Vilja sleppa undan handilslýsingum

Løgtingið hevur fingið upptykt til samtyktar, sum ætlar at forða handilslýsingum í almennu miðlunum. Ùtvarpsstjórin og sjónvarpstjórin er í iva um uppskotið

Politikkur

Finnur Helmsdal og Jógvan á Lakjuni hava lagt fram uppskot til samtyktar í løgtinginum. Uppskotið hevði fyrstu viðgerð í gjár, hósdagin.
Nú fýra ár aftaná stendur tó greitt, at avtøkan av einkarrættinum ikki hevur slóðað fyri í tann mun, ætlað varð. Bæði ÚF og SvF hava víðkað um inntøkuvirksemi sítt í slíkan mun, at tað er mest sum ógjørligt hjá møguligum kappingarneytum at liva. Her verður fyrst og fremst hugsað um stóra partin av handilslýsingarmarknaðinum, sum fyrst SvF og síðan eisini ÚF hava lagt seg á. Hetta má metast sum bæði órímiligt og øvugt, tá nógv størsta og kanska eisini einasta inntøkan hjá møguligum øðrum kringvørpum júst er handilslýsingar. Myndin verður enn meira skeiv, tá hugsað verður um, at ÚF og SvF hava einkarrætt til lurtara- og hyggjaragjaldið, skrivað teir báðir í uppskotinum .
Tí verður við hesum skotið upp, at tað verður bannað ÚF og SvF at fíggja virksemi sítt við handilslýsingum. ÚF og SvF eiga leiklutin sum alment stuðlaðir public service stovnar, sum ymsu aldurs- og áhugabólkarnir í samfelagnum skulu hava sítt gagn av, skrivað teir báðir í uppskotinum

Ikki gjøgnum hugsa
Mikkjal Helmsdal, stjóri í Sjónvarpi Føroya, kallar uppskotið hjá Finni og Jógvani fyri fragmentariskt og ógjøgnumhugsað.
?Teir vísa á fleiri ting, ið taka inntøkur frá okkum, men einki er nevnt um, hvussu vit hendur aftur á inntøkunu, sigur Mikkjal Helmsdal, sum eisini skal taka sær av spurninginum viðvíkjandi, at DR í næstum væntandi verður at síggja í tí mesta landinum.
Sjónvarp Føroya vinnur í dag einar 4 mió kr. um árið upp á handilslýsingar, og hetta eru góð 20% av inntøkuni hjá stovninum.
Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, sigur seg vita av royndum, at tað verður óalmetaliga torført hjá løgtinginum at semjast um hækkanir til almennar stovnar, men tað er hetta, ið skal til, um útvarpið skal halda fram sum er, uttan handilslýsingar.
Útvarp Føroya hevur eina fíggjarætlan upp á góðar 26 mió, og tvær av hesum koma frá handilssligum lýsingum.