SEV fingið andlitslyft

    

Klæmint Olsen, umboðsnevndarlimur
???????????????????????????????


Er SEV veruliga hamskift? Ella er talan um eitt andlitslyft? Svarið er tað seinna. Men kosmetiskar broytingar tryggja ikki framtíð SEV?s.
Ymsar fráboðanir frá SEV í síðstu viku benda eisini á óbroyttan hugsanarhátt. Nýggju stjórarnir í SEV skulu setast innanhýsis. SEV tekur einsamlt avgerðir um alternativa orku. Nýggju ásetingarnar um atlit til náttúru og umhvørvi er tað, sum SEV altíð hevur gjørt.
Men endiliga eydnaðist tað. SEV er ikki longur ein afturlatin felagsskapur. Framyvir verða umboðsnevndarfundirnir almennir. Øll grund er at fegnast, tí Í mong ár hevur hetta verið eitt hjartamál.
Onkur onnur ábót er eisini, treyðugt so. Men hesar eru so langt frá nóg mikið til at tryggja felagsskapinum eina framtíð. Í onkrum føri er enntá talan um afturstig.

Eingin verulig nýhugsan
Umboðsnevndarformaðurin sigur, at ætlanin við broytingunum er at fáa størri opinleika og greiðari mannagongdir. Samstundis viðgongur hann, at ætlanin ikki hevur verið at broyta SEV grundleggjandi.
SEV hevur tann hugburð, at skal felagið nýmótansgerast, so skal tað koma uttanífrá. Tikið verður sum givið, at einkarrætturin er galdandi í allar ævir. Og einskiljing er eitt ljótt orð. Tí mugu og skulu landspolitikkararnir átaka sær sína ábyrgd.
Hóast talan bara var um andlitslyft, kundi nýhugsanin verið eitt sindur størri. T.d. tá ið tað snýr seg um stýrið, sum í dag hevur 7 stýrislimir, ið verða valdar úr 7 økjum í Føroyum - vanliga eru stýrislimirnir bý- og bygdarráðslimir. Hví ikki sleppa hesum fjasinum, minka talið av stýrislimum til 5 og velja fólk við veruligum førleika? Umboðs-nevndar--formaðurin ávaraði tó staðiliga ímóti broytingum á hesum øki.

Starvsfólk SEV?s
Kommunurnar sleppa ikki longur at velja starvsfólk hjá SEV til lim í umboðs-nevndina og stýrið. Hendan broyting er av tí góða, tí so koma tey ikki í ein dupultan leiklut. Umboða tey kommununa ella egin áhugamál?
Hinvegin hevur gongdin seinni árini verið, at starvs-fólk í størri fyritøkum hava rætt til umboðan í leiðsluni, t.d. er hetta ásett í partafelagslógini. Starvsfólkini eru tá ikki í einum dupultum leikluti, men umboða bara seg sjálv sum starvsfólk.
Umboðsnevndin havnaði tó einum uppskoti um umboðan hjá starvsfólkunum í stýrinum. Tað er harmiligt, at umboðsnevndin er so afturhaldssinnað. Eg ivist ikki í, at kommunala eftirlitið krevur, at starvsfólkini verða umboðað so ella so.
Stýrið ófrákoyriligt
Størsti bummarin, sum umboðsnevndin gjørdi var tó at samtykkja eina áseting, sum í veruleikanum ger, at stýrið ikki kann koyrast frá.
Hetta var annars ikki ætlanin. Afturfyri at stýrið fekk størri vald á ymsum økjum, skuldi tað eisini sita eitt sindur leysari. Møguleiki skuldi verða fyri at koyra stýrið frá í úrtíð.
Stýrið sleppur nú at seta forstjóran - og nýggju deildarstjórarnar - og tað sleppur at ráða yvir bygnaði SEV?s. Sagt varð, at eftir gomlu viðtøkunum var ivasamt, um stýrið kundi koyrast frá, og tí var ynski um at gera hetta greiðari.
Úrslitið gjørdist, at 1/3 av umboðsnevndarlimunum skulu skriva undir fyri yvirhøvur at fáa málið á skrá. Hetta er meira enn kravt verður fyri at kalla inn til eykaaðalfund. Heldur ikki umboðsnevndarformaðurin sjálvur ella stýrið kunnu krevja málið á skrá.
Øll við bara minsta kunnleika til, hvussu SEV-skipanin virkar, vita, at hetta í veruleikanum merkir, at stýrið ikki kann koyrast frá. Umboðsnevndin havnaði so dyggiliga einum uppskoti um at gera tað lættari at koyra stýrið frá. Umboðsnevndin frátók sær sjálvum møguleikan fyri veruligari ávirkan.
Skilji ikki, hvussu sakførari SEV?s kundi leggja rygg til tílíkt krutl. Vónandi gjøgnumskoðar kommunala eftirlitið hetta avoldaða lógarsmíð.

Nýggju stjórarnir
SEV fær nú tríggjar nýggjar stjórar. Haldi sjálvur, at nóg mikið hevði verið at sligið fast við sjeytummaseymi, at stýrið avger bygnað SEV?s. Tann grundleggjandi spurningurin er nevniliga, um stýrið hevur vilja og førleika at seta verandi stjóra uppá pláss. At tað koma tríggir nýggir deildarstjórar, ger hetta ikki lættari. Tvørturímóti. Nú verða fýra stjórar, sum kunnu draga stýrið upp á tráð. Og forstjórin er hin sami.
Umboðsnevndarformaðurin segði í útvarpinum, at nýggju stjórarnir verða settir innanhýsis. Hetta kann ikki vera rætt. Størvini mugu lýsast leys, so kunnu verandi deildarstjórar søkja á jøvnum føti við onnur. Starvssetanir uttan lýsing hava vit sæð alt ov nógv til í SEV. SEV er ein almenn fyritøka, og tað er upp á tíðina, at SEV lýkur minstakrøvini til starvssetanir innan tað almenna.
Og hvussu er tað nú við tí almenna innlitinum? Kanska okkara fjølmiðlafólk kunnu kanna, um SEV er fevnt av hesi lóg.