- Sjálvandi skulu vit øll vera við til at rinda fyri undirsjóvartunlarnar. Tað heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu. Hann sigur, at undirsjóvartunlarnir eru fólksins ogn fyri at brúka [...] brúka eitt hugtak, sum er nógv uppi í tíðini. - Alt Føroya Fólk havur goldið allar tunlar, allar vegir, allar havnir og øll strandferðsluskip. - Tað er ongin ávísur partur av landinum, sum kann taka sær [...] vit eiga at finna eina samhaldsfasta skipan, har øll rinda fyri samferðslukervið. Hann hugsar eitt nú um at leggja eitt avgjald á brennievni til bilar. - Eitt avgjald á brennievni til bilar kann fíggja
virkast á landi av føroyskum arbeiðsfólki. Tað sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag og nú heitir hann staðiliga á bæði samgongu og á andstøðu um at tryggja, at so verður. - Gongdin í fjør, [...] har landsstýrið avreiddi stóra nøgdir av makrelinum til útlendingar, eigur at fáa alt Føroya fólk at ressast, tí har fóru túsundtals arbeiðstímar av landinum, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelagi [...] hava møguleikan at virðisøkja tann makrel, og onnur fiskasløg, sum verða fiskað undir Føroyum. - Vit skulu tí staðiliga heita á landsins myndugleikar um at tryggja, at allur fiskur, sum verður fiskaður á grunnum
hesi bæði leigumál skulu halda fram, og eini 10-12 fólk eru knýtt at virkseminum hjá bilaverkstaðnum og smiðjuni. Í sínum egna felag, sum eigur allan partapeningin í felagnum, sum nú hevur keypt bygningarnar
teimum nærkast nú endanum. Sum skilst, loysa skipini helst aftur, tá veiðan er landað. Djúpvatnstrolarin Edna er sambært Eyðfinni Jacobsen, bústjóra, heldur ikki raktur av húsagangi. Fólk, sum hava arbeitt [...] Vit hava skilt, at tað eru nøkur viðurskifti millum Kongshavn og búgvið eftir Faroe Seafood, sum skulu avgreiðast, men Kongshavn er ikki insolvent. Soleiðis sum Portalurin skilir støðuna, er ikki óhugsandi
fyri at kradda mínar atkvødur, men teir vilja ikki hava meg, Men teir skulu fáa ein skarpan gang hetta valið! Eg heiti inniliga á fólk um at velja meg persónliga, eina seinastu ferð. Sjálvt um eg eri sera [...] haldi eg sjálvur, sum stendur í beinari linju vid fiski- og verkamannakósina hjá Ellinti, sum teir nú hava drigið fram í valstríðnum. Prýða seg við læntum fjaðrum. Tað hevur havt sín prís at vera ósamdur
Men verandi samband er dýrt. Fólk, fæ og farmur skal gjalda ferðaseðlar. Skip skulu útvegast, rentast og avskrivast, og tey hava útreiðslur til olju, viðlíkahald, avloysaraskip og manning. Tey taka upp [...] farast kann undir hesa verkætlan. Neyvan nakratíð hevur verið so bíligt at fingið fígging sum tað er nú. Kapitalistar um allan heim ristast av ótta fyri at missa pening sín og leita altráir eftir verkætlanum
kappingini, har eg fegin vil royna at endurvinna meistaraheitið, og ikki minst í altjóða høpi, har vit nú skulu spæla undankapping til Champions League, sigur hann. Eisini miðvallarspælarin Ingi Højsted hevur [...] sáttmáli undirskrivaður. - Fremsta orsøkin til at eg leingi, er at eg og genta mín stórtrívast heruppi. Fólk sum heild, spælarar, venjarar og leiðsla hava tikið serstakliga væl ímóti okkum, og í so máta hevur
fingið við í reglugerðina, at næmingarnir skulu hava sømiligan atburð – og virða landsins lógir og umdømi skúlans, so góðvarin avbygdarfólk – og hoyvíkingar, ótarnað sleppa til arbeiðis [...] hevur hann í tí, at studentaskúlanæmingar ikki eru serliga nógv frammi í samfelagskjaki nú á døgum. Men hvørja ferð síðsti skúladagur er hjá 3. g'arum, so fara tey á barrikadurnar.
Nú korona aftur er farið at herja kring landið sum ongantíð áður, hevur eisini Strandferðslan nøkur serlig tilmæli til øll tey, sum ferðast við Bygdaleiðum og ferjunum hjá Strandferðsluni. Í hesum sambandi [...] onnir starvsfólkaøki. Ferðafólk, ið hava koronu, ella hava sjúkraeyðkenni, sum kunnu vera korona, skulu ikki ferðast við Strandferðsluni uttan so, at tey hava gjørt eina serliga við Strandferðsluna. Øll [...] umborð á Strandfaraskipum, og ferðast sum minst millum hini ferðafólkini. Og annars verður mælt til, at fólk halda tey kendu tilmælini um reinføri og frástøðu.
seinni var alt útselt. KÍ skrivar soleiðis á nýggju heimasíðu síni: Sigast kann ikki annað enn at fólk ynskja at síggja KÍ spæla dyst ímóti RFS úr Lettlandi. Tað var øgiligur gravgangur eftir atgongumerkjum [...] rættingar vóru orsøk til, at tað var neyðugt at bíða við at selja aftan fyri málið, har tað verður bygt nú. Men so skjótt hesi atgongumerkini vórðu sett til sølu, vórðu tey seld. Tað er møguleiki fyri, at fleiri [...] fara at verða sett til sølu. Um tað verður soleiðis, so verður kunnað um hetta í næstu viku. Annars skulu vit sissa øll tey, sum ikki fáa atgongumerki, við, at dysturin verður vístur í Televarpinum. Í dag