Skúlastríð
Skopun: Skúlastýrið í Skopun hevur ongan myndugleika at viðgera teir trupulleikar, sum hava tikið seg upp í skúlanum í Skopun. Tískil er ein møgulig viðgerð av hesum máli í skúla-stýr-inum í Skopun fyri púrt einki at rokna og hevur ikki gildi ? hvørki so ella so.
Hetta sigur Sigmund Poulsen, sakførari hjá Ingun Simonsen, fyrstalærara, í einum brævi til skúlatýrið.
Nú foreldur at børnum í skúlanum í Skopun hava sent Mentamálastýrinum bræv við áheitan um at seta annan skúlaleiðara í Skopunm, hevur skúlastýrið tikið málið upp og skuldi hava fund um tað í gjárkvøldið.
Fyrstilærarin er skrivari í skúlastýrinum, men sakførarin ger greitt, at av tí, at hetta er eitt mál, sum ikki viðkemur skúlastýrinum, fór hon ikki at møta á fundinum.
Hann sigur eisini, at skúlastýrið tískil eigur at vísa málinum frá sær.
Men frá keldum í Skopun frætta vit, at skúlastýrið fór at viðgera málið, sama um skrivarin møtti ella ikki og, sama hvør annars møtir á fundi, ella ikki.
Sakførarin sigur annars, at kæran til Mentamálastýrið er einki annað enn eitt kapittul afturat í tí persónliga stríði millum Sigurd Bærent-sen og Ingun Simons-en, sum tók seg upp, tá ið Sigurd Bærentsen ikki fekk starvið sum skúlaleiðari í Skopun.
? Tað skínur so týðiliga ígjøgnum, at tað er misnøgdin hjá Sigurd Bærentsen, sum her kemur til sjóndar, sigur hann.
Hann sigur eisini, at Ingun Simonsen ongar trupulleikar hevur við lærarum ella næmingum og ei heldur við at stýra skúlanum ? uttan tá ið talan er um Sigurd Bærentsen.
? Og orsøkin er púra einfalt, at hann ikki vil taka ímóti boðum frá skúlaleiðaranum, tí hann er misnøgdur um, at hann ikki fekk starvið sum skúlaleiðari, sigur Sigmund Poulsen í skrivi sínum til skúlastýrið í Skopun.
Hann visir eisini á, at í kæru síni hava foreldrini ikki eitt einasta, ítøkiligt dømi at vísa á um viðurskifti á skúlanum, sum ikki eru nøktandi.