uttan lýsing hava vit sæð alt ov nógv til í SEV. SEV er ein almenn fyritøka, og tað er upp á tíðina, at SEV lýkur minstakrøvini til starvssetanir innan tað almenna. Og hvussu er tað nú við tí almenna innlitinum [...] tí Í mong ár hevur hetta verið eitt hjartamál. Onkur onnur ábót er eisini, treyðugt so. Men hesar eru so langt frá nóg mikið til at tryggja felagsskapinum eina framtíð. Í onkrum føri er enntá talan um [...] snýr seg um stýrið, sum í dag hevur 7 stýrislimir, ið verða valdar úr 7 økjum í Føroyum - vanliga eru stýrislimirnir bý- og bygdarráðslimir. Hví ikki sleppa hesum fjasinum, minka talið av stýrislimum til
ung, smílist Susanne. Leingjast umborð aftur Inni í messuni hitta vit tær tríggjar vinkonurnar Jansy, Erlu og Sólmay úr Klaksvík, sum eru komnar at ynskja manningini góðan túr. Tær hava allar verið við Nærabergi [...] til hendan túrin. Mynstringin er við at vera liðug og Jansy, Erla og Sólmay eru á veg í land. Tað er ikki frítt, at tær longu eru farnar at leingjast umborð aftur, men so er bara at minna seg á løturnar, [...] stendur eitt ljósareytt stearinljós við hvítari blondu rundan um. Her er bara stak huganligt, men beint nú er tað eitt sindur ringt at ímynda sær, hvussu alt hetta pyntið og nipstingini fara at hava tað í ringasta
m Priscilla, Queen of the Desert, er boðskapurin hjá LGBT-fólkunum: vit eru nútíðarslig og fábulaktig, meðan tit, harafturímóti, eru óupplýst og ófantalig. Altso, við at kunngera tín treytaleysa stuðul [...] Bøssabrúdleyp: hvat til meinvitis er tað nú fyri nakað? Ein og hvør, sum spyr seg sjálvan, hvussu hjúnalag fyri samkynd endaði sum tað stóra kjakevnið í Evropa, og nú eisini Føroyum, kann ikki annað enn konkludera [...] er ein maskinbyrsa, brúkt av LGBT og øðrum supermodernistum at demonstrera, at tey eru og vita betri—tað merkir, eru minni heilavaskað og meiri umsorganarfull—enn ein miðal bíbliubýttur bygdamaður. Sjálvvaldir
var longu fyri 425 árum síðani. Tær eru á veg til hús, nú tað fer at líða til nátturðatíð. Tá svongdin fer at gera seg galdandi er gott at hava stuttan veg til hús. - Vit eiga hasi nýggju sethúsini haryviri [...] haryviri. Tey liggja faktiskt beint við ánna, sum vit hava tikið til okkara eftirnavn, sigur Hjørdis Hávarsá. Hesi húsini eru bert eitt av mongum nýggjari sethúsum á Norðoyri. Bara í fjør vaks íbúgvaratalið [...] Mamman letst ikki um vón. Hetta er hon so von við, nú tær báðar spæla saman óræddar á vegnum inni í barnavinarligu bygdini. Í góðveðrinum í dag eru tað serliga blómurnar framvið vegnum sum hava fangað
fyrsti svarti forseti 10. mai 1994. "Vit vilja fyrigeva, men vit vilja ongantíð gloyma, tí tann, sum gloymir mistøkini úr fortíðini, er dømdur at endurtaka tey". Hesi orð eru at lesa omanfyri høvuðsdyrnar á [...] sum sigur, at øll menniskju eru skapt í Guds mynd, 2) Boðskapin um, at sáttargerð og fyrigeving kunnu veitast øllum menniskjum líkamikið, hvørjar fortíðirnar hjá viðkomandi eru og 3) Trúgv á, at øll menniskju [...] og Hitler Vit vóru staddir í kamari okkara í Cape Town, tá stóru tíðindini bórust um, at einaræðisharrin Saddam Hussein loksins varð fangaður av amerikumonnum í einum kjallara í Irak, og vit fylgdu við
hesum, um vit hyggja at veruleikanum. Fólk flest velja í dag at keypa vínið hjá sær stutt undan, at tað skal brúkast, 2-3 dagar áðrenn. Tað er vorðið alsamt meira vanligt at drekka vín og tað eru ikki øll [...] Eitt nú Bourgogne, Barolo, Priorat og Rheingau. Vanliga kunna vínsløg úr Nýggja Heiminum ikki goymast longri enn 1-2 ár. So missa tey beinanvegin frískleikan og gerast ”undarlig” og vamlislig. Tó eru undantøk [...] Heiminum kunna goymast nøkur ár við fyrimuni. Í anganum eru lot, ið minna um hábærsligum Pomerol-víni. Drúvan er hin sama, Merlot. Tónarnir eru blomma, sjokoláta, sigareskja og so ein feril av meira búnaðum
hava sett radiosendarar á Ísak, Mads Petur og ein heilt annan og hesir hava nú úr at gera at svimja millum teir bólkar, sum eru í vanda fyri at verða hildnir til og so skjótt sum teir narkast, so sigur Doreta [...] drepa heilar familjur av hvalum og ongin sleppur undan, gomul sum ung í grindaflokkinum verða týnd. Vit eru í 21. øld og slíkir grúsamir siðir hoyra ikki heima í nútíðini, serliga ikki í einum samfelag, sum [...] fúsur at tosa um alt frá átrúnaði til heimsspeki. Hann tosar um filmir, lesir nógv og flennir nógv. Vit fáa at vita um hvussu hann togaðist við føroyskar myndugleikar á fyrstu ferðini til Føroya í 1986,
tríggjar landsdystir á Tórsvølli eftir summarfrítíðina, vit hava tapt allar tríggjar ferðirnar, tað eru skotin fýra mál ímóti okkum, og øll fýra málini eru skorað eftir deyðbóltsstøður, sum ikki hava sæð so [...] fyritreytirnar hjá føroyska landsliðnum eru nógv broyttar. Mótstøðumenninir koma ikki til Føroya longur fyri at leypa á og trýsta føroyska liðið langt aftur á vøllin. Vit sóu tað leygardagin móti estlendingum [...] sagt kann sigast, at teir slerdu ikki størri breyð upp, enn tað var neyðugt, teir vunnu 1?0, og teir eru fremvegis við í kappingini um næstfremsta plássið. Skora ikki mál Um føroyingar skulu hugsa um onkuntíð
Hvør er stuttligast í Føroyum og hví? Tað eru nógvir stuttligir, Dávið Jacobsen sum er lærari á Tvøroyri, tá hann er í stødinum, er hann øgiliga stuttligur, tað eru teir flestu í orkestrinum samdir um. Hann [...] mátti arbeiða hvønn dag einar 10 tímar, tað er nokk seinasta ynski sum eg fekk uppfylt. Annars vóru vit í summar í Kroatia saman við familju, tað var eisini øgiliga stuttligt. Hjá mær ganga vanliga nógv [...] uppgávum. Í frítíðini fáist eg nógv við tónleik. Eg venji og arbeiði við tónleiki í garaguni, sum vit hava umbygt til venjingarhøli. Hvørji ráð hevur tú til fólk, sum ætla sær at arbeiða við at fyriskipa
áhoyrararnir høvdu sett seg, og konsertin byrjaði, komu fimm kvinnur inn á pallin. Tað eru hesar fimm, ið manna KaSa hópinn, og eru tær: Áshildur Haraldsdóttir á floytu, Sif M. Tulinius og Helga Þórarinsdóttir [...] saman við orðunum "Kanska ein dag finna vit frið, kanska ein dag flúgva fuglar lið um lið. Kanska ein dag, tá høga aldan hevur lagt seg, kanska ein dag so finna vit frið." Tvey av gullkornunum hetta kvøldið [...] kvinnurnar átta løg hjá Eivør, ið hvør sær vóru løgd til rættis av fýra íslendskum tónleikarum, ið eru: Hilmar Ørn Hilmarsson, Árni Harðarsson, Pétur Grétarsson og Kjartan Valdimarsson. Nøkur av løgunum