Kongshavn landar kanska í vikuni

Sum skilst, er ikki endaliga greitt enn, hvussu viðurskiftini hjá landingarmiðstøðini Kongshavn eru í løtuni, men tað er ikki óhugsandi, at onkur landing verður í hesi vikuni. Eyðfinnur Jacobsen, sum er annar av fyribils settu bústjórunum til búgvið eftir Faroe Seafood, segði í gjár, at landingarmiðstøðin Kongshavn í Saltangará og feløgini, sum eiga og reka ísfiskaskipini Jaspis, Ametyst og Ednu, eru ikki farin á húsagang.

Partrolararnir, Jaspis og Ametyst, eru í løtuni til fiskiskap, og hesin túrurin hjá teimum nærkast nú endanum.

Sum skilst, loysa skipini helst aftur, tá veiðan er landað.

Djúpvatnstrolarin Edna er sambært Eyðfinni Jacobsen, bústjóra, heldur ikki raktur av húsagangi.

Fólk, sum hava arbeitt á landingarmiðstøðini Kongshavn og hava verið við til kunnandi fundir um viðurskiftini, siga, at óhugsandi er ikki, at landing aftur verður í Saltangará seinni í hesi vikuni.

- Vit hava skilt, at tað eru nøkur viðurskifti millum Kongshavn og búgvið eftir Faroe Seafood, sum skulu avgreiðast, men Kongshavn er ikki insolvent.

Soleiðis sum Portalurin skilir støðuna, er ikki óhugsandi, at landingarmiðstøðin kemur upp at koyra aftur, eins og tey trý skipini, Jaspis, Ametyst og Edna, framhaldandi koma at sigla.

Í dag hava menn annars tikið kør upp úr hinum skipunum, sum Faroe Seafood átti 100 prosent.

Skipini, sum eru løgd, eru Rókur, Lerkur, Heykur, Falkur, Stelkur og Bakur.