Hóast lógloysi og arbeiðsloysi framvegis eru tvey høvuðseyðkenni í suðurafrikanska samfelagnum í 2004, og rithøvundurin á sinni av røttum kundi rópa "grát, mítt elskaða land", er Suðurafrika eitt unikt og lýsandi dømi um eina tjóð, sum gjøgnum órættvísi, líðing, neyð, stríð og deyða hevur barst seg úr óndskaparinnar klóm og tíðliga í 90´unum loksins sigraði á teimum kreftum, sum í áratíggjur høvdu kúgað og dripið "the little people of South Africa". Tjóðin, sum hevur verið ímyndin av órættvísi og óndskapi, lærir okkum grundleggjandi loyndardómar og sannleikar um, hvussu hitt illa verður vunnið við góðum, og hvørjar fortreytirnar eru fyri grøðing av so djúpum samfelagsligum og persónligum sárum.
Mandela verður leyslatin
Í 1989 varð F.W. de Klerk valdur nýggjur formaður í Tjóðskaparflokkinum, sum umboðaði tey hvítu í Suðurafrika, og í 1990 læt de Klerk forseti Nelson Mandela leysan úr fangaskapi. Nelson Mandela, sum var formaður í landsins størstu andstøðurørslu ANC, hevði tá sitið sum ósekur fangi á Robben Island frá 1964. Í 1991 fór de Klerk undir at seta úr gildi apartheid lógirnar, og í 1992 varð atkvøðugreiðsla hildin bert fyri hvít, har sløk 70% vóru fyri, at hvít og svørt skuldu hava somu politisku rættindi. Við góðkenning av 30 ymiskum politiskum flokkum og felagsskapum varð nýggj stýrisskipanarlóg gjørd í 1993, har skiftisráð við umboðum úr mongum flokkum fyrireikaði fyrsta demokratiska valið í suðurafrikansku søguni í 1994. Í hesum tíðarskeiði valdaði stórur politiskur ófriður og harðskapur millum ymsu politisku bólkarnar. Stríð varð ímillum ANC, stjórnina, víðgongdar høgrafelagsskapir og tjóðskaparligar minnilutarørslur, har serliga Inkatha frælsisflokkurin hjá zulufólkinum gjørdi um seg. Sum kunnugt vann Nelson Mandela valið og gjørdist nýggjur og fyrsti svarti forseti 10. mai 1994.
"Vit vilja fyrigeva, men vit vilja ongantíð gloyma, tí tann, sum gloymir mistøkini úr fortíðini, er dømdur at endurtaka tey". Hesi orð eru at lesa omanfyri høvuðsdyrnar á eini týningarlegu í Pólandi frá seinna heimsbardaga, og somu orðini nýtti Nelson Mandela í stórari talu fyri suðurafrikanska fólkinum stutt eftir, at F.W. de Klerk í 1990 hevði leyslatið Mandela. Teir fingu báðir friðarheiðursløn Nobels í 1993.
Eftir 27 ár sum ósekur fangi á Robben Island er tað við støði í hesum fyrigevandi anda, at Nelson Mandela gjørdist ein landsfaðir og um allan heim ímyndin av tí góða. Tann í dag 86 ára gamli Mandela var kanska mest týðandi arkitekturin og grundleggjarin handan nýggja Suðurafrika, har revsing og hevndarhugur vórðu skift út við eina uppbyggjandi trúgv og vón á tað góða í menniskjanum.
Nürnberg ella Chile
Sum tveir hvítir vestureuropearar á ferð í fátøkum, ikki-hvítum økjum í Cape Town kundi onkur hildið, at vit gjøgnum fýra mánaða arbeiðsuppihald okkara í Suðurafrika høvdu upplivað ein hevndarhugaðan og fíggindasinnaðan hugburð frá einum fólki, sum í eina hálva øld hevur verið sláturoffur teirra hvítu. Men soleiðis var ikki, í staðin upplivdu vit í øllum lógloysinum, fátækradøminum og arbeiðsloysinum hjartarúm, vinsemi, gleði og vón.
Tá Nelson Mandela tók við sum forsteti í yvirgongdini frá apartheid til fólkaræði, heitti hann á erkabiskuppin í Cape Town frá 1984-2000, Desmond Mpilo Tutu, at vera leiðari í víðagitnu Sannleika- og Sáttarnevndini (The Truth and Reconciliation Commission), sum skuldi kanna og staðfesta brotsgerðirnar, sum framdar vórðu í apartheid tíðini. Desmond Tutu greiðir frá í bók síni "No Future Without Forgiveness", at ovurstóra uppgávan at fáa greiðu á myrkursins fortíð varð fullførd við einum sonevndum "triðja vegi".
"Nürnberg ella tjóðskaparlig gloymska (national amnesia)" eitur annar kapittul í áðurnevndu bók, og greiðir Tutu frá, hvørjar spurningar Sannleika- og Sáttarnevndin skuldi taka støðu til. Hvussu føra vit tjóðina víðari? Skulu øll brotsverk revsast eins og undir Nürnberg rættarmálunum eftir ræðuleikarnar undir seinna heimsbardaga, har bert ein evarska lítil partur í veruleikanum varð drigin til dóms? Ella skuldu Tutu, Mandela og aðrir veita nationalt amnesia (gloymska), sum Augusto Pinochet og hansara menn góvu sær sjálvum í Chile á sinni, uttan at sannleikin nakrantíð kom í ljósmála, og uttan at nakar skuldi svara fyri seg? Desmond Tutu, sum vann friðarheiðursløn Nobels í 1984, valdi saman við nevnd sínari ein triðja veg, og loysnin var sáttargerð og fyrigeving fyri allar brotsmenn, sum alment stigu fram, søgdu frá ræðuligu søgum sínum og bóðu avvarðandi um fyrigeving. Hetta merkti tó ikki, at ein og hvør kundi játta og spáka avstað aftur uttan hóvasták. Fleiri brotsmenn fingu eftir samráðingar smærri fongsulsdómar, meðan aðrir ikki lúkaðu krøvini yvirhøvur at luttaka í rættarmálunum, t.d. tí teir ikki vildu siga allan sannleikan og hildu aftur týdningarmiklar upplýsingar.
Í 1998 varð ein rapport uppá 3500 síður givin út av Sannleika- og Sáttarnevndini, og er rapportin avdúkandi úrslitið og opinberingin av tí, sum fór fram undir apartheid, har lógarbrot hjá bæði hvítum og svørtum verða avdúkað. Talan var um eitt alment skriftamál, har avvarðandi, offur, drápsmenn og bøðlar kundu tosa út, viðurkenna, játta og fyrigeva. Hetta var vegurin fram fyri Suðurafrika.
Fyrigeving fríger ofrið
Hesin framferðarháttur varð frammanundan og av mongum spáddur ongantíð at kunna virka, tí hann einfalt fór út um allar menniskjaligar dimensiónir, men mótvegis øllum spádómum vísti fyrigeving, náði og sannleiki seg at sigra og stíga upp um alt vit. Suðurafrika upplivdi rættvísi í eini nýggjari útgávu, sum Desmond Tutu kallar restorativt (uppbyggjandi) rættvísi.
- Fyrigeving og sáttargerð snýr seg ikki um at venda blinda eyganum og deyva oyranum ímóti órættvísini, tvørturímóti. Sanna sáttargerðin avdúkar og opinberar ræðuleikarnar, líðingina, eyðmýkingina, pínuna, misnýtsluna og sannleikan, og júst hetta er vegurin fram. Fyrigeving er at siga frá sær rættindini at hevna, og hetta vísir seg at hava eina frígerandi og loysandi ávirkan á ofrið, segði Desmond Tutu í eini samrøðu fyri fýra árum síðani.
Hóast bert fyrsta stigið er tikið í royndunum at endurreisa eitt vanrøktað og illa løstað land, er yvirgongdin og paradigmuskiftið í Suðurafrika eitt lýsandi vitni um, at menniskjan er før fyri at velja tað góða. Tað er vitnisburðurin um eitt land, sum slapp undan blóðbaðnum, og sum ikki endaði sum eks-Jugoslavia, tí nakrar hetjur gingu á odda og valdu fyrigeving. Sjáldan í søguni hevur tað góða víst seg við slíkari megi; í eini støðu, tá øll sunn fornuft vísti á framhaldandi syrgiligar avleiðingar, blóðbað, borgarakríggj og kaos, vísti menniskjan seg frá síni uniku síðu og hevjaði seg upp um tað myrka, óndsinnaða og ræðandi, sum júst hevði verið orsøk til sorg, sakn, líðing og vøkunætur fyri kúgaða meirilutan í Suðurafrika.
Suðurafrikanska fólkið, sum meiri enn nakað annað fólk hevði upplivað líðingina og óndskapin, helt fast um vónina, um trúnna á javnvirðið í menniskjanum og um idealið, at rættvísi, friður og sannleiki er betri enn órættvísi, harðskapur og lygn.
Fyrigevingin, sum er hornasteinurin í læruni hjá áðurnevnda erkabiskuppinum Tutu, er sjáldan sædd í so víðgongdari útgávu sum í lívinum hjá Nelson Mandela. Hann sameindi teori og praksis og gjørdist við hesum ein fyrimynd, sum milliónir valdu at stuðla og fylgja. Gudfrøðiligu hugtøkini hjá Desmond Tutu um fyrigeving, sáttargerð, náði og sannleika vórðu førd út í praktiska, politiska og dagliga lívið av møguliga størsta ofrinum Nelson Mandela. Tað er við støði í hesum, at Desmond Tutu, sum í dag er 73 ára gamal, áhaldandi vísir á kristindómin sum eina praktiska, gerandisliga og menniskjaliga læru.
- Kristni boðskapurin má og skal relaterast til dagliga lív menniskjunnar, annars er hann einki verdur, sigur Tutu. Grundleggjandi gudfrøðiligu hugtøkini í læru hansara, sum komu til sjóndar í framferðarháttinum hjá "Sannleika- og Sáttarnevndini", hava givið honum heitið "trinitariskur" gudfrøðingur orsakað av grunduppfatan hansara av tríeindini. Tað vil siga, at hann leggur dent á 1) Skapanartrúgv sum sigur, at øll menniskju eru skapt í Guds mynd, 2) Boðskapin um, at sáttargerð og fyrigeving kunnu veitast øllum menniskjum líkamikið, hvørjar fortíðirnar hjá viðkomandi eru og 3) Trúgv á, at øll menniskju líkamikið húðarlit og politiska áskoðan eiga at vera í sameindum felagsskapi. Desmond Tutu vísir á, at tá hesar gudfrøðiligu grundmeginreglur í praktiska og politiska lívinum verða brotnar, er úrslitið m.a. teir ræðuleikar, Suðurafrika hevur verið vitni til undir rasistisku og systematisku kúganini.
Fyrigeving til Saddam og Hitler
Vit vóru staddir í kamari okkara í Cape Town, tá stóru tíðindini bórust um, at einaræðisharrin Saddam Hussein loksins varð fangaður av amerikumonnum í einum kjallara í Irak, og vit fylgdu við, tá tíðindasendingarnar á stóru sjónvarpsrásunum í Suðurafrika vóru á skránni seinni um kvøldið. Meðan vit sóu og hoyrdu allar statsleiðarar og forsetar við hevndarhugi úttala seg um, at nú skuldi Saddam Hussein fáa tað, hann hevði uppiborið, vísti Desmond Tutu seg enn einaferð á einum øðrum støði, tá hann á stórum tíðindafundi í høvuðsstaðnum Johannesburg úttalaði seg um lagnu Saddams.
- Saddam Hussein skal hava rættvísa rættargongd eins og øll onnur, og eingin dómur skal fellast, fyri enn maðurin eftir at hava havt rættarverju er dømdur sekur. Áðrenn hetta hendir, skal Saddam Hussein viðfarast sum ósekur, segði Desmond Tutu, og skapti hetta mikla øsing millum tíðindafólkið. Eisini vitjaði hann á sinni á kenda Holocaust Museum í Jerúsalem, og tá fjølmiðlarnir vildu hava viðmerkingar í sambandi við upplivingina, segði Desmond Tutu soleiðis.
- Vitjanin hevur verið ein skelkandi uppliving, men eg kann ikki bara mær at spyrja: Hvat við fyrigevingini til nazistarnar? Og so vóru øll aftur á gosi við hørðum skuldsetingum um antisemitismu o.s.fr.
Desmond Tutu heldur sostatt enn í dag fast við somu meginreglur, hann nýtti í nevndararbeiði sínum í turbulentu og umstríddu 90´unum, tá myrkursins kreftir úr fortíðini skuldu opinberast suðurafrikanska fólkinum.
Tað góða sigraði
Tað felags átakið, sum stóra suðurafrikanska sáttargerðin er, er samstundis ein avdúking av víðgongdu, mótstríðandi og dualistisku kreftunum, sum búgva í okkum menniskjum. Suðurafrika hevur seinastu áratíggjuni hýst vakrastu og samstundis ræðuligastu menniskjaligu eginleikunum, og kann ein av sonnum geva Móður Teresu rætt í síni lýsing av menniskjanum: "Øll hava nakað gott í sær. Nøkur goyma tað, onnur ignorera tað, men tað er har". Suðurafrikanska leiðslan megnaði at fáa tað góða fram í einum sundurskildum og særdum fólki, har allir partar vóru vorðnir offur fyri hatri, fremmandagering, fíggindagering og einum vanskeplaðum sálarlívi.
Keldur:
"No Future Without Forgiveness", Desmond Tutu
"Long Walk To Freedom", Nelson Mandela
"Tributes and Speeches in South Africa"
"Tutus tredje vej", Kristeligt Dagblad
"Kristendom og samfund", Kristeligt Dagblad
Sitat:
"Fyrigeving er at siga frá sær rættindini at hevna, og hetta vísir seg at hava eina frígerandi og loysandi ávirkan á ofrið"
Desmond Tutu
"Vit vilja fyrigeva, men vit vilja ongantíð gloyma, tí tann, sum gloymir mistøkini úr fortíðini, er dømdur at endurtaka tey"
Nelson Mandela