c2 = a2+b2
Á eini terassu í Onnugøtu 11 í Hoyvíkshaganum sita fýra dreingir við sveittabrot og stríðast við at prógva matematiskar líkningar.
Sinus og Cosinus. Tann gylti skurðurin. Fibonnaci-tølini. Og sjálvsagt Pythagoras lóg um lutfallið millum síðurnar í einum rættvinklaðum tríkanti.
Fakorðini flúgva tvørturum terassuborðið, meðan dreingirnir ídnir bjóða seg fram við ymsum loysnum og forkláringum og tasta tøl inn á roknimaskinuna.
Sum oftast eru fleiri loysnir.
Turboroknarar við nervum
Teir eru ganga á støddfrøðideildini á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði og hava valt støddfrøði á hægsta stigi. Turborokning, eitur tað.
Og í morgin skulu teir til munnliga roynd, har teir skulu prógva, at teir veruliga skilja Pythagoras og allar hinar slóðbrótandi líkningarnar.
– Eg stúri eitt sindur fyri hesum her. Hetta er truplari enn tær skrivligu royndirnar, har tú gert útrokningar og kanst sláa upp. Her skalt tú prógva og greina. Tú fært 20 minuttir at fyrireika teg, men fert inn uttan bøkur. So her ræður um at skilja og duga alt uttanat, sigur 22 ára gamli Einar Kallsberg og hyggur niður í Gyldendals Gymnasiematematik.
Av teimum fýra ætlar hann sær sjálvur annar til Keypmannahavnar eftir summarferiuna at lesa.
Hann hevur valt vinnubúskap við støddfrøði á Copenhagen Business School, CBS. Atgongdin til júst hesa útbúgvingina er ikki avmarkað, og tí nýtist honum ikki ein høgt meðaltal.
Kortini er Einar ógvuliga uppsettur at fáa eitt gott prógv.
– Persónliga hevur tað stóran týdning fyri meg at eg fái ein góðan karakter. Eg skal hava minst 9 í morgin, so tað kann viga upp móti fakum, sum týskum og stílskriving, har eg klári meg minni væl. Sum gamli reklarin í Hoydølum Arnbjørn Mortensen plagdi at siga: Eitt vánaligt studentaskúlaprógv er minni vert enn eitt koyrikort til lastbil. Eg vil hava eitt pent prógv.
Hjá 19 ára gamla Meinari Dahl-Olsen er trýstið enn størri. Hann ætlar sær at lesa til tannlækna í Keypmannahavn í summar. Karakterkravið til dreymaútbúgvingina er 9,7 í meðal.
– Jú, tað stendur nokkso nógv á, sigur Meinar stillis–liga.
– Í próvtølum liggi eg beint nú um 10, og í morgin skal eg forsvara eitt 10-tal, sum eg havi í støddfrøði frá ársmetinum. Tað er tað, eg eri upp ímóti. Eitt sindur av nervum er gott, teir mugu bara ikki taka yvir. Eg má nokk eta eitt sindur av turrísi áðrenn eg farið heimaífrá, so at eg havi ís í maganum, tá eg farið upp í morgin, skemtar hann, meðan sólin sendir sítt vælsignilsi niður yvir dreingirnar í Onnugøtu á einum av ársins fagrastu døgum.
... framhald
Heima hjá foreldrum sínum í Dalakróki 12 í vesturbýnum í Havn roynir 19 ára gamla Lilja Hansdóttir Sørensen at fáa bilbukt við Culpa-hugtakið.
Uttanfyri skínur sólin av bláum himli, meðan tann niðasti parturin av Havnini liggur innpakkaður í pollamjørka.
Tað er grundlógardagur, men meðan onnur halda frí og sóla sær situr Lilja uppi yvir bókunum og te par lógina, sum hon hevur valt til sín lívsveg. Hon skal upp í vinnulívsrætti í aðru viku, og tá skal hon bæði duga at forklára munin á handilskeypi og brúkarakeypi og at greina Culpa-hugtakið og onnur teknisk fyribrygdi í endurgjaldsrættinum.
– Culpa snýr seg um reglurnar um endurgjald, tá ið vit gera skaða á ting hjá øðrum, greiðir hon frá.
Bøkur og notatir eru tjokkfull av litførum merkiseðlum. Og so hvør sum hon lesur seg longri inn í hugtøk sum ósketni, viljaatgerðir, kausalitet og adekvans, undirstrikar hon við nærlagni øll lyklaorðini við gulum tusjmarkøri.
So hon skal minnist alt aftur, tá slagið skal standa.
Hart arbeiði
Lilja ætlar at søkja inn á HA jur. á CBS í Keypmannahavn, sum er vinnulívsrættur og vinnubúskapur. Og fyri at sleppa inn á dreymaútbúgvingina skal hon hava eitt meðaltal upp á knapt 9.
Beint nú sær tað nokkso gott út. Meðakarakterurin hevur ligið um 9,6. Men seinasta royndin er munnlig, og hettar skapar ein vissan ótryggleika.
– Til munnligar próvtøkur fái eg ræðuligar nervar. Mann fær bara tann eina kjansin, og alt má bara ganga sum ætla. Gongur tað so gali at eg dumpi, so kann alt vera farið. So sleppi eg ikki inn á útbúgvingina. Men eg havi nokkso góða tíð til próvtøkuna, so eg rokni við at tað fer at ganga.
Lilja er ikki er komin sovandi til teir góðu karakterirnar, sum í dag krevjast fyri at sleppa gjøgnum nálareyga til tær vælumtóktu útbúgvingarnar.
– Tað kemur ikki av sær sjálvum. Tað kemur hart arbeiði. Mær dámar væl at ganga í skúla og geri nógv við tað, tá ið tað kemur til fakini, sum eg havi áhuga í, men eg tími ikki alt. Eg eri ein struktureraður persónur. Mær dámar best, at tingini eru í ordan og havi altíð sett høg krøv til mín sjálvan.
Hóast bert 19 ár, er eingin slingur í valsinum.
Fyrsti akademikarin
Annars lá tað ikki í kortunum, at Lilja skuldi fara undir hægri lesnað. Hon ætlaði at ganga somu leið sum mamman og vildi læra til frisør. Men mamman ráddi henni frá. Helt at tað var betri at Lilja fór á miðnámsskúla, so at hon kundi fáa sær eina útbúgving, ið gevur fleiri møguleikar enn hárfríðkanaryrkið.
– Í dag eri eg øgiliga glað fyri ráðini. Miðnámsskúlin er eitt krav í dag, um tú skalt hava nakrar møguleikar. So eg takki henni fyri tað hvønn dag, smílist Liljan, og tykist púrasta sannførd um at vegurin, hon hevur valt er tann rætti.
Á stovuvegginum hanga myndir av brosandi familjulimum. Lilja er yngst av trimum syskjum, og hon er slóðbrótari.
– Eg eri tann fyrsti í okkara familju, sum fer á universitetið at ganga. Mamma er frisør og pápi maskinmeistari, og eingin av syskjunum hava gingið á hægri lærustovni. Systir mín hevur tó gingið í skúla í Danmark, so hana kann eg altíð spyrja til ráðs, tá eg fari niður.
Sinus og súrt vín
sin A=a/c
Í Onnugøtu eru teir fýra turboroknararnir farnir í kríggj við Sinus-relatiónirnar. Roknimaskinan gongur kyk.
– Tað snýr seg, at tað altíð er eitt fast lutfall millum síður og vinklar í einum tríkanti. Avbjóðingin er at greiða frá hvussu hetta ber til, forklára teir seldugaðir. So væl, at sjálvt journalisturin við tí málsliga studentsprógvinum fær eina lítla hóming av, hvat øll hesi fakorðini merkja, sum flúgva aftur og fram tvørturum terassuborið.
Hjá Pythagoras var tann yviskipaði arbeiðsetningurin ”Alt er tøl”, og har eru dreingirnir í Onnugøtu trúgvir lærusveinar. Tað er vísindin við teimum absoluttu svarunum, sum telur, og tað er sólarklárt, at í teirra verð hava tímarnir við humanistiskum og kreativum lærugreinum í Hoydølum fyri tað mesta hava verið burturspilt tíð.
– Í dag kann mann siga, at vit eru sum vín, sum hevur ligið og lagrað í trý ár. Tað er súrt, ger Einar status yvir tey trý árini í Hoydølum.
– Summi fak og tær sosialu upplivingarnar hava verið betri enn væntað. Hinvegin hevur úrtøkan av øðrum fakum verið verri enn hevði roknað við. Sjálvandi skal studentaskúlin í ein mun vera alment dannandi, men eg haldi, at tað skuldi verið meira tíð til tær náttúruvísindaligu lærugreinarnar og minni til hitt, heldur Einar fyri og harmast um, at tey humanistisku og kreativu fakini hava drigið sín meðalkarakter niður.
Tímir ikki bøhlandið
Tá Lilja Hansdóttir Sørensen hevur fingið bilbukt við Culpa-reglurnar skal hon seta seg inn í reglurnar um objektiva ábyrgd.
– Tær galda t.d. í ferðsluni. Har kanst tú vera dømdur, uttan at tað er neyðugt at staðfesta at tú hevur verið óskettin, sigur Lilja og blaðar í Juraens Grundsregler. Ábyrgd uttan skyld, kallast tað.
Á Føroya Handilsskúla hevur hon funnið sína røttu hyll. Hon veit, at vinnulívsrættur og vinnubúskapur eru hennara fak. Men avgerðin um at fara av landinum brýtur mørk hjá tí 19 ára gomlu gentuni, sum altíð hevur búð heima hjá foreldrunum.
– Eg havi ongantíð búð uttanlands og tankin hevur ongantíð fyrr verið, at eg skuldi flyta av landinum. Nú skal eg finna mær bústað. Skal út í IKEA at keypa mær møblar. Alt hettar er so nýtt fyri meg. Ein nýggj verð, sigur Lilja, sum tó kennir seg púra vísa í, at skuldi hon av landinum, so skuldi tað vera CBS í Keypmannahavn.
– Keypmannahavn er ein stórur og spennandi býur. Eg kundi ikki hugsað mær at farið á ein skúla úti á bøðlandinum. Tá kundi eg tað sama farið til Suðuroyar at gingið í skúla. Eg havi hoyrt so nógv gott um CBS og lærarnar har, og so liggur skúlin eisini mitt í býnum, sigur Lilja, sum longu hevur vent sær til trý studentarheim um at leiga íbúð. Teirra millum Oyrasundskollegiið sjálvandi.
Fyri 19 ára gomlu Lilju stendur heimurin opin og í so ungum aldri er ringt at spáa um framtíðina. Um Føroyar hava eitt pláss í hennara framtíð, torir hon ikki at lova.
– Tað er ringt at siga frammundan. Trívist eg væl niðri kann tað væl vera, at eg verið búgvandi har. Tað valdast eisini um maka og familju, og arbeiðsmøguleikarnir í Danmark er eisini betri enn í Føroyum. Eg farið so ikki heimaftur fyri einhvønn prís, sigur hon og vísir á, at bústaðarmøguleikarnir í Føroyum eru ein stór forðing.
– Bústaðarmarknaðurin í Føroyum er rotin. Her eru ikki møguleikar hjá ungum nýútbúnum føroyingum at keypa sær ella at leiga eina íbúð. At koma heimaftur við útbúgving og aftur at búgva í kjallaran hjá mammu verður sum at skrúva tíðina 10 ár aftur, heldur Lilja fyri uppgevandi.
Fosturlandsalskur og takkarskuld
Á gáttini til ein nýggjan kapittul í lívinum gera dreingirnir á støddfrøðiligu deild í Hoydølum roknistykki upp, nú fráflyting og heilaflíggjan hanga sum myrk skýggj yvir landinum.
Føroyar draga. Men hetta er ein líkning við nógvum ókendum.
– Tað veldst alt um arbeiðsmøguleikarnar. Alt stendur opið, men fyrr ella seinni so vænti eg, at eg komi heimaftur. Eg havi sagt við gamla, at eg skal hava jørðina hjá honum áðrenn hann fer, sigur Einar, og fortelur um familjujørðina í Kvívík, har tey plaga at hava einar 14 seyðir gangandi.
– Mær hevur altíð dámt so væl at ganga á fjall og at fletta. Hatta hevur altíð sagt mær nakað. Men í dag er tað er eisini so skjótt at ferðast ímillum lond. Heimurin er so lítil.
Hjá Meinari, sum ætlar at lesa til tannlækna, eru arbeiðsmøguleikarnir eisini avgerandi.
– Tað eru konufólk og starvsmøguleikarnir, sum kunnu koma at vera avgerandi. Møguleikarnir at fáa arbeiði sum tannlækni í Føroyum eru góðir og tað telur eisini við, tá eg velji útbúgving. Eg elski Føroyar og fólki her, men arbeiðsmøguleikarnir verða avgerðandi. Men eg veit, at hetta er landið, har eg fari at búgva, tá eg verið gamal, sigur hann avgjørdur.
Einar kennir seg onkursvegna í takkaskuld til føroyska samfelagið, nú hann og vinmaðurin Meinar í næstum fáa studentahúgvuna á høvdið og gera seg til reiðar at flyta av landinum.
– Eitt ella annað stað føli eg tað sum, at eg skyldi at koma heimaftur, ja. Eg havi fingið eina ókeypis útbúgving og við at arbeiða her kann eg betala tað aftur, sigur hann og endurgevur ein amerikanskan forseta:
– Tú eigur ikki bara at spyrja hvat landið kann gera fyri teg, men eisini hvat tú kanst gera fyri landið.
– Jú, eg havi eisini hugsað eitt sindur um hattar, sigur Meinar uppí og hyggur upp á vinmannin.
– Ikki tí, at eg beinleiðis haldi, at eg skyldi Føroyum nakað. Men eg vil helst búgva her og á tann hátt gevi eg eisini nakað aftur.
Heima í Dalakróki 12 hyggur Liljan út gjøgnum stovuvindeygað. Fólk ganga oman og niðan. Nógv hava frí og Havnin breiðir seg út í sínum fulla skrúð í góðveðrinum.
Pollamjørkin, sum lá niðri í býnum, er horvin.
– Sjálvandi farið eg at sakna hetta. Tað er ringt at siga, hvussu tað verður, men tá eg verið eldri fari eg kanska at sakna ta friðarliga umhvørvið og tað vøkru náttúruna. Her er er barnavinarligt. Eg havi ikki hugsað so nógv um tað. Men seinni. Kanska.
-------
Fakta:
Hvar lesa vit?
Sambært einum yvirliti, sum stuðulsstovnurin Studni kunngjørdi fyrr í ár var talið á føroyingum, ið vóru undir hægri lestri soleiðis býtt lestrarárið 2011/12:
Danmark 1365
Føroyar 903
Onnur lond 256
Tilsamans 2524
-----
Hvat lesa vit?
Sambært Studna vóru hetta 10 tær best umtóku útbúgvingarnar millum føroyingar, sum lósu hægri lestur uttanlands í 2011/2012:
1. Námsfrøði 91
2. Lækni 84
3. Jura 83
4. Ha, bach. 70
5. Sjúkrarøktarfrøði 63
6. Sálarfrøði 51
7. Sosialráðgevi 44
8. Byggitøkni 43
9. Lærari 40
10. Sivilverkfrøði 38
Tølini hjá Studna yvir lesandi føroyingar uttanlands eru gjørd við støði í talinum á teimum, ið hava fingið ferðastuðul frá Studna.