Kappróður: Lív er við at koma í aftur á Glyvrum

At Sølmundur hevur er komin seg so væl , heldur veteranurin Jónleif Danielsen ber við sær, at áhugin aftur økist fyri at venja og leggja nógv fyri í felagnum á Glyvrum, har tey iðra seg um, at Eysturoyingur stendur í neystinum

Jóannes Hansen
-------------

Størsti róðurin av øllum í ár er kappingin millum 6-mannafør við monnum. Í gjár vóru tey tíggju í tali. Higartil í summar hava allir róðrarnir verið tættir og intensir og harvið spennandi. Jarnbardur og Sølmundur hava vunnið, Gongurólvur hevur fleiri ferðir verið við í kappingini um fremsta plássið, og í gjár var tað Sundabáturin, sum gav Sølmundi dyggastu kappingina.
Eitt tað størsta róðrarfelagið í landinum er tað á Glyvrum. Gulu bátarnir eru nógvir, og eisini í summar hava teir luttikið við nógvum manningum. Søguliga hava sigrarnir verið nógvir. Tjaldrið – bæði við dreingjum og gentum – hevur ofta vunnið, og Sølmundur eigur eisini nógvar sigrar. Okkurt árið hevur Heiðabáturin verið bestur.
Eysturoyingur er flaggskipið hjá felagnum. Síðani 1998 hevur einki 10-mannafar vunnið so nógv sum Eysturoyingur, men nú er nakað síðani, at hann gjørdi nakran vørrin. Eysturoyingur hevur ikki vunnið nakran róður síðani í 2010, tá ið hann vann FM.
Í fjør sást einki til Eysturoying, og heldur ikki í ár er gula snekkjan av Skálafjørðinum við í kappingini á 2000 metra málinum.
Kappróðrarfelagið NSÍ hevur verið í aldudali. At fleiri manningar luttaka boðar frá, at tað nú aftur gongur rætta vegin. Men tá ið bátar og rógvarar hava vunnið nógv, so er tað ikki nóg mikið at taka lut. Málið er at røkka tindin aftur og at vinna róðrar og FM.

Sølmundur vísir vegin
Úrslitini í tøttu kappingini millum 6-mannaførini við monnum siga, at tað gongur rætta vegin hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ. Sølmundur vann á norðoyastevnu, og eftir at Jarnbardur var fremstur bæði á sundalagsstevnu og aftur á fjarðastevnu, so hevur Sølmundur aftur fingið um endan. Hann vann á jóansøku, og aftur í gjár var hann fyrstur um málið.
At tað hesa ferð var Sundabáturin við útisetamanning ella Oyrasundsbáturin, sum teir nevna seg, ið var næstfremstur, og at bæði Herningur og Rádni blandaðu seg upp í røðina, har Jarnbardur og Gongurólvur annars hava verið teir næstu eftir Sølmund ber við sær, at FM heitið eftir varmakelduróðurin er komið so nógv nærri Glyvrum, enn tað var undan hesum vikuskiftinum.
-Vit fokusera á okkara venjingar og okkara avrik. At tað hevur roynst so mikið væl kennist hugaligt, og tað økir sjálvandi hugin at venja. Her á leið verður tosað um, at nú er ikki so langt eftir, inntil tað aftur fer at bera til at manna Eysturoying, men tað ganga vit ikki uppí. Hjá okkum ræður tað um hesa kappingina. Hon er ivaleysa stór. Alt annað verður tikið upp, tá ið hetta er liðugt.
Soleiðis sigur Jónleif Danielsen. Hann er stýrimaður og formaður umborð á Sølmundi. 28 ára gamli Jónleif hevur royndir í kappróðri. Í sjey ár – frá 2001 og til 2007 – var hann við til at manna Tjaldrið, Sølmund, Heiðabátin og Eysturoying. Síðani hevur hann hildið frí frá kappróðri.
-Báturin er mannaður við 18-22 ára gomlum dreingjum. Teir róðu seinnapartin av kappingarárinum í fjør. Tá vóru teir aftarlaga. Eg vandi saman við teimum uppundir ólavsøku. Tá hildu vit, at tað gekk so mikið frægt, at vit gjørdu av at royna aftur í ár. Síðani stutt eftir nýggjár hava vit vant rættuliga nógv, og tað kennist sera hugaligt, at úrtøkan hevur verið so mikið góð. Men enn er langt á mál. Vit fegnast um sigurin í Fuglafirði, og nú eru vit fult og heilt fokuseraðir á avbjóðingini, sum bíðar okkum í Sørvági leygardagin, sigur Jónleif Danieslen.
Hvussu var róðurin í Fuglafirði?
-Eg haldi ikki, at vit fingu so góðan start. Gongurólvur fór framum okkum, men vit fingu hann skjótt aftur, og eg hevði eina góða kenslu av, at vit høvdu gott tak á Jarnbardi, Gongurólvi, Rádna og Herningi. Tað var ikki fyrrenn vit fóru undir endaspurtin, at eg varnaðist Sundabátin, sum lá heilt inni undir kaiini. Hann gekk ógvuliga væl, men tíbetur vunnu vit á honum við einum skuti. Men tað er eingin ivi um, at hann verður uppaftur betri við um eina viku. Tað er hugaligt, at vit mitt í kappingarárinum fáa eitt so seriøst íslett frá rógvarum, sum hava fyireikað seg so væl í Keypmannahavn, heldur bátsformaðurin á Sølmundi.
Eftir at tit høvdu vunnið á norðoyastevnu, so gekk tað ikki so væl á sundalagsstevnu og fjarðastevnu, tá ið Jarnbardur vann?
-Serliga á fjarðastevnu á Skála gekk tað ikki væl. Tá endaðu vit á triðja plássi, tí bæði Jarnbardur og Gongurólvur vunnu á okkum. Ludvík við Stein og Martin Venned eru við til at leggja okkum lag á. Eftir róðurin á Skála var Martin umborð nøkur venjingarkvøld, og tá kendist tað sum um, at tøkini fóru frá at vera dreingjatøk og til at vera tøk hjá vaksnum monnum, og tað hevur sæst aftur á úrslitunum. At tað er stórur áhugi fyri kappróðri her í økinum og fyri avrikunum hjá okkum, sótu vit, tá ið vit komu út aftur úr Fuglafirði. Tá var heilt nógv fólk í neystinum og tók ímóti okkum, greiðir Jónleif Danielsen, bátsformaður á Sølmundi frá.

Sama søgan
Í hinum trimum mannfólkakappingunum gekk tað soleiðis, sum tað hevur gjørt seinastu ferðirnar.
Dreka dreingirnir hjá Havnar Róðrarfelag vunnu fyri fjórðu ferð. Hesa ferð vóru tað teir úr Klaksvík umborð á Fípuni Føgru, sum vóru Drekanum næstir. At tað verður skift eitt sindur út millum teir aftanfyri ber við sær, at Drekin hevur beina kós ímóti FM heitinum.
Soleiðis er tað eisini við Argjabátinum. Hesa ferð var tað tó ikki so ógvusligur munur millum Miðvingin og fram til Argjabátin, sum tað hevur verið undanfarnu ferðirnar, og róðurin var væl meiri áhugaverdur, enn hann hevur verið undanfarnu ferðirnar.
Miðvingur fór beinanvegin afturum, og munurin varð skjótt meiri enn ein bátslongd. Men Miðvingur bjóðaði fleiri ferðir av, og munurin minkaði niður í eitt sindur minni enn eina bátslongd. Talan varð tó ongantíð um rættuligan spenning, og tá ið bátarnir fóru um málið í dýrdarveðrinum, var Argjabáturin eina bátslongd undan Miðvinginum.
Tað eru trý stig millum Argjabátinum og Miðvingin. Tá ið tað bara eru tveir róðrar eftir at kappast í, so ber tað ikki til, at Argjabáturin ikki vinnur FM, um hann verður við á vestanstevnu og ólavsøku.

Klaksvíkingur tungur at taka
Talan var um orduligan kvøldróður, tá ið 10-mannaførini í fínum og føgrum róðrarlíkindum settu punktum fyri kappróðrinum á varmakeldustevnu.

Klokkan var farin av hálvgum átta, tá ið Suðuroyingur og Klaksvíkingur borð um borð fóru siglandi um málið.

Suðuroyingur var leingi eitt vet undan Klaksvíkingi, men sum tað leið frá túsund metra málinum og inn ímóti endamálinum, so kendist tað sum um, at tøkini munaðu meiri hjá Klaksvíkingi, sum á málinum var umleið eina hálva bátslongd frammanfyri treisku suðuroyingarnar.

Havnarbáturin fylgdi væl við í startspurtinum og eitt sindur meiri enn tað, men so misti hann í øgiligu kappingini, og á málinum var hann meiri enn tvær bátslongdir aftanfyri hinar báðar bátarnar.

Úrslitið í dag ber við sær, at Klaksvíkingur nú er trý stig frammanfyri Suðuroying í kappingini um FM. Harvið er tað nú góður møguleiki fyri, at tað á ólavsøku skal eydnast Klaksvíkingi at ogna sær triðja FM heitið á rað.