Norðoyri: - Ein slíkan dag sum í dag kann man simpelthen ikki sita inni. Man má bara fara útum!
Tað er mikudagur og fólk eru uttandura í góðveðrinum. Heimeftir Oyrarvegnum kemur Hjørdis trillandi við barnavogni sínum. Í vogninum situr eitt ára gamla Karita og við síðuna av teimum rennur fýra ára gamla Miram.
Tær báðar systrarnar eru bert tvær av íalt 15 børnum undir skúlaaldur á Norðoyri. Tað skuldi verið gott grundarlag fyri at bygdini eisini verður lív lagað í framtíðini, eins og tað var longu fyri 425 árum síðani.
Tær eru á veg til hús, nú tað fer at líða til nátturðatíð. Tá svongdin fer at gera seg galdandi er gott at hava stuttan veg til hús.
- Vit eiga hasi nýggju sethúsini haryviri. Tey liggja faktiskt beint við ánna, sum vit hava tikið til okkara eftirnavn, sigur Hjørdis Hávarsá.
Hesi húsini eru bert eitt av mongum nýggjari sethúsum á Norðoyri. Bara í fjør vaks íbúgvaratalið við meiri enn 14 prosentum. Neyvan nøkur onnur bygd hevur upplivað slíkan vøkstur eftir bert einum ári.
- Eg skilji væl, at fólk vilja búseta seg her. Hetta er besta stað á jørð!
Hennara paradis
Er tað nakað sum hevur týdning fyri fólk, so man tað vera heimið og heimstaðið. Og yvirhøvur munnu fólk vera errin av heimbygdini.
Mangar bygdir kring landið eiga sín egna bygdasang, og finst skrivandi fólk í bygdini hava hesi eisini latið úr hondum søguna hjá bygdini. Men tað kunnu eisini vera heilt onnur viðurskifti ella søguligir persónar, sum gera sítt til, at fólk vita um eina ávísa bygd. Tað er ikki hvør bygd, sum kann reypa sær av at hava havt sjálvan Nólsoyar Páll búgvandi her í bygdini!
Spyrt tú Hjørdis og øll hini 96 fólkini á Norðoyri, er eingin ivi at hóma í teirra verð: Hóast onnur kunnu halda bygdina vera óinteressanta og liggja bæði avskorna og fjarskotna frá grannabýnum Klaksvík, so eru tey ikki samd í tí.
Noy, Norðoyri er hennara bygd og teirra paradis á jørð.
- Eg havi búð her í samfull 31 ár, og geri tað framvegis. Hetta er eitt fantastiskt stað at búgva í, slær hon fast.
Fuglasongur og jarman
Hóast onkur kanska kann halda, at her verður tikið ov rívan til, so ber skjótt til at staðfesta at okkurt er um tað, sum Hjørdis sigur.
Hyggur ein seg um er skjótt at staðfesta, at bygdin liggur væl fyri. Valurt útsýni er yvir alla Borðoyavík. Her er stuttur vegur niðan í fjøllini, og hevur tú hug at fara oman í fjøruna, ja so er hon beint her.
Og lurtar tú eitt bil, hoyrist fuglasongur í bø og haga, og seyðurin jarma beint við húsini.
Hyggur tú eitt sindur út um bygdina, so liggur bygdin fyri seg við endan av vegnum frá Klaksvík. Her er eingin gjøgnumkoyrandi ferðsla, her er friðarligt og sera gott hjá børnum at vaksa upp.
- Tað einasta sum harmar meg eitt sindur er breiðkanin av vegnum. Hetta hevur tíverri gjørt sítt til, at onkrir bilførarar nú brúka henda vegin til rallykoyring!
Tíbetur smalkar vegurin inn í bygdina, og tí ber ikki til at koyra skjótt her.
Gott at búgva
Eitt er, at fólkið á Norðoyri vita, hvussu gott tað er at búgva her. Hetta hava onnur so líðandi eisini funnið útav.
Tey nýggjastu hagtølini vísa nevniliga, at bygdin er vaksin úr fáum fólkum upp í sløk 100 tey seinastu 25 árini.
Í 1985 vóru fá hús herúti, og tá búðu einans 15 fólk á Norðoyri. Í 1988 var talið hækkað til 20, men síðani hevur tað gingið skjótt og støðugt framá. Í 1989 hækkaði talið brádliga til 45, 10 ár seinni var tað 72 og í fjør 83.
Hetta seinasta árið er íbúgvaratalið hækkað við ikki færri enn 14 fólkum. Og lítið bendi á at vøksturin fer at steðga í bræði.
Hví tað er so, hevur Hjørdis gjørt sær sínar hugsanir um. Ein av hesum orsøkum er, at kommunan hevur havt grundøki at bjóða teimum, sum vildu seta føtur undir egið borð her á Norðoyri.
Fólk í Klaksvík hava líkasum havt tvey støð at velja í: Annað er har norðuri á Grashjalla og hitt er herúti hjá okkum. Hon hevur hoyrt fólk siga um hitt økið, at tað er heldur vindhart, at tað liggur so ovarlaga og at tað tí er skjótt til kava haruppi.
Her á Norðoyri eru umstøðurnar so, at ein breiður og góður vegur tryggjar teimum samband við umheimin. Her verður grivið um veturin og her er eingin brekka. Og so er tað í roynd og veru nærum sama fjarstøða av Norðoyri og av Grashjalla til skúlarnar inni í Klaksvík.
- Tað kann kanska tykjast heldur langt at koyra út higar, tí at tað ikki liggja so nógv hús framvið vegnum. Men so man heldur ikki gloyma, at tað er púra slætt at koyra ella at ganga millum bygdina og býin, staðfestir Hjørdis Hávarsá.
Missir sína sjarmu
Tað er veruliga so, sum Hjørdis vísir á: Fá hús eru millum Klaksvík og Norðoyri, har ein ístaðin koyrir framvið fleiri virkisbygningum og onkrum fjósi.
Tá komið er allan vegin út á Norðoyri kann ein skjótt staðfesta, at her hevur verið góður møguleiki at ogna sær grundøki og byggja sær egin hús.
Uttarlaga í bygdini sæst eitt stórt tal av nýbygdum húsum, her kommunan hevur staðið fyri stórari útstykking.
Fólkið fegnast sjálvandi um at bygdin veksur, men fyri Hjørdis hevur henda gongdin kortini eitt lítið MEN: Tað er ein ávísur vandi fyri at tann hugnaliga bygdin kann missa sína sjarmu orsakað av fólkavøkstrinum.
- Nei, eg veit ikki. Eg haldi, at tað var eitt sindur hyggeligari herúti, áðrenn tann breiði vegurin kom. Tað var faktiskt eitt sindur meiri bygdasligt!, sigur hon og brosar.
Lítla dótturin, Karita gongur so trúliga framvið barnavogninum. Nú tímir hon ikki meiri alt hetta roksið og tosið hjá teimum vaksnu. Hon vil eisini hava uppmerksomheit og fer rennandi frá mammuni og yvir til ta eldru systrina.
Mamman letst ikki um vón. Hetta er hon so von við, nú tær báðar spæla saman óræddar á vegnum inni í barnavinarligu bygdini. Í góðveðrinum í dag eru tað serliga blómurnar framvið vegnum sum hava fangað teirra áhuga.
Brádliga hoyrist dunið frá einum bili, sum nærkast bygdini. Mamman er skjót yvir til tær báðar genturnar, sum einki hava hoyrt til bilin.
Jú, tað hevur sín fyrimun at hava gott vegasamband við Klaksvík. Men tað kann eisini hava sín prís!
–––––––––––––––––––––––––––––
Øll skulu føla seg vælkomin
Norðoyri við sínum skjótt 100 íbúgvum hevur eisini sítt egna bygdarfelag.
Hetta varð stovnað herfyri, og var eitt uppskot til felagsnavn tá samtykt. Men stovnararnir hildu tað kortini vera betri at bíða við at kunngera navnið, tí tað líktist so nógv navninum á øðrum felagi í Klaksvík.
Ætlanin við felagnum er í øllum førum at skipa fyri ymiskum tiltøkum í bygdini, við tí endamáli at sjóða bygdarfólkið saman og at annars at menna bygdina.
Hetta er ikki minst vorðið aktuelt, nú fólkatalið veksur ár undan ári.
- Tað hevur sín týdning, at tey nýggju fólkini herúti koma at føla seg vælkomnan millum okkum, sum altíð hava búð her. Ja, tað hevur verið sera stuttligt at síggja, hvussu væl fólk hava tikið undir við tiltøkunum. Øll hava verið við og øll hava givið eina hjálpandi hond.
- Tá tað er soleiðis, tá tímir man at halda fram, sigur Hjørdis sum er ein av nevndarlimunum í bygdarfelagnum á Norðoyri.
Millum málini sum felagið arbeiðir við, er ætlanin at byggja eitt bygdarhús. Nær hetta verður veruleiki, verður kortini einki sagt um.
Í bygdini hava verið ymisk tiltøk, m.a. tá jólatræið verður tendrað, á føstulávint og í fjør var haraftrat eitt summartiltak á Norðoyri, har m.a. felags morgunmatur var á skránni.
Sum skilst er ætlanin at endurtaka hetta tiltakið í summar.
--------
Úr 83 upp í 97 fólk
Hagtølini frá Hagstovuni vísa greitt, hvussu fólkavøksturin hevur verið á Norðoyri hesi seinastu árini.
Serliga stuttligt er at hyggja eftir vøkstrinum síðani ársbyrjan í fjør. Tá búðu 83 fólk í bygdini, men sum við árslok var hækkað til 97 - tað hægsta nakrantíð.
Hesin vøksturin kom fyrst og fremst av at fýra børn vórðu fødd í fjør, eitt fólk flutti úr útlandinum til Føroyar og at 12 fólk fluttu úr øðrum støðum í Føroyum og til Norðoyrar. Hóast trý fólk flutt til onnur støð í Føroyum í fjør, so kann tað kortini ikki vika tann veruleika, at fólkatalið er vaksið rættiliga nógv í fjør.
Fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár er eingin broyting hend í fólkatalinum, og 1. apríl búðu sostatt framvegis 97 fólk á Norðoyri.
Annars kann nevnast, at við ársbyrjan í ár vóru 15 børn undir skúlaaldur. At elsta mannfólkið tá var 72 ár. At elsta konufólkið - og harvið elsta fólkið í bygdini - var 86 ár.










