Allur fiskurin, sum føroyingar eiga, skal fiskast av føroyskum fiskimonnum og hann skal virkast á landi av føroyskum arbeiðsfólki.
Tað sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag og nú heitir hann staðiliga á bæði samgongu og á andstøðu um at tryggja, at so verður.
- Gongdin í fjør, har landsstýrið avreiddi stóra nøgdir av makrelinum til útlendingar, eigur at fáa alt Føroya fólk at ressast, tí har fóru túsundtals arbeiðstímar av landinum, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelagi.
Hann undrast á, at landsstýrið læt útlendingar sleppa at fiska og keypa stórar nøgdir av av okkara fiskatilfeingi, sum annars er ogn føroya fólks, samstundis sum nógvar føroyskar hendur eru tómar.
- Hetta vísir eina sera lítla virðing og ábyrgd fyri vanliga føroyinginum, og ikki minst teimum arbeiðsleysu, sum fegin vilja hava møguleikan at virðisøkja tann makrel, og onnur fiskasløg, sum verða fiskað undir Føroyum.
- Vit skulu tí staðiliga heita á landsins myndugleikar um at tryggja, at allur fiskur, sum verður fiskaður á grunnum okkara verður fiskaður av føroyskum fiskimonnum og verður virkaður av føroyskum arbeiðsfólki.
- Tað kann ikki vera rætt, at landsmyndugleikar okkara hava so lítla virðing fyri galdandi lóggávu, at fiskurin verður latin risafyritøkum uttanlands at virka, ístaðin fyri at hann kemur samfelagnum og vanliga arbeiðsfólkinum til góðar, sigur Georg F. Hansen í áheitan á samgongu og andstøðu í dag.










