Tað sær næstan út sum, at tær hava flutt gentukamarið heima í Fuglafirði umborð á risastóra trolaran. Ljósareyðar gardinur fyri vindeygað, Diddl myndir á vegginum og ímillum slikk og sigarettir á borðinum stendur eitt ljósareytt stearinljós við hvítari blondu rundan um. Her er bara stak huganligt, men beint nú er tað eitt sindur ringt at ímynda sær, hvussu alt hetta pyntið og nipstingini fara at hava tað í ringasta veðri undir Íslandi
Spent uppá sjólívið
Onnur av gentunum, sum skal húsast her í lítla kamarinum komandi túrin við Nærabergi, er 18 ára gamla Susanne Askham, sum júst hevur mynstrað fyri fyrstu ferð. Tí er tað ikki so galið at hava vinkonuna Hennie hjá sær. 20 ára gamla Hennie Joensen má sigast at vera ein rættiliga roynd dáma á sjónum eftirhondini. Fýra ár hevur hon silgt við Nærabergi nú, og enn hevur hon ongar ætlanir um at fara i land
- Eg ætli í øllum førum at royna onkran túr við nýggja skipinum, sum kemur í desember, sigur Hennie, sum eigur sín lut í, at vinkonan Susanne nú hevur sett sær fyri eisini at royna sjólívið.
- Hennie hevur snakkað so nógv um, hvussu gott hetta arbeiðsplássið er, so eg fekk hug at royna tað. Eg vænti, at hetta verður akkurát nakað fyri meg, tí mær dámdi avbera væl, tá eg arbeiddi á flakavirki. Eg havi eisini verið onkran túr til útróðrar saman við ommubeiggja, og tað var eisini fínasta slag. Eg fekk í hvussu er ikki sjóverk, sigur Susanne, sum er rættiliga spent uppá túrin, sjálvt um hon kundi hugsað sær at kent eitt sindur fleiri av teimum, sum fara við hendan túrin.
- Tvætl, tað verður onki problem. Eg kendi ongan, tá eg fór við fyrstu ferð, men eftir nøkrum fáum døgum fert tú at føla tað, sum tú hevur kent hesi fólkini altíð. Tú verður jú noydd at vera saman við teimum, um tú tímir ella ikki, flennir Hennie og viðgongur, at júst hetta at vera saman við teimum somu fólkunum á so lítlum plássi so leingi kann verða eitt sindur strævið. Men tað venur man seg eisini skótt við
Susanne er so smátt farin at pakka klæðini út. Hon væntar, at hon fer at sakna familjuna og vinkonurnar, sum annars halda tað vera fínt at Susanne hevur hug at royna hetta.
- Tað er bara líka langomma í Syðrugøtu, sum helt tað vera so forferdiliga synd, at eg skuldi til skips. Men hon fylti 100 ár herfyri, so nógv man vera broytt, síðani hon var ung, smílist Susanne.
Leingjast umborð aftur
Inni í messuni hitta vit tær tríggjar vinkonurnar Jansy, Erlu og Sólmay úr Klaksvík, sum eru komnar at ynskja manningini góðan túr. Tær hava allar verið við Nærabergi nakrar túrar, men aftaná summarfrítíðina skulu tær byrja á H.F og Studentaskúla og vilja sleppa at halda eitt sindur frí áðrenn. Annars høvdu tær ikki blunka við at farið við aftur hendan túrin, siga tær avgjørdar. Spurdar, um tær hava onkur góð ráð at geva teimum, sum nú mynstra fyri fyrstu ferð, ivast tær ikki.
- Man skal ikki vænta, at ein túrur við Nærabergi er nøkur feria. Hetta er hart arbeiði, og tað er onki, sum eitur, ikki at tíma upp úr songini. Men man venur seg skjótt við tað, so man skal ikki missa móti beinanvegin, siga tær tríggjar.
Sum tær flestu av hinum ungu gentunum umborð hava tær eisini arbeitt á fabrikkini, har fiskurin verður skorin, áðrenn hann verður gjørdur til surimi ella mjøl. Eitt annað vanligt konufólkaarbeiði umborð er at pakka frystu blokkarnar í 25 kilo eskir, men annars er restin fyri tað mesta mannfólkaarbeiði. Og tó, fyri fyrstu ferð umborð á Nærabergi verður ein ung genta á dekkinum hendan túrin. Hon ætlar sær nevniliga at útbúgva seg til skipara og hevur tí leingi ligið framvið at fáa ein kjans sum dekkari, so hon gleðir seg serliga nógv til hendan túrin.
Mynstringin er við at vera liðug og Jansy, Erla og Sólmay eru á veg í land. Tað er ikki frítt, at tær longu eru farnar at leingjast umborð aftur, men so er bara at minna seg á løturnar, tá ongin fiskur er. Tá er nevniliga alt annað enn stuttligt at vera til skips, siga tær, sum við ein munn.
Onki bendir tó á, at manningin kemur at sita hendur í favn. Hendan túrin fer skipið aftur til Íslands at royna eftir svartkjafti, og har frættist frá góðum fiskiskapi í løtuni.