Følsk vørumerking

Burðardygd Upsaveiðan hjá reiðaríðunum Faroe Origin og JFK hevur fingið MSC-góðkenning sum burðardygg. – Eitt herðaklapp til fiskidagaskipanina, siga reiðaríðini. – Ikki burðardygt, sigur Havstovan

Rógvi Nybo

- Seinastu stovnsmetingarnar vísa, at hóast gýtingarstovnurin er væl fyri, so er veiðutrýstið væl hægri enn tað, sum er tilmælt. Tað merkir, at støðan er ikki haldbær í longdini.
Tað var greiði dómurin hjá Jákupi Reinert, fiskifrøðingi á Havstovuni, um tað, at privati felagsskapurin MSC, ið arbeiðir fyri altjóða burðardyggum fiskiskapi, nú hevur givið upsaveiðuni hjá JFK og Faroe Origin bláa stemplið.
Í farnu viku buðu reiðaríðini JFK hjá Hanusi Hansen og Faroe Origin hjá Annfinni Olsen til tíðindafund í sambandi við, at umsitingin av fiskiveiðu eftir upsa í føroyskum havøki fær altjóða góðkenning sum burðardygg veiða frá góðkenningarstovninum Marine Stewardship Council, MSC.
Samstundis varð stórur dentur lagdur á, at hetta er fyrstu ferð, at fiskiveiða undir føroyski fiskidagaskipanini fær hesa góðkenning.
Havstovan vil hinvegin ikki ordiliga kennast við, at hetta er eitt stórt fet fyri fiskidagaskipanina sum heild – og tíðans heldur fyri upsaveiðuna.

Stór tilgongd at takka
Veiðitrýstið eftir upsa er framvegis ov høgt undir Føroyum, og í tilmælunum til fiskidagar í 2013/2014 mælti Havstovan herfyri til at skerja fiskidagatalið hjá bólki 2, ið serliga fiskar eftir upsa, við 10 prosentum. Og sambært fiskifrøðinginum Jákup Reinert er orsøkin til at MSC góðkennir upsaveiðuna tann, at tilgongdin til upsastovnin hevur verið væl omanfyri miðal at kalla øll árini síðan 2000, og at stovnurin tí tolir eitt høgt veiðutrýst.
- Fyri at verða heilt vís, so er neyðugt at minka um veiðitrýstið. Skipanin í Føroyum byggir á fiskidagar, og tí skal dagatalið skerjast. Antin beinanveg, sum ICES mælir til, ella lýðandi yvir fleiri ár, sum Havstovan mælir til, sigur Jákup Reinert.

Breið umhvørvisgóðkenning
MSC-góðkenningin er ein breið umhvørvisgóðkenning, ið byggir á tríggjar hættir. Eitt er hvussu stovnarnir hava tað. Hitt er hvussu umhvørvisvinarligur fiskiskapurin er, og tað síðsta er hvussu fiskiskapurin verður skipaður í praksis. Síðani verða stig givin fyri hetta, og her lá upsafiskiskapurin væl omanfyri tey minstukrøv, ið MSC setir.
- Men tá hugt verður eftir støðuni í stovninum og veiðutrýstinum, tá haldi eg ikki, at vit kunnu reypa okkum av fiskidagaskipanini, sigur Jákup Reinert. Hetta skal tó ikki tulkast sum ein fullkomilig kolldøming av fiskidagaskipanini.
- Klára vit at regulera dagatalið soleiðis, at veiðutrýstið og stovnarnir verða sambært teimum tilmældu virðunum, so kann mann siga, at skipanin er góð, staðfestir Jákup Reinert, fiskifrøðingur á Havstovuni.

rogvi@sosialurin.fo