Tepra tapið á Tórsvølli mikudagin var enn ein staðfesting av, at fyritreytirnar hjá føroyska landsliðnum eru nógv broyttar. Mótstøðumenninir koma ikki til Føroya longur fyri at leypa á og trýsta føroyska liðið langt aftur á vøllin. Vit sóu tað leygardagin móti estlendingum, og mikudagin var tað aftur staðfest, at mótstøðumenninir leggja seg langt afturi á vøllinum, hava tol og bíða eftir, at teir fáa onkran hissini møguleika í deyðbóltsstøðu, tá føroyska verjan ikki er nóg vakin.
Hesa ferð kom hesin møguleikin, tá seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt. Føroyar hava spælt tríggjar landsdystir á Tórsvølli eftir summarfrítíðina, vit hava tapt allar tríggjar ferðirnar, tað eru skotin fýra mál ímóti okkum, og øll fýra málini eru skorað eftir deyðbóltsstøður, sum ikki hava sæð so ógvuliga vandamiklar út.
Einasta málið hesa ferð varð stútað inn í handara málhornið, eftir at høgt innlegg varð sent langt úti av vøllinum í vinstru, og tað var sera spell, tí leiðslumálið til litavarnar hevði við sær, at tað vóru okkara, sum høvdu skund, og tað vóru okkara, sum gjørdu mistøkini, meðan hinir bíðaðu og vóru tolnir. Teir høvdu tveir aðrar upplagdar málmøguleikar, og eydnan var størri enn skili, tá tað ikki eydnaðist litavunum at skora, tá teir stutt undan leikloki vóru púra leysir undir málinum, men sendu omanfyri.
Ov lítið hvassir
Uppskriftin hjá okkara monnum var at taka mótstøðumenninar eitt sindur longri frammi á vøllinum, enn tað hevur verið vanligt frammanundan. Tað eydnaðist serliga væl í 1. hálvleiki. Pól Thorsteinsson var mest eyðsýndi miðvallarin. Litavarnir royndu at spæla ytstu miðvallararnar heilt úti í borðunum, og tað hevði við sær, at vongverjarnir hjá føroyingunum høvdu stór øki í borðunum at ansa eftir, samstundis sum teir skuldu vera við til at skapa gjøgnumbrot í síðunum.
Todi Jónsson og Uni Arge vóru mansvardir allar 90 minuttirnar, og tað var bara í heilt fáum førum, at Todi Jónsson var um at skræða seg leysan, og Uni Arge hevði bara eina ferð møguleikan at gera mál sum boksspælari, men málverjin fekk fatur á stýringini eftir innlegg úr vinstru.
Onkrir av føroysku spælarunum høvdu týðuliga trupulleikar av, at undirlendið var hálari, enn teir hava verið vanir við, og tað gekk bæði út yvir temjingarnar, sendingarnar og taklingarnar.
Allan Mørkøre var fremsti miðvallarin, men hann fekk ongantíð møguleikan fyri langskotunum, sum hann onkuntíð hevur verið kringur í, og í borðunum var tað trupult at koma ígjøgnum. Henning Jarnskor megnaði serliga í 2. hálvleiki onkuntíð at senda harðar krossbóltar innfyri, men tað spurdist einki burturúr. Øssur Hansen tók lut í eitt tvey samanspæli og stikkbóltum, men skrúvandi innleggini hjá honum sást lítið til, og tað kendist eitt sindur undarligt, at John Ryan, sum hevur spælt við so sera stórum sjálvsáliti á liðnum hjá KÍ, ikki fekk møguleikan.
Ikki stór breyð
Litavar høvdu alla tíðina dýpd í verjuni, teir høvdu tveir miðverjar, sum alla tíðina runnu í hølunum á álopsmonnunum hjá føroyingum, og á miðvøllinum vóru teir trekir at koma langt fram.
Í 2. hálvleiki fingu teir viðhvørt høvi at samanspæla tætt á miðvøllinum, har teir vístu góðan eitt tvey førleika, og teir dugdu eisini at sparka langar bóltar, tá teir mettu tað vera neyðugt.
Stutt sagt kann sigast, at teir slerdu ikki størri breyð upp, enn tað var neyðugt, teir vunnu 1?0, og teir eru fremvegis við í kappingini um næstfremsta plássið.
Skora ikki mál
Um føroyingar skulu hugsa um onkuntíð at koma við í kappingina um plássini, sum bera luttøku í endakappingum við sær, so er fyrsta treytin, at føroyar skora mál.
Nú hava føroyingar spælt tríggjar heilar dystir og 43 minuttir av einum dysti, uttan at tað hevur eydnast at skora mál. Síðsta málið skoraði Uni Arge, tá hann legði Føroyar framum 2?1 móti Bosnia.
Tað er lítið sannlíkt, at tað skal eydnast at fáa mál á útivølli í Prag í oktober, men tá verður tað ivaleyst soleiðis, at føroyingar fara at vera í leiklutinum, sum teimum líkar best, nevniliga at lúra eftir snarálopsmøguleikum, eftir at mótstøðumenninir hava lagt stórt trýst á.
Komandi ár verður farið undir nýggja HM undankapping, og á venjingarleguni niðri við Miðalhavið eina ferð í nýggja árinum verður størsta takið at fáa samanspælið á miðvøllinum og um síðurnar at ganga skjótari.