt stig aftanfyri ÍF

NSÍ - 07 Vestur 2-1 (0-1)

Tað var dýrdarveður við sól og stilli, tá ið NSÍ og 07 Vestur hittust á Eystanstevnu leygar­kvøldið. Nógv fólk, helst nógvir stevnugestir eis­ini, høvdu leitað sær til dystin.
NSÍ hevði undan dystinum ikki tapt í fýra umførum á rað, og hevði tað fingið teir í eina støðu, har teir við einum sigri kundu lyfta seg langt upp á stigatalvuna.
07 Vestur hevði hinvegin fyri neyðini at fáa trý stig, tí nú eru teir við at gerast nakað einsamallir í botninum saman við AB og vandin fyri einum returferðaseðli til 1. deild er vaksandi.

NSÍ omaná
Fyrstu lítlu løtuna í dyst­inum hevði 07 Vestur betra spælið, men tað gekk ikki leingi áðrenn NSÍ setti seg fullkomiliga á dystin. Tað var eisini líkt til, at hetta var spælskipanin hjá 07 Vestur, tí teir lógu langt afturi á vøllinum og høvdu allar 11 mans aftanfyri miðjuna.
Hetta gagnaði teimum eisini væl, tí verjuspælið var gott frá dystarbyrjan og NSÍ hevði trupult við at bróta seg ígjøgnum tøttu verjuna.
Í løtum leikaði tó hart á frammanfyri málinum hjá 07 Vestur. Í 22. minutti var Andy Olsen sentimetrar frá at leggja NSÍ á odda, tá ið skotroynd hansara fór á bæði tvørtræið og stongina. Tveir minuttir seinni burdi Jann Martin Mortensen eisini lagt heimaliðið á odda, men stútari hansara úr stutt­ari fjarstøðu fór framvið mál­inum.

07 Vestur á odda
Gestirnir tóktust nakað einsamallir, tá ið teir otaðu seg frameftir vøllinum – ser­liga umvegis mótálop. Verju­kenda útgangsstøðið hevði við sær, at ikki nógvir mans luttóku í mótálopunum, men tá ið Tór-Ingar Akselsen er á liðnum, kann hetta næstan vera líkamikið. Í 27. minutti tók hann sakina í egnar hendur. Hann fekk ein langan tvørbólt, temjingin var framúr framvið fyrsta verjuleikaranum og ávegis at seta næsta mann av, varð hann feldur. Petur Reinert ivaðist ikki í, at Pól Jóhannus Justinussen hevði felt Tór-Ingar Akselsen, og so kundi Evrard Blé seta brots­sparið trygt í netið til 1-0 til gestirnar.
Løtuna til hálvleiks átti NSÍ fult og heilt. Bóltin høvdu teir at kalla allatíðina, men hvat teir skuldu gera við hann vóru teir ikki altíð so avgjørdir um. Verjan hjá 07 Vestur tókst nógv við at sparka bóltin so langt burtur, sum teir yvirhøvur megnaðu, og hetta tóktist stressa NSÍ.
Hálvleiksstøðan var 1-0 til 07 Vestur.

NSÍ reisti seg mannliga
Heimaliðið fekk júst tað byrj­anina, teir ynsktu seinni hálvleikur skuldi fáa. Tað vóru ikki fleiri enn tríggir minuttir farnir, tá ið NSÍ javnaði til 1-1. Árni Frederiksberg rak úr høgru síðu meiri miðskeiðis á vøllin, og beint uttanfyri brots­teigarmarkið langaði hann til við vinstra beini og bólturin smeyg sær inn við nærmaru stong – og so kom lív í stevnuhýrin hjá NSÍ-arunum.
Burtursæð frá at 07 Vestur einans var eina Kristian Joensen-stórbjarging eftir frísparksroynd hjá Tór-Ingari Akselsen frá aftur at leggja seg á odda, so hevði NSÍ gott tamarhald á støðuni. Álopsspælið hjá NSÍ rigg­aði ikki nakað serliga væl, men tolsemið var til at fáa eyga á og hugburðurin var frálíkur. Tað lá í luftini, at hetta fór at geva úrslit, og 20 minuttir fyri leiklok eydn­aðist tað. Pól Jóhannus Justinus­sen var hægstur eftir frí­sparks­innlegg og stútaði bóltin í málið, soleiðis at NSÍ nú var á odda 2-1.
Ímóti dystarenda royndi 07 Vestur at fáa útjavnandi málið, men tvey langskot og tvey hornaspørk vóru ikki nóg mikið til at stjala eina stigið í evstu løtu, eins og 07 Vestur gjørdi ímóti NSÍ í Sørvági.
Hesaferð var Eystanstevna og ein greidliga uppiborin 2-1-sigur til NSÍ, sum nú sæst ovarliga á stigatalvuni og skal takast í álvara. 07 Vestur stendur seg væl í verju­partinum, men tað skal væl meiri til í framrættaða spælinum áðrenn teir kunnu ota seg upp eftir stiga­talv­uni.