– Tá eg gekk í Hoydølum fyri eini 30-40 árum síðani høvdu næmingarnir ikki funnið seg í slíkum, segði Marjus Dam við greiðari tilsiping til tiltikna uppreistrarsinnaða ungdómin Hoydølum serliga í seksti- og sjeytiárunum.
Og rætt hevur hann í tí, at studentaskúlanæmingar ikki eru serliga nógv frammi í samfelagskjaki nú á døgum. Men hvørja ferð síðsti skúladagur er hjá 3. g'arum, so fara tey á barrikadurnar. Soleiðis var eisini í morgun, tá tey við blómum, øli og karamellum stuttleikaðu sær við at órógva sera tøttu ferðsluna á Hvítanesvegnum.
Løgreglan var á staðnum og royndi sum frægast at flyta kátu, troyttu og fullu studentaskúlanæmingarnar.
Onkur helt fyri, at kanska átti leiðsla skúlans at fingið við í reglugerðina, at næmingarnir skulu hava sømiligan atburð – og virða landsins lógir og umdømi skúlans, so góðvarin avbygdarfólk – og hoyvíkingar, ótarnað sleppa til arbeiðis...