Klaksvíkingar og norðoyingar eru tiltiknir áhugaðir í fótbólti og í at stuðla KÍ. Í Europa fótbólti halda allir føroyingar við føroysku liðunum.
At áhugin er øgiliiga stórur fyri fyrsta dystinum í Klaksvík í europeiskari kapping varð so ruddiliga staðfest seinnapartin.
Klokkan 16 setti KÍ atgongumerkini til fyrsta heimadystin yvirhøvur í Klaksvík í europeiskari kapping til sølu, og tríggjar minuttir seinni var alt útselt. KÍ skrivar soleiðis á nýggju heimasíðu síni:
Sigast kann ikki annað enn at fólk ynskja at síggja KÍ spæla dyst ímóti RFS úr Lettlandi.
Tað var øgiligur gravgangur eftir atgongumerkjum, tá sølan læt upp klokkan 16. Eftir tríggjar minuttir var alt umbiðið. Nakrar tekniskar rættingar vóru orsøk til, at tað var neyðugt at bíða við at selja aftan fyri málið, har tað verður bygt nú.
Men so skjótt hesi atgongumerkini vórðu sett til sølu, vórðu tey seld.
Tað er møguleiki fyri, at fleiri atgoingumerki fara at verða sett til sølu. Um tað verður soleiðis, so verður kunnað um hetta í næstu viku.
Annars skulu vit sissa øll tey, sum ikki fáa atgongumerki, við, at dysturin verður vístur í Televarpinum.
Í dag vórðu gott og væl 700 atgongumerki seld.
KÍ fer av landinum týsmorgunin. Dysturin í Lettlandi verður hósdagin í næstu viku, og dysturin í Klaksvík verður eina viku seinni – hósdagin 15. juli klokkan 19.00.