Bilar í Føroyum í 80 ár

Mánadagurin komandi er ein merkisdagur í søgu okkara, tí tá eru áttati ár liðin, síðani fyrsti bilurin kom til Føroya. Hetta var tann 6. mai í 1922, tá Johannes Olsen og Júst Sivertsen í Havn keyptu ein Ford T eitt tons lastbil frá Wenzel Petersen og Vilhelm Nielsen, sum høvdu smiðu í Quillingsgarði í Havn

Bilurin kom til Føroya við DFDS-skipinum »Island«. Tá vóru havnarviðurskiftini í Havn ikki so fræg ? havnarútbyggingin varð ikki framd tá ? so skipið fekk ikki lagt at bryggju. Tískil varð bilurin førdur í land á einum prámi og skipaður upp á Kongabrúnni í Havn.
Tað varð sum vera man stórhending í Havn, at ein bilur kom í land, tí havnarfólk høvdu ikki sæð bil áður. Hestavognar vóru í Føroyum tá, men teir vóru kortini ikki so nógvir í tali, og valla hava nógvir hestavognar verið í Føroyum fyri aldarskiftið.
Arthur Brend var tó tann fyrsti, sum hevði »motoriserað« akfar í Føroyum. Á heysti í 1921 fekk hann eina motorsúkklu til landið, og hon varð nógv umrødd í bløðunum tá.
Eingin av teimum, sum var á Kongabrúnni henda mai-dag í 1922 dugdi at koyra bilin. Tískil varð hann skumpaður niðan í smiðjuna hjá Wenzeli og Vilhelmi í Quillingsgarði.
Men Planck, ið starvaðist á hjá fútanum ella á dómaraskrivstovuni var dani, og hann dugdi at koyra ? og lærdi hann so fyrst Hannis at koyra.
Í bløðunum sæst, at bilurin fáar dagar eftir, at hann kom til landið, koyrdi túrar í Havnini og niðan á Sanatoriið í Hoydølum.
Nógv er broytt síðani 1922, og nógvir bilar hava rullað á klettunum síðani. Men siðsøguliga sæð, so er lítið gjørt burtur úr bilinum ? bæði tá hugsað verður um tann framburð, sum bilurin hevur havt við sær, og tá hugsað verður um bilin sum mentanarbera.
Nógv er sagt og skrivað um sjóvinnuna og um skip og bátar, meðan einki bókaverk á føroyskum finst um bilin.
Vit kunnu bara ímynda okkum samfelagið uttan bilin? Hann er bindiliðið millum allar føroyingar: Tað er bilurin, sum er grundarlagið undar allar samferðslu í landinum ? og hann er við at loysa av bátar og skip eisini, nú koyrast kann gjøgnum fjøll, undir og um firðir og sund.
Bilurin hevur eisini ført til vanlagnur, og eru um 240 fólk deyð í ferðsluni hesa áttati árini.
Men tað er sum við eldinum: Hann er góður tænari, men ringur harri?