Verjuskansi heldur fram í B36

Jonas Flindt Rasmussen fer aftur at umboða B36 næsta kappingarár, og Ingi Højsted tekur eisini eitt tørn afturat fyri meistaraliðið.

 

Jonas Flindt Rasmussen hevur verið verjuálit hjá B36 í hesum kappingarárinum, og leiðslan og venjarar í B36 vóru á einum máli um, at sáttmálin átti at leingjast. Leygarmorgunin undan HB-dystinum varð so nýggjur sáttmáli undirskrivaður.

 

- Fremsta orsøkin til at eg leingi, er at eg og genta mín stórtrívast heruppi. Fólk sum heild, spælarar, venjarar og leiðsla hava tikið serstakliga væl ímóti okkum, og í so máta hevur hetta verið ein einastandandi uppliving hjá okkum, sigur Jonas Flindt Rasmussen við b36.fo.

 

- Ítróttarliga kenni eg meg eisini fáa bæði avbjóðingar og menning, og ikki minst gleði eg meg til tær avbjóðingar, sum standa fyri framman í 2012. Bæði í heimligu kappingini, har eg fegin vil royna at endurvinna meistaraheitið, og ikki minst í altjóða høpi, har vit nú skulu spæla undankapping til Champions League, sigur hann.

 

Eisini miðvallarspælarin Ingi Højsted hevur gjørt nýggja avtalu við B36. Ingi Højsted hevur verið illa plágaður av skaðum, men hóast fleiri helst høvdu avskrivað hann heilt, so byrjaði hann aftur í vár og var partur av 23 dystum hjá B36.

 

Um eina viku skal Ingi aftur undir skurð, og vónandi ger hetta, at hann verður enn betur fyri til komandi kappingarár, skrivar b36.fo.