Fólkaskúlin
Landsstýrið arbeiðir framvegis við eini ætlan um at leggja fólkaskúlan undir kommunurnar at umsita og reka.
Hetta upplýsti landsstýrismaðurin í kommunumálum, Høgni Hoydal, fyri stýrinum í Kommunusamskipan Føroya í síðstu viku.
Kommunusamskipanin hevði biðið hann koma á fund at greiða frá, hvørjar ætlanir Landsstýrið í hevur á hesum øki.
Kommumusamskipanin tók hetta stigið eftir at Annlis Bjarkhamar herfyri kunngjørdi í Sosialinum, at Landsstýrið ongar ætlanir hevur um at lata kommunurnar yvirtaka fólkaskúlan. Hetta gjørdi landsstýriskvinnan grett í einum svari til forkvinnuna í Føroya Lærarafelag, sum beint frammanundan hevði sagt í Sosialinum, sat Lærarafelagið fór at berjast ímóti eini slíkari ætlan við hond og fót.
Vilja hava greiði á
Jógvan Krosslá, formaður í Kommunusamskipanini, sigur, at ætlanin var tí at fáa greiði á, hvat Landsstýrið ætlaði tí í einum áliti, har ábyrgdarbýtið ímillum land og kommunur verður viðgjørt, stendur, at kommunurnar skulu eisini umsita skúlan, eins og eldraøkið, barnaansing o.a.
? Men nú Annlis Bjarkhamar sigur tað beint øvugta, vildu vit hava greiði á málinum, so at kommunurnar ikki brúktu kreftir uppá at fyrireika seg til mál, sum kanska ikki blivu sett í gildi kortini.
Men Høgni Hoydal vissaði um, at arbeitt verður víðari eftir teimum ætlanum, sum eru lagdar.
men nær fólkaskúlin verður lagdur undir kommunurnar, visti hann ikki.
Ætlanin er fyrst at síggja, hvussu væl tað hepnast hjá kommununum at umsita og reka eldraøkið, sum tær fáa ábyrgdina av 1. januar
Í hesum sambandi segði landsstýrismaðurin, at ætlanin er at seta ein politiskan bólk at fylgja við hesum arbeiðnum. Í bólkinum skulu sita landsstýrismenninar í fíggjarmálum, trivnaðarmálum og kommunumálum, umframt formenninir í Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag mynda henda bólkin.
Jógvan Krosslá legur dent á, at tað er landsstýrið, sum vil hava skúlarnar undir Kommunurnar at umsita og at reka kommunurnar tí mugu fyrireika seg til tað.
Ì hesum liggur at kommunurnar skulu umsita allan skúlan og at tað hereftir skal vera Kommunuala Arbeiðsgevarafelagið, sum skal samráðast um læraralønirnar , men at tað verður eftir yvirskipaðum reglum og eftirlitið frá Landsstýrinum, so at skúlin verður eins um alt landið.










