Weinert í besta aldri

Tað kemur fyri at fólk spyrja um hvat slag av víni kann goymast í vín-kjallara og búnast við fyrimuni. Til hetta er at siga, at tíðin í dag kanska tykist vera farin frá hesum, um vit hyggja at veruleikanum. Fólk flest velja í dag at keypa vínið hjá sær stutt undan, at tað skal brúkast, 2-3 dagar áðrenn.

Tað kemur fyri at fólk spyrja um hvat slag av víni kann goymast í vín-kjallara og búnast við fyrimuni. Til hetta er at siga, at tíðin í dag kanska tykist vera farin frá hesum, um vit hyggja at veruleikanum. Fólk flest velja í dag at keypa vínið hjá sær stutt undan, at tað skal brúkast, 2-3 dagar áðrenn. Tað er vorðið alsamt meira vanligt at drekka vín og tað eru ikki øll, ið hava vitan um hvørji sløg kunna goymast og tíansheldur hvussu hetta skal fara fram. Ei heldur kann vantast, at hvør maður byggir sær vínkjallara eins og fólk hava hjall. Hetta hava vín-framleiðarar eisini varnast og tí verður allarmesta vínið, ið er at finna á handilshillum gjørt til at kunna drekkast beinanvegin. Tað er ikki neyðugt at brúkarin búnar vínið heima við hús. Nógv vín í dag missir frískleikan rættiliga skjótt og fær ikki áhugaverdar sokallaðir tertierar tónar av turkaðum kryddum, sum gamla slagið av víni gjørdi. Tú kanst vanta tær eina langa nøs tvørturímóti, tíverri.

Tó er tað kortini so enn, at summi vín-sløg kunna búnast nøkur ár afturat við fyrimuni, eftir at vínbóndin hevur koyrt fløskuna á marknaðin. Hesi sløgini kunna sum heild sigast at vera úr Gamla Heiminum. Fín vínsløg úr Fraklandi, Italia, Spania og Týsklandi. Eitt nú Bourgogne, Barolo, Priorat og Rheingau.

Vanliga kunna vínsløg úr Nýggja Heiminum ikki goymast longri enn 1-2 ár. So missa tey beinanvegin frískleikan og gerast ”undarlig” og vamlislig. Tó eru undantøk, og eitt av hesum er í Vínummælinum í dag. Viðurkenda húsið Weinert í Argentina er kent fyri at gera vín uppá gamla maner, næstan eftir fronskum leisti. Tvs. at sløgini væl kunna liva nøkur ár afturat á fløsku. Minnist sjálvur fyri nøkur árum síðani, at eg royndi eina Weinert Malbec Especial 1977. Og hon var spillivandi enn!

Hvussu eigur vín so at verða goymt? Í stuttum, so snýr tað seg um fløskur við tundurproppi skula niður at liggja. Tær skila liggja svalligt, 12-14 hitastig. Tað er umráðandi at temperatururin er so støðugur sum gjørligt. Eisini eigur luftfuktigheitin at vera høg at fyribyrgja at tundurproppurin todnar. Og so er ein vínkjallari myrkur. Einki dagsljós skal sleppa inn.

So um tú sum so nógv onnur goymir vín standandi á hyll í heita, turra og ljósa køkinum, so er einki vunnið. Tvørturímóti, so ert tú við at oyðileggja vínið, ið tú hevur keypt.


Heiti: Errazuriz, Casablanca Valley, Sauvignon Blanc 2008

Uppruni: Turt hvítvín úr Kili   

Ummæli: Ljósur strágulur litur. Klassiskur angi frá Sauvignon Blanc-drúvuni: nýsligið gras og grøn súrepli. Í smakkinum somuleiðis eksotiskir tónar av ananas. Turt, frískligt og leskiligt vín, ið er frálíkt afturvið mati. Gjarna salatir við olju-eddiku-dressing, rættir við geita-osti og so ikki minst lættir fiska-rættir.

Kostnaður: Kr. 84,50

Skoðsmál: 5 stjørnur *****


Heiti: Errazuriz, Curicó Valley, Merlot 2007

Uppruni: Turt reyðvín úr Kili  

Ummæli: Kirsubersvart vín. Í nøsini finni eg sólber-súltutoy, sjokoláta og eyðkenda tónan av grønari piparfrukt, ið nógv kilensk vín – stríðast við. Rættiliga tungt og runt vín. Her vantar karaktér og lív. Ov polerað og líkagyldugt.

Kostnaður: Kr. 86,00

Skoðsmál: 3 stjørnur ***


Heiti: Elsa Bianchi, San Rafael (Mendoza), Malbec 2007

Uppruni: Turt reyðvín úr Argentina  

Ummæli: Kirsubersvartur litur. Bæði reyð og svørt ber eyðkenna livandi angan. Tó er smakkurin nakað einfaldur og saftkendur av berum um vit samanbera við undanfarnar árgangir av Elsu, ið hevur roynst væl betri. Í dag tykist drúvu-tilfarið vera versnað. Vantar dýpi og brodd. Tó hampuligt til prísin.

Kostnaður: Kr. 78,00

Skoðsmál: 4 stjørnur ****


Heiti: Weinert, Mendoza, Merlot 2003

Uppruni: Turt reyðvín úr Argentina  

Ummæli: Liturin sum Tawny Port við tigulsteinsbrúnum kanti. Her er próvgrundin fyri at fleiri reyðvíns-sløg úr Nýggja Heiminum kunna goymast nøkur ár við fyrimuni. Í anganum eru lot, ið minna um hábærsligum Pomerol-víni. Drúvan er hin sama, Merlot. Tónarnir eru blomma, sjokoláta, sigareskja og so ein feril av meira búnaðum frámerkjum sum leður og flesk. Ein góður lakress-broddur rættir ryggin á hesum víni frá 2003, ið eg vil siga ikki gerst betri og skal drekkast innan 2-3 ár.

Kostnaður: Kr. 107,00

Skoðsmál: 6 stjørnur ******