Vilja hava at summi ferðafólk eru í masku

Nú verða øll, sum ferðast við Strandferðsluni og Bygdaleiðum, biðin um at fylgja nøkrum ávísum reglum

Nú korona aftur er farið at herja kring landið sum ongantíð áður, hevur eisini Strandferðslan nøkur serlig tilmæli til øll tey, sum ferðast við Bygdaleiðum og ferjunum hjá Strandferðsluni.

 

Í hesum sambandi heitir Strandferðslan á tey, sum ferðast við Bygdaleiðum og ferjum um at verða serliga varin. Í fyrsta lagi heitir Strandferðslan staðiliga á øll um at lata seg koppseta sum skjótast.

 

Strandferðslan sigur, at verða bussførarar, ella manningin á ferjunum, smittað, kann fáa stórar avleiðingar fyri okkara koyring og sigling. Tí verður heitt á ferðafólk um at halda seg passaliga langt frá bussførarum og manning, og ferðafólk hava ikki atgongd til stýrhús, messu, og onnir starvsfólkaøki.

 

Ferðafólk, ið hava koronu, ella hava sjúkraeyðkenni, sum kunnu vera korona, skulu ikki ferðast við Strandferðsluni uttan so, at tey hava gjørt eina serliga við Strandferðsluna.

 

Øll ferðafólk, sum koma uttanlands, eiga at vera í masku í bussum og umborð á ferjum, og tey eiga ikki at ferðast aftur fyrrenn tey hava fingið úrslitið av kanningini, sum myndugleikarnir mæla teimum til, annan dagin eftir at tey eru komin til Føroya.

 

Tað verður eisini heitt á ferðafólk um at sita niðri allan túrin - bæði í bussum og umborð á Strandfaraskipum, og ferðast sum minst millum hini ferðafólkini. Og annars verður mælt til, at fólk halda tey kendu tilmælini um reinføri og frástøðu.