Føroyingar eru við at gerast eitt fólkaslag av øl- og víndrekkarum.
Í øllum førum eru vit í størri og størri mun farin at drekka øl og vín, samstundis sum vit í minni og minni mun drekka brennivín.
Ein nýggj uppgerð hjá Rúsdrekkasølu Landsins vísir, at til 1993, tá ið vit fingu Rúsuna, varð lítið og onki drukkið av víni í Føroyum.
Samstundis var tað hips um haps við nýtsluni av øli og brennivíni, nógv ár, drukku vit meiri brennivín og onkur ár drukku vit meiri øl.
Men síðani vit fingu Rúsuna, eru drekkivanarnir broyttir rættiliga fitt.
Nú drekka vit nógv mest øl og samstundis hevur nýtslan av víni tikið dik á seg.
Hinvegin er nýtslan av brennivíni minkað tilsvarandi, tí samlaða nýtslan er ikki økt.
Í hesum sambandi er øll nýtslan umroknað til litrar av reinum alkoholi.
Í árunum upp til vit fingu Rúsuna, lá nýtslan av brennivíni mangan omanfyri tríggjar litrar fyri hvønn føroying. Men síðani er hon stigvíst minkað og í fjør var hon 1,9 litrar fyri hvønn føroying.
Nýtslan av øli hevur ligið ájavnt við nýtsluna av brennivíni, ella tætt uppi undir.
Men seinastu árini er nýtslan av øli kvinkað uppeftir og nú er hon 3,1 litrar fyri hvønn føroying, ella 1,2 litrar størri enn nýtslan av brennívíni er.
Samstundis sum nýtslan av brennivíni er nógv fallin, og nýtslan av øli kvinkar upp eftir, er nýtslan av víni 15 faldað síðstu 30 árini. Síðani vit fingu Rúsuna er hon trífaldað.
Í 1970 drakk hvør føroyingur 0,1 litur av víni. Tá ið rúsan kom, fór nýtslan upp á 0,5 litur, men nú er hon 1,5 litur fyri hvørt fólk.
So hóast vín framvegis er tað, vit drekka minst av, er munurin á nýtsluni á brennivíni og víni tódnaður niður í 0,4 litur fyri hvønn føroying, tá ið vit fingu rúsuna, drukku vit 2,4 litur meiri av brennivíni, enn av víni.
Samstundis skulu vit heilt aftur til 1971 fyri at finna eina lægri brennivínsnýtslu, enn vit hava nú, tá drukku vit 1,8 litur í part.










