Í seinasta lagi í 2004 skulu tær fyrstu tíggju verjurakettirnar standa klárar við Fort Greely-herstøðina í Alaska, og innan 2006 skulu tíggju rakettir av sama slagi setast upp har.
Við hesarð avgerðini heldur George W. Bush, forseti eitt tað týdningarmesta av sínum vallyftum, og boðskapur hansara í dag er tann sami sum undan valinum fyri tveimum árum síðani.
-Tað frøir meg, at vit nú taka eitt týdningarmikið stig til at forða hóttanum ímóti okkum. Rakettverjuskipanin skal verja USA, okkara sameindu og okkara vinir, segði Bush, tá hann kunngjørdi avgerðina.
Sjálvur sigur forsetin, at í fyrsta umfari er talan um eitt lítið stig á leiðini, men at tað kortini fær stóra ávirkan á landsins verju. Síðani er ætlanin at halda fram við atliti til ta tøkniligu menningina og viðurskiftini í heiminum annars, sigur hann.
Undir valstríðnum upp undir forsetavalið lovaði Bush, at hann ætlaði sær at halda fram við tí arbeiði, sum varð sett í verk, tá Ronald Reagan var forseti. Tað var í 1983, at Reagan kom við teirri sokallaðu stjørnukrígsætlanini, sum tó ongantíð kom longur enn á borðið.
Fyri einum hálvum ári síðani gjørdi USA av at ógilda ta 30 ára gomlu ABM-avtaluna við Sovjetsamveldið, tí hon forðaði USA og Russlandi at gera rakettverjuskipanir. Talsmenn hjá stjórnini í Washington hava seinni sagt, at so skjótt avtalan var uppsøgd, fekk herurin boð um at fara undir neyðugar fyrireikingar á Fort Greely-herstøðini í Alaska.
Russland og Kina hava funnist at teirri ætlaðu rakettverjuskipanini. Sjálvur hevur Bush sagt, at tað eru ikki russar og kinesarar, sum hótta USA, men heldur lond sum Norðurkorea, Iran og Irak. Harafturat kemur vandin fyri álopum frá yvirgangsfelagsskapum.
Amerikanska verjan hevur higartil gjørt átta royndir við skipanini. Tann seinasta, sum var fyri einari viku síðani, miseydnaðist, men sagt verður, at tríggjar av teimum átta royndunum gingu eftir ætlan.
-Royndirnar hava víst, at tað gongur tann rætta vegin, sigur Paul Wolfowitz, varaverjumálaráðharri. Saman við Bush og Donald Rumsfeld, verjumálaráðharra er hann heitur talsmaður fyri rakettverjuskipanini.