- Eri útlúgvað uttan heiligvág

- Í eina tíð hevði eg ikki havt tað gott og kendi meg ikki heilt fríska, men eg dugdi ikki at siga, hvat mær bagdi. Tí var tað ein lætti, tá eg fekk staðfest sjúkuna. Soleiðis sigur 45 ára gamla Beinta Dahl-Olsen, sum livir við eini stoffskiftissjúku og tekur heilivág hvønn dag

Okkurt um 1000 føroyingar hava eina stoffskiftissjúku, har stoffskiftið antin er ov lágt ella ov høgt. Beinta Dahl-Olsen, ið dagliga starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur og ljósmóðir á Landssjúkrahúsinum, er ein av teimum, tí hon hevur eitt stoffskifti, ið er ov høgt.
- Hevði eg ikki fingið heilivág, hevði eg als ikki kunna fungerað í einum gerandisdegi við familju og arbeiði, tí uttan heilivág kennist tað, sum eg júst havi runnið eitt maraton, og eg eri útlúgvað av møði, sigur Beinta Dahl-Olsen, sum fekk staðfest sjúkuna fyri skjótt 12 árum síðani.
- Upp á nógvar mátar er hetta ein ósjónlig sjúka. Tú sært ikki á øllum, ið hava eina stoffskiftissjúku, at tey eru sjúk, og av tí at sjúkueyðkennini minna um strongd, eru tað fleiri, ið ikki lata seg kanna, men bara halda, at tey hava ov nógv um oyruni, sigur Beinta Dahl-Olsen, sum takkað verið heilivági kann hava ein vanligan gerandisdag.
- Áðrenn eg fór í viðgerð, var tað, sum kroppurin koyrdi 180 km/t alla tíðina, og tað er tað eingin, sum heldur til. Heilivágurin ger, at kroppurin arbeiðir, sum hann skal, og eg havi orku til øll tey vanligu tingini í gerandisdegnum.

Okkurt var galið
Tað var júst eftir, at Beinta Dahl.Olsen hevði átt sítt triðja barn, at hon byrjaði at kenna seg annarleiðis, enn hon plagdi. Og so var altíð móð.
- Eg átti í februar, og nakað aftaná legði eg til merkis, at eg var óvanliga troytt. Eg hevði besta hugin at sova, men tað bar ikki reiðiliga til við húsi, manni og trimum børnum, sigur Beinta Dahl-Olsen og heldur fram:
- Eg svav illa, var øgiliga heit, og bleiv pøst av ongum. Harafturat bleiv eg við at lætna í vekt, hóast eg át sum flest onnur fólk, greiðir Beinta Dahl-Olsen frá.
Eisini hevði hon ofta hjartabankan og merkti, at pulsurin var ov høgur.
- Onkuntíð lá hvílipulsurin nakað omanfyri 100. Hjá vanligum fólkum er hann millum 60 og 70. Tí kendi eg tað ofta,sum eg hevði runnið langt ella gjørt onkran harðan ítrótt, soleiðis sum hjartað til tíðir bankaði.
Av tí at kroppurin nærmast arbeiddi av øllum alvi uttan íhald, vóru tað fleiri, ið hildu hana vera hyperaktiva.
- Kroppurin arbeiddi skjótt, um mann kann siga so. Eg var kvik í allar mátar, rørslurnar vóru rættiliga skjótar, eg hugsaði skjótt, var ótolin og ja, alt skuldi helst koyra við fullari ferð. Onkrir starvsfelagir hildu meg veruliga vera hyperaktiva og bóðu meg slappa av, sigur Beinta Dahl-Olsen.
Sjálv visti hon, at alt ikki var, sum tað átti at vera.
- Eg visti, at okkurt var galið, men eg dugdi bara ikki at siga hvat. Mamma mín hevur ov høgt stoffskifti, men tað var ein tanki, ið bleiv skjótt kveistraður burtur, sigur Beinta Dahl-Olsen.

Bleiv innløgd
Eftir at hava gingið í fleiri mánaðir og kent seg illa fyri, valdi Beinta Dahl-Olsen at fara til læknan.
- Eg skuldi ein túr til Danmakar saman við bindiklubbanum, men hevði als onga orku til at fara við. Tá hugsaði eg, at tað kundi ikki vera rætt, at eg skuldi vera so troytt, at eg ikki megnaði at fara ein túr til Keypmannahavnar við vinkonunum, fortelur Beinta Dahl-Olsen og leggur afturat:
- Frá at hava orka alt og fáa eina rúgvu av skafti hvønn dag, megnaði eg brádliga einki orsakað av hesi óforklárligu troyttheitini. Eg merkti eina møði í øllum kroppinum, og tað var, sum beinini ikki orkaðu at halda mær uppi. Og tá bleiv tað veruliga ein trupulleiki fyri meg, sigur Beinta Dahl-Olsen.
Hon minnist væl ta ferðina, hon fór til læknan fyri at finna útav, hvat henni feilti.
- Tá eg kom inn í viðtaluhølið, spyr læknin meg, um eg júst hevði runnið. Eg svaraði nei og segði, at eg hevði bara sitið í bíðirúminum. So mátaði hon pulsin, sum vísti seg at vera 120, og tað er ein alt ov høgur hvílipulsur. Eg bleiv tá innløgd á B8 til nærri kanningar.

Má taka heilivág
Á landssjúkrahúsinum blivu blóðroyndir tiknar, og skjótt kundu læknarnir staðfesta, at Beinta Dahl-Olsen hevði eina stoffskiftissjúku.
- Stoffskiftið var alt ov høgt, og eg fekk beinanvegin heilivág, sum skuldi javna stoffskiftið. Eftir at hava verið illa fyri í so langa tíð, var tað ein lætti at fáa staðfest, hvat tað var, mær bagdi. Eg havi so tikið heilivág líka síðani, sigur Beinta Dahl-Olsen, sum hevur lært seg at liva við sjúkuni.
- Eg fylgi væl við í, hvussu eg havi tað og merki ógvuliga væl á kroppinum, tá stoffskiftið ikki er, sum tað eigur. Eg haldi ikki, at tað er strævið at skula taka heilivág hvønn dag, tí taki eg ikki heilivágin, merki eg alt fyri eitt til sjúkueyðkennini. Pulsurin fer høgt upp, eg verði heit, sovi ikki, eri órólig og havi torført við at samla meg um eitthvørt, greiðir Beinta Dahl-Olsen frá.
Hóast hon hevur eina stoffskiftissjúku og má taka heilivág hvønn dag, hevur hon ein gerandisdag sum flest onnur.
- Eg arbeiði nógv og eisini í skiftandi vaktum, men tað sær ikki út til at bila, tí eg orki tað. Men tað er eingin ivi um, at eg hevði ikki klárað tað uttan heilivág, sigur Beinta Dahl-Olsen.
Hon hevur havt tað gott, síðani sjúkan bleiv staðfest, og hon byrjaði at taka heilivág, men tað er komið fyri, at sjúkan brádliga brýtur fram aftur, hóast Beinta Dahl-Olsen tekur heilivág.
- Eg havi havt okkurt útbrot, og tá eri eg so blivin sjúkrameldað í 1-2 vikur. Mínir starvsfelagarnir merkja á mær, tá sjúkan er komin framaftur, tí tá verði eg meira rastleys, ótolin og illsint. Men tíbetur merki eg ikki stórvegis til sjúkuna í gerandisdegnum, sigur Beinta Dahl-Olsen.



Kannar stoffskiftisjúkur í Føroyum

Síðani 2009 hevur Amalia Danielsen, lækni, kannað, hvussu nógvir føroyingar hvørt ár fáa staðfest eina stoffskiftissjúku. Eingin slík uppgerð hevur annars verið innan økið.
Kanningin tekur støði í øllum teimum, ið hava fingið heilivág fyri stoffskiftissjúkur útskrivaðan frá Apoteksverkinum.
Sambært kanningini fáa í meðal beint omanfyri 50 føroyingar staðfest eina stoffskiftissjúku hvørt ár.
- Hetta er ein lítil kanning yvir eitt fimm ára skeið, og tískil kann talið á fólkum, ið fáa staðfest eina stoffskiftisssjúku um árið, verða skiftandi, men kanningin vísir, at um árið fáa í meðal 33 føroyingar staðfest ov lágt stoffskifti og 22 ov høgt, sigur Amalia Danielsen.
Samlaða talið er ikki stórvegis hægri, um samanborið verður við donsk viðurskifti.
- Men býtið er heilt annarleiðis. Í Føroyum fáa nógv fleiri staðfest ov lágt stoffskifti og færri ov høgt, og sostatt er lutfallið øðrvísi í mun til Danmark, har støðan er øvugt, sigur Amalia Danielsen.
Í Danmark eru kanningar gjørdar, sum vísa samband millum jod og stoffskiftið.
- Stoffskiftið er tætt knýtt at, hvussu nógv jod ein persónur fær. Kanningar eru gjørdar í teimum ymsu regiónunum í Danmark, og har sæst, at í teimum regiónunum, har nógv jod er í vatninum, hava tey lágt stoffskiftið, meðan í teimum regiónunum, har jod-innihaldið í vatninum ikki er so stórt, hava tey høgt stoffskifti, greiðir Amalia Danielsen frá.
- Kanska hava vit nógv jod í Føroyum, tí fleiri hava ov lágt stoffskifti, men enn er tað so bert ein teori.




FAKTABOKS:
Í november 2006 bleiv Stoffskiftisfelagið sett á stovn. Endamálið við felagnum er at veita upplýsing og stuðul til stoffskiftissjúklingar í Føroyum og teirra avvarðandi. Felagið er eitt av teimum 24 feløgunum, sum eru partur av MBF, og hevur einar 200 limir.
Stoffskiftisfelagið leggur dent á, minst einaferð um árið, at kunna skipa fyri fyrilestrum og øðrum átøkum, so at limirnir kunnu fáa ta hjálp ella kunning, sum teimum tørvar.
Sí meira á heimasíðuni stoffskifti.com



FAKTA:
Sjúkueyðkenni fyri ov høgt stoffskifti

Sama, hvør orsøkin til ov høgt stoffskifti er, so eru sjúkueyðkennini tey somu. Høga stoffskiftið ávirkar øll gøgn í kroppinum, og alt virksemið í kroppinum verður skjótari. Mest vanligu sjúkutekin eru hesi:
• fjáltur
• angist
• hjartaklapp
• órógv
• grátur av lítlum
• ring bindindi
• ristingar, serliga á hondunum
• hitakensla
• títtur hjartasláttur
• meiri sveitti
• vekttap – hóast sera góðan matarlyst
• vøddapína
• vøddamøði
• leyst lív
• óreglulig mánasjúka

Sjúkueyðkennini eru mong, og neyðugt er als ikki at hava øll omanfyri nevndu tekin fyri at hava ov høgt stoffskifti. Tað kann tí vera trupult at taka sjúkuavgerðina, men er illgruni um stoffskiftissjúku, er lætt at staðfesta hana við eini blóðroynd.



Sjúkueyðkenni fyri ov lágt stoffskifti

Tekin um sjúku koma ofta so líðandi, og við hvørt gongur long tíð, áðrenn fólk verða greið um, at tey eru sjúk, m.a. av tí at verri enn so øll hava júst somu sjúkueyðkenni. Serliga hjá eldri fólki verða sjúkutekin av ov lágum stoffskifti ofta mistikin fyri at vera komin av elli.

Ov lágt stoffskifti ávirkar øll gøgn í kroppinum, og mest vanligu sjúkueyðkennini eru møði og kuldakensla. Eisini kunnu vera eitt ella fleiri av hesum eyðkennum:
• veikur og seinur hjartasláttur
• vøddaveikleiki
• lítil matarlystur
• taka uppá
• tunglyndi
• ringt minni
• ring bindindi
• tjykkri húð
• harður opningur
• hás og djúp rødd
• struma (størri skjaldkertil)