- Tvey leigumál eru í syðru høllini, og hesi leigumál fara at halda fram, sigur nýggi eigarin av báðum hallunum á ídnaðarøkinum Inni á Rætt. Mortan Højgaard, sum eigur og rekur felagið Sp/f DEH á Toftum, hevur keypt hallirnar, sum standa á ídnaðarøkinum Inni á Rætt á Toftum. Tað var Eik Banki, sum átti hesar ognir, ið felagið SeaStar læt byggja.
Talan er um eina høll, sum er 800 fermetrar stór ? ella 40 x 20 metrar hvønn vegin. Betongdekk er í syðra enda í bygninginum við lofti, sum er einar 200 fermetrar stórt. Á loftinum er skrivstova, men annars er loftið ikki innrættað.
Í hesi høllini eru tvey leigumál, har Bilaverkstaðið við Rætt er eitt og Smiðjan á Krossbakka eitt annað.
Ætlanin hjá Mortani Højgaard er, at hesi bæði leigumál skulu halda fram, og eini 10-12 fólk eru knýtt at virkseminum hjá bilaverkstaðnum og smiðjuni.
Í sínum egna felag, sum eigur allan partapeningin í felagnum, sum nú hevur keypt bygningarnar Inni á Rætt, hevur Mortan Højgaard tveir lastbilar og tríggjar gravmaskinur.
Tríggir mans arbeiða í løtuni hjá Sp/f DEH.
Mortan Højgaard sigur, at hann fer at umhugsa, hvat hann fer at gera við høllina, sum ikki er liðug.
- Eg havi fígging til inniloking av høllini, men møguleikin at selja høllina burturúr verður eisini umhugsaður, sigur hann.