Meðan diplomatiið arbeiðir

Føroyski fiskiskapurin eftir makreli og sild hevur elvt til diplomatiska kreppu. Men á Varðanum Pelagic á Tvøroyri er gleðin um virksemið størri enn óttin fyri boykotti av føroyskum fiskavørum. Sosialurin var á Tvøroyri seinasta týsdag, tá nótaskipið Jupiter landaði 400 tons

Tekstur: Dánjal Højgaard
Myndir: Anna K. Højgaard
-------
Inni á virkinum er ein øgil­igur gangur.
Eitt áhaldandi buldur frá stálmaskinum, sum flyta makrel og sild inn eft­ir av­long­um kørum og flutn­ings­bondum, sum greina seg sum ein blonk æðra­skip­an út í tað hvítmálaðu fabriks­høllina.
RRRHHUUMM, sigur tað uttan íhald.
Lukturin av tí feita fisk­inum, sum liggur og skvambl­ar í kørunum, er rámur.
Við eina av maskinunum stendur 39 ára gamla Lilian Kjærbo við eini appilsingulari fiskakurv.
– Vit kanna góðskuna á fiskinum á ymsum støðum og tryggja, at vit halda góðsk­una gjøgnum alla fram­leiðsluna, sigur hon.
Blóðdálkað vatn spruttar í allar ættir, tá ið stállúkurnar verða latnar upp, og stórar nøgdir av fiski tjumsa niður í kørini.
Lilian ber kurvina við makreli yvir til eitt borð, har royndir verða tiknar og dátur verða skrásettar.
Hon er úr Sumba og eigur trý børn. Var arbeiðsleys, tá virkið læt upp, men við starvinum sum eftirlitsfólk fekk hon møguleika at brúka sína útbúgving sum ídnaðar­laborantur á heimstaðnum.
– Eg veit ikki um tað bara var eg sum var glað, men øll virka glaðari. Alt fór at blomstra.
Tíðindini um silda- og makrel­kreppuna, sum er end­að á hægsta politiska stigi, og hóttanirnar um at makrel­ur og sild úr Føroyum kunnu vera útilokað frá evrope­iska marknaðinum, hóva henni einki serligt.
– Eg má siga, at eg hugsaði eitt sindur um tað, tá eg koyrdi til arbeiðis í morgun og hoyrdi útvarpið, sigur hon, men ger tó beinanvegin greitt, at hon heldur kós­ina hjá Vestergaard og lands­stýrinum vera ta røttu.
– Eg haldi at tað er rætt, tað hann ger. Eg havi ikki fingið alt við, men eg skilji at vit eru ikki ordiliga sloppin upp í part. Viðhvørt noyðist mann at gera nakað, sum ikki er so vælumtókt fyri at hava nakað at kunna siga. Hetta hevur stóran týdning fyri Føroyar.
Uppi í einum búri sita arbeiðsformennirnir og fylgja við á telduskíggjum, at alt koyrir sum tað skal. At framleiðslan gongur í einum jøvnum streymi.
Teir eru í svørtum ketil­draktum. Laborantarnir í reyð­­um. Maskinfólkini eru blá.
Einki er tilvildarligt.
Jupiter byrjaði at landa klokkan 11 fyrrapartin. Virkið tekur 20-30 tons um tíman, og gongst sum ætlað verður liðugt á miðnátt.
Meginparturin av fram­leiðsluni verður heilfryst, men makrelurin undir 300 gramm fer eftir eini linju tvørt­ur um alla høllina, har hann verður avhøvdaður og magatømdur í eini Baader-maskinu.
Alt koyrir sum eftir einum samlibandi.
Øll kenna sín leiklut.

Kvaliteturin er avgerandi
Í pumpuhúsinum miðskips umborð á Jupiter stynja motor­arnir. Tangi nr. 3 í bak­borði er í ferð við at verða tømdur. Tað fjar­ar í tang­anum, har sild og makrelur flóta í køldum sjógvi.
Úr skipinum og niðaneftir keiini gongur ein stór svørt slanga, og gjøgnum slanguna verður fiskurin pumpaður inn á virkið.
– Hetta er annar tangin, sum verður tømdur, sigur gøtumaðurin Jørgin Nielsen, sum er 2. stýrimaður, meðan hestakreftirnar pumpa førn­ingin í land.
Jupiter hevur 12 tangar og kann taka 2500 tons, men í dag hava teir bert umleið 400 tons inni, og tí verða allir tangarnir ikki brúktir.
– Tað er simpulthen fyri kvalitetin, sigur Jørgen, og leggur ein makrel á vektina, uttanfyri pumpuhúsið.
Á feltinum, sum í løtuni er 10 siglingartímar úr landi vestur ímóti íslendska sjó­markinum, merkir tíð tað sama sum pengar.
Fiskurin tolir ikki at liggja í tangunum leingi, og tí eru túrarnir stuttir. Vanliga tríggj­­ar ella fýra dagar. Í mesta lagi eina viku.
Takið er at gera so fá og so stór tóv, sum tilber.
Fyri kvalitetin.
Eydnast tað ikki hevur skiparin tvey í at velja. Hann kann taka kjansin og vóna at fáa meira uppí, og so fer tað eldsta til bíligt fóður. Ella hann kann velja at sigla inn við hálvtómari last. Og selja fiskin til matna, sum gevur betri prís.
Hesaferð valdi hann at sigla inn við umleið 400 tons­um.
Skiparin er forrestin ikki at hitta í løtuni. Hann hevur fingið hald í ryggin og er farin á kamarið at strekkja seg eina løtu.
– Góður makrelur, nikkar Jørgen móti vektini, sum vísir 450 gramm. Hesin vig­ar so meira enn tey 300 grammini, sum eru markið millum smáan og stóran makrel inni á virkinum. Og sum ávirkar úrtøkuna.
Tað er ber ein mánaði síðani at hesin fiskiskapurin byrjaði. Vertíðin er ikki í hæddini fyrr enn í september, so enn er fiskurin heldur rak og bleytur. Og tað ávikar prísin, sum enn er niðanfyri 5 krónur kilo fyri makrelin og hálva triðju krónu fyri sildina.
Tað er bert helvtina av prísinum í háárstíðini í fjør. Men tað ber ikki til at bíða, tí skipini klára ikki at fiska alla kvotuna, um tey bíða til seinni, greiðir stýrimaðurin frá.
Tískil mugu nøgdirnar viga upp móti prísinum.
Hóttandi boykottið frá ES, sum kann bannlýsa makrelin og sildina á evrope­iska marknaðinum, fær ikki stýrimannin at missa fóta­festið.
– Tað er ikki so nógv vit fáa gjørt við tað. Vit arbeiða út frá givnum fortreytum og tað eru eisini aðrir marknaðir til enn tann evropeiski, sigur gøtumaðurin og festir sær í eina prince.
Skuldsetingarnar um før­­­oyskt sjórænaravirsemi skjýt­ur hann avgjørdur frá sær.
– Vit eru allir samdir um, at fiskiskapurin skal vera burðardyggur. Men vit ovur­fiska ongar stovnar einsa­­mallir. Eg veit heldur ikki um vit ovurfiska nakað yvirhøvur, tí tað er so nógv til av fiski, sigur Jørgen, meðan sild og makrelur í tonsatali streyma gjøgnum slanguna niðaneftir keiini.

Strævnar vaktir
Á virkinum standa kørini rað á rað, og kvinnur og menn í bláum oljuklæðum við oyravernd á høvdinum standa fram við kørunum.
Við kvikum hondum taka tey fiskin frá, sum er komin á skeiva hill. Sum er brotnaður ella hol er komið á.
Við tað stóra móttøkukarið stendur eiðismaðurin Símun E. Poulsen, sum er giftur til Hvalbiar, á varðhaldi.
Hann ansar eftir at fisk­urin verður førdur í hóskandi nøgdum inn á ein skiljara, sum sáldar sildina fyri seg og makrelin fyri seg. Sildin í eina stødd. Makrelurin í eina stóra stødd og eina smáa.
– Hetta kann vera strævið. Men eg havi verið nógv við skipi, so eg eri vanur við lang­ar vaktir, sigur Símun og ansar eftir, at tað er nóg mik­ið av sjógvi í kørunum.
Tey ganga 12 tíma-vaktir í tveimum skiftum. Frá 8 til 20 og 20 til 8. Arbeiða í seks dagar og hava so frí tríggjar dagar.
Tað kann vera stríggið, men afturfyri liggur mánað­ar­lønin ofta millum 30.000 og 40.000 krónur, greiðir Súni brosandi frá.
– Virkið hevur stóran týdning. Tað lyftir alla oynna upp. Tað er heilt vist.

Eitt klondyke
– Hvat fanin sker her?
Í salongini umborð á Jupi­ter staðfestir dekkarin Jør­­mund Lambá, at okkurt er galið.
Á borðinum hevur hann ein ipad, har hann umvegis eitt videotól kann fylgja við, hvussu tað gongur at fáa tey umleið 400 tonsini inn á virkið.

Móttøkukarið inni á virki­num er fult, og Jør­mund trýstir á stopp-knøtt­in á fjarstýringini, so at pump­urnar har frammi steðga.
Tað er frysti-stopp inni á virkinum. Frystaríið, sum hevur orku at frysta eini 600 tons um samdøgrið, er komið undir ov stórt trýst.
Hjartað í skipanini má sleppa at hvíla seg.
Í salongini, sum er sum ein stór og stásilig stovu, sita fleiri mans og taka sær av løttum. Ein lagkøka sendur á borðinum. Kokkurin fyllir.
Á vegginum hanga máln­­­ing­ar og tað mobila kommandosentrið fyri land­ingar er beint nú plasserað í stórari brúnari leðusofu.
Her er reint og nossligt inni. Menn ganga í inni­skóm.
– Hesum kjansinum má mann doyggja frá. Eingin fer sjálvboðin at siga ein so góðan kjans frá sær.
30 ára gamli tvørámaðurin Jóhannes Johannesen er dekkari á Jupiter og ein ímynd av pelagiska ævin­týrinum. Í fjør tjenti hann 1,1 millión. Hann hevur keypt hús, sum hann nú fer at seta í stand og leygardagin 27. juli skal hann giftast og hava stórt brúdleyp.
– Pengar. Tað er einki pro­blem. Hetta var reint held. Eg fekk kjansin og leyp avstað. Tað var sum at vinna í lotto, smílist tann fryntligi tvørámaðurin, sum hevur búð í Gøtu tey seinastu árini, og sum eigur tvey børn.
– Øll her á Tvøroyri vita, at eg sigli við Jupiter. Áhugin er øgiliga stórur. Tú mást ikki gloyma at Tvøroyri var ein av kommununum, sum var ringast fyri í landinum. Men nú eru pengar komnir í kassan aftur.
Optimisman er komin aftur til býin, og tann ungi dekkarin hevur als ongan skund við at klúgva upp eftir rangstiganum, hóast skip­arin eftir øllum brøgdum tjener dupult so nógv sum dekkarin.
– Onkur skal vera dekkari, øll kunnu ikki vera yvirmenn. Pápi mín er skipari. Vit fáa at síggja, smílist hann.
Tá ein løta er gingin, trýst­ir Jørmund aftur á knøttin á fjarstýraranum, sum setur pumpurnar í gongd aftur.

Vilja hava makrel
Á brúnni er skiparin Finn­bjørn Mikkelsen á fótum aftur.
Tað slepst ikki undan at hann fær nøkur skot fyri heilsustøðuna.
– Eg havi nokk siti ov nógv í stólinum, og tá er vandi fyri at fáa hald í ryggin sigur Finnbjørn og peikar á skiparastólin.
Nú komið er úti í juli ger skiparin status.
– Eg havi tosað við kon­tórið, og tey søgdu at vit eru væl frammanfyri somu tíð í fjør, sigur hann við 2. stýrimannin. Men skundar sær straks at taka orðini aftur:
– Eitt lítið sindur framm­an­fyri.
Á brúnni liggur ein stór sleingitráða, sum hevur eina týðandi funktión á feltinum.
Tá ið teir síggja fisk á ekko­loddinum, ber ikki al­tíð til at siga um tað er sild ella makrelur. Tá koyra teir dorgina út, og bítur tað ikki á, er tað sild.
Og so verður trolið ikki skotið.
Tað er makrelin teir vilja hava, tí hann gevur betri prís.
Men tað vísir seg sum at tað slepst ikki undan bland­aðum fiskiskapi, og hendan túrin er næstan líka nógv sild í tangunum sum makrelur.
Skiparin staðfestir, at tað er ein strika í rokningini.

Hetjur og sjórænarar
Í kaffistovuni á virkinum situr ein ungur maður og lurtar eftir útvarpinum, sum sigur frá seinastu dramatisku hendingunum í silda- og makrelmálinum.
Hann hevur fingið ein stuttan steðg. Tey arbeiða saman í bólkum og avgerða steðg­irnar sínámillum. Uttan fyri vindeygað liggur Jupiter og pumpar sild og makrel til virkið.
Pumpar lív í tann gamla býin og Suðuroynna.
Útvarpið sigur, at føroyska samráðingarnevndin, sum er farin farin til Danmark á kreppufund, hevur biðið ES um nýggjar samráðingar. Tað ljóðar, at danskar havnir kunnu verða stongdar, og løg­maður verður spurdur um hetta fer at vekja loys­ingar­rørsluna.
– Tað er ikki so gott, um tað verður stongt. Málið ert blivið í so stórt, og tað gongur út yvir aðar bólkar eisini, sig­ur tann ungi maðurin sátt­liga.
Hann heldur, at tað verð­u­r ringt at seta seg upp móti Bruxelles. Men sum fólk flest á Varðanum Pelagið á Tvøroyri hevur hann trupult við at síggja pelagiska ævintýrið sum sjórænaravirksemi.
Soleiðis sum ES og Norra halda.
– Bygdin lá deyð áðrenn virkið kom. Býurin var svart­ur. Mann sá nóg illa fólk úti. Tað er komið betri lív í aftur, sigur hann.
Hann var sjálvur við til at byggja virkið við sínum egnu hondum í fjør.
Í hansara eygum eru teir á Jupiter og hinum nóta­bátunum ikki sjórænarar.
Heldur hetjur.
--------------
Føroyar ganga
egnar leiðir

Føroyar liggja í stríði við hini strandalondini, bæði um makrelin og norð­­havs­­sild­­ina. Í ár hava Før­­­oy­ar ásett sær 15 pro­­­sent av heild­­ar­­kvot­­uni eftir makrel­i og 17 pro­­­sent av heild­ar­kvot­­uni eftir norð­­havs­­sild. Í gomlu avtalunum var før­­oyski part­­­urin um fimm pro­sent.
Heildarkvotan er í hes­­um føri tað, ið hav­gransk­ing­ar­­­­stovnurin ICES metir vera ráðiligt at fiska burt­ur av stovnun­um.
Tað byrjaði við eini trætu um makrelin. Eftir eina røð av úrslitaleysum sam­­ráð­­ingar­umførum mill­um stranda­­londini Føroyar, ES, Ísland og Norra um býtið av makrel­fiski­skapinum, ásettu Før­oyar sær sína egnu makrel­­kvotu, fyrstu ferð í 2010. Ein avleiðing av hesi avgerð er, at før­oysk skip sleppa ikki at fiska makrel aðrastaðni enn í føroysk­um sjógvi.
Í fjør slitnaði í sam­ráð­ing­­unum um norðhavs­sild­ina, og Føroyar hava tí eis­ini ásett sær sína egnu silda­­kvotu.
Serliga ES hevur í longri tíð roynt at revsa Før­oy­ar, men løg­frøði­liga revsi­­heim­ildin hevur higar­­til verið ein forðing. Nú Føroyar í ár eisini hava ásett sær egna silda­kvotu, er øðrvísi. Í brævi til landsstýrið 17. mai í ár hóttir ES við um­fat­­andi revsitiltøkum móti Før­oyum. Í hóttan­ini liggur boy­kott fyri inn­flutning av sild og makreli úr Føroyum, um­­framt boykott av vørum, fram­leiddar úr hesum fiska­sløgum. Hartil hóttir ES við at stongja havnir fyri før­oyskum skipum.
Sum limur í ES hevur Dan­­mark bundið seg til at fylgja teimum tiltøkum, ið ES møgu­­liga setir í verk móti Føroyum.
Hóttanin úr Brússel hev­ur flutt málið upp á hægsta, polit­iska stig. Danski utt­an­­ríkis­ráðharrin hevur átik­ið sær leiklutin at mýkja støð­una mill­um partarnar, og hev­ur í tí sam­bandi verið á fundi, bæði við fiski­vinnu­kom­­mis­serin í ES, Mariu Dama­­naki, og lands­stýrið.
Í felags brævi til Mariu Damanaki í síðstu viku boð­aði landsstýrið og stjórn­­in frá, at Føroyar eru til reiðar at sessast aftur við sam­ráðingarborðið. Nú verð­ur bíðað eftir svari úr Brússel.

------------------
Veiðan
higar­til í ár
Loyvini at fiska makrel og norð­havs­sild vórðu útskrivað 22. mai.
Frá 22. mai til 6. juli hava føroysk skip fiskað 20331 tons av makreli. Tað er væl meira enn sama tíðarskeið í fjør, tá føroysk skip fiskaðu 11063 tons av makreli.
Sama tíðarskeið hava føroysk skip fisk­að 6649 tons av norð­havs­sild. Tað er á leið tað sama sum í fjør, tá nøgdi­n var 6327 tons.
Kelda: Fiskiveiðieftirlitið