boðskapur hansara í dag er tann sami sum undan valinum fyri tveimum árum síðani. -Tað frøir meg, at vit nú taka eitt týdningarmikið stig til at forða hóttanum ímóti okkum. Rakettverjuskipanin skal verja USA [...] Russland og Kina hava funnist at teirri ætlaðu rakettverjuskipanini. Sjálvur hevur Bush sagt, at tað eru ikki russar og kinesarar, sum hótta USA, men heldur lond sum Norðurkorea, Iran og Irak. Harafturat
teir í løtum vórðu trýstir í botn. Við sigrinum togaði SÍ seg upp á triðja plássið, har teir í løtuni eru trý stig aftan fyri ÍF á fremsta plássinum. Enn hevur SÍ tó heimadyst til góðar móti fuglfirðingum [...] brádliga hevði sníkt seg fram á oddasessin. Um tað skal eydnast SÍ at sníkja seg í oddin í ár, skulu vit lata vera ósagt, men enn hava teir ikki heilt slept endanum, og so leingi vónin er til staðar, ber [...] ber ikki til at avskriva liðið. Hinvegin er lítið at ivast í, at tapið hjá Fram merkit, at teir nú mugu siga endaliga farvæl við FM-heitið. At teir aftur í ár skulu taka øll á bóli, tykist í løtuni dekan
tá leikarars soleiðis eru á veg úr felagnum, skulu teir ikki rokna við nakrari spælitíð, og felagið kann ivaleyst spara nakrar hundrað túsund krónur á lønarkontini, um Todi longu nú skiftir felag, ístaðin [...] ivast í, at teir fegnir vilja hava ein kvikan álopsmann til felagið sum skjótast. Hóskvøldið royndu vit at fáa orðið á Toda Jónsson, men hetta eydnaðist okkum ikki.
støðuna og politisku gongdina tey seinastu árini. Fólk hava yvirhøvur reagerað positivt uppá tað, vit førdu fram. Tó ikki Abraham Mikladal. Í grein í Dimmalætting og Sosialinum roynir hann at reingja tað [...] »Serliga Finnbogi legði áherðslu á, at tingfólk og serliga landsstýrisfólk okkara vóru ov ung og óroynd.« Nú er tað ikki greitt, hvat orðið »okkara« stendur fyri. Men Abraham Mikladal er eins og eg tjóðveldismaður [...] urin tí ikki er nóg góður. At rudda alt út sum td í Italia fer ikki at geva eitt gott úrslit. Tað eru jú fyrst og fremst tey, sum hava gjørt mistøk, ið læra av teimum og kunna bera ta læruna víðari. Hevði
kommunurnar skulu eisini umsita skúlan, eins og eldraøkið, barnaansing o.a. ? Men nú Annlis Bjarkhamar sigur tað beint øvugta, vildu vit hava greiði á málinum, so at kommunurnar ikki brúktu kreftir uppá at fyrireika [...] sett í gildi kortini. Men Høgni Hoydal vissaði um, at arbeitt verður víðari eftir teimum ætlanum, sum eru lagdar. men nær fólkaskúlin verður lagdur undir kommunurnar, visti hann ikki. Ætlanin er fyrst at síggja
og hann er við at loysa av bátar og skip eisini, nú koyrast kann gjøgnum fjøll, undir og um firðir og sund. Bilurin hevur eisini ført til vanlagnur, og eru um 240 fólk deyð í ferðsluni hesa áttati árini [...] sagt og skrivað um sjóvinnuna og um skip og bátar, meðan einki bókaverk á føroyskum finst um bilin. Vit kunnu bara ímynda okkum samfelagið uttan bilin? Hann er bindiliðið millum allar føroyingar: Tað er
Hetta sigur Sigmund Poulsen, sakførari hjá Ingun Simonsen, fyrstalærara, í einum brævi til skúlatýrið. Nú foreldur at børnum í skúlanum í Skopun hava sent Mentamálastýrinum bræv við áheitan um at seta annan [...] sigur eisini, at skúlastýrið tískil eigur at vísa málinum frá sær. Men frá keldum í Skopun frætta vit, at skúlastýrið fór at viðgera málið, sama um skrivarin møtti ella ikki og, sama hvør annars møtir [...] síni hava foreldrini ikki eitt einasta, ítøkiligt dømi at vísa á um viðurskifti á skúlanum, sum ikki eru nøktandi.
hava lagt fram uppskot til samtyktar í løgtinginum. Uppskotið hevði fyrstu viðgerð í gjár, hósdagin. Nú fýra ár aftaná stendur tó greitt, at avtøkan av einkarrættinum ikki hevur slóðað fyri í tann mun, ætlað [...] ógjøgnumhugsað. ?Teir vísa á fleiri ting, ið taka inntøkur frá okkum, men einki er nevnt um, hvussu vit hendur aftur á inntøkunu, sigur Mikkjal Helmsdal, sum eisini skal taka sær av spurninginum viðvíkjandi [...] mesta landinum. Sjónvarp Føroya vinnur í dag einar 4 mió kr. um árið upp á handilslýsingar, og hetta eru góð 20% av inntøkuni hjá stovninum. Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, sigur seg vita av royndum, at
HB út til landsliðið. Hesin hevði júst fingið boðini, tá vit hósdagin prátaðu við hann, og hann var sjálvandi fegin um møguleikan, sum hann nú hevur fingið. - Tað er sjálvandi nakað, sum eg altíð havi [...] tí gav eg avboð. Eg havi tí líka sum vita av, at eg taldist millum teir á leið 30 leikararnar, sum eru í myndini til hópin. Jón Rói, sum bert er 18 ára gamla, ivast ikki í, at hetta er eitt stórt framstig
av teimum, sum hevur størst innlit í viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum, Frederik Harhoff, ávarar nú beinleiðis donsku politikkararnar ímóti at vraka sjálvstýrisætlanina hjá landsstýrinum. Serfrøðingurin [...] um. Frederik Harhoff heldur ætlanina hjá landsstýrinum vera skilagóða, og at danskir politikkarar eru óærligir, tí teir alment siga seg góðtaka eitt ynski úr Føroyum um meira sjálvstýri, men kortini leggja [...] - Londini fara at hyggja undrandi at donsku handfaringini, sum er í stríð við danskan mentalitet. Vit hava ikki siðvenju fyri at reka uttanríkispolitikk eins og fransmenn, sigur Harhoff við Berlingske