Bøssabrúdleyp: hvat til meinvitis er tað nú fyri nakað? Ein og hvør, sum spyr seg sjálvan, hvussu hjúnalag fyri samkynd endaði sum tað stóra kjakevnið í Evropa, og nú eisini Føroyum, kann ikki annað enn konkludera, at hetta er tað mest evnaveika og hamkenda kravið í nýggjari tíð.
Har er ongin massarørsla fyri bøssabrúdleypum, ongir gøtubardagar ella ógvuslig misnøgd millum samkynd og tess bláoygdu stuðlar. Og tað kann eiheldur koma óvart á nakran, tí søguliga hava samkynd als ikki havt hug at spleysast.
Einki í kjakinum um bøssabrúdleyp heldur. Einki. Eitt nú verður rætturin hjá samkyndum at giftast samanborin við stríðið ímóti kvinnukúgan og kravið hjá myrkum amerikumonnum um borgararættindi mitt í síðstu øld. Men hetta er eins høpisleyst sum at negla súltutoy til gólvið. Hasi, ið krevja bøssabrúdleyp, hava ikki marsjerað í mánaðir og ár ella verið konfronterað av vatnkanónum ella bítskum hundum, framt boykott ella vágað fongsulsrevsing.
At tað hevur verið so lætt at fáa bøssabrúdleypið á breddan, og frá at hava verið ein spurningur fyri ein evarska lítlan minniluta til nú at vera mentanarbardagi numero uno, er ikki bara illboðandi, men opinberandi. Tí surrealistiska kravið at loyva samkyndum at giftast handlar á ongan hátt um frælsi ella javnrættindi, um kærleika ella lukku, men um at skaffa elituni eina nýggja moralska missjón at definera seg sjálva; eitt amboð, har tey “tolerantu” og rætthugsandi kunnu flasha sín moralska yvirluta fyri teim fámæltu, teim heilavaskaðu og óheimsborgaraligu, kirkjufólki.
“Bøssabrúdleypið” er ein maskinbyrsa, brúkt av LGBT og øðrum supermodernistum at demonstrera, at tey eru og vita betri—tað merkir, eru minni heilavaskað og meiri umsorganarfull—enn ein miðal bíbliubýttur bygdamaður.
Sjálvvaldir bøssaforsprákarir lýsa bøssabrúdleyp sum ein logisk fylgja av seksti ára stríðnum fyri javnrætt, men gloyma, at flestallir týðandi aktivistar sóu hjúnaskap og familju sum eitt vandamál, og bóðu um viðurkenning fyri rættin at liva uttanfyri hesar institutiónir.
Sum sagt, einki hongur saman. Politiskt, fólksliga og søguliga er bøssabrúdleypið so illa rótfest, at tað hevði givið meiri meining, um allir løgtingslimir í morgin fóru at práta um týdningin av, at allar kvinnur í Kvívík skulu búgva í igloum—okkurt við at teirra javnaðarprestur vil vísa sín solidaritet við ísbjarnirnar á Norðpólinum.
Grundin til, at bøssabrúdleypið følist sum um, at tað kom burtur úr ongum, og er nú allasteðs, er tí at hetta er eitt fullvegis topp-niður, elitert fyribrigdi. Rakstrarmátturin aftanfyri broytingina er tí ikki nøkur verulig svongd millum samkynd at blíva gift, og ikki nakar fólksligur lystur fyri at kollvelta hjúnaskapin. Bøssabrúdleyp er ikki eitt veruligt evni, men ein kulturellur signalberi, eitt kosmopolitiskt blinkljós, akkurát sum tá ið tú ert í svartari blusu við ljósareyðari silkisloyfu á bringuni fyri at vísa øðrum, at tú hugsar um bróstkrabba.
Eins og við fordómafulla og kriminelt simplistiska spælifilminum Priscilla, Queen of the Desert, er boðskapurin hjá LGBT-fólkunum: vit eru nútíðarslig og fábulaktig, meðan tit, harafturímóti, eru óupplýst og ófantalig.
Altso, við at kunngera tín treytaleysa stuðul til bøssabrúdleyp, sleppur tú at vera partur av klubbinum og bíbliubuka og provokera seinmentu fjøldina inntil hon vísir seg frá síni apsalutt ringastu síðu... fyri síðani at sóla tær í tínum sansaleyst vælupplýsta útsýni saman við hinum í elituni.
Kortini, at síggja til, eru tað bert dómadagsprofetar og súrslignir menn sum eg, ið fáa totalt útbrot av bøssabrúdleypinum. Øll onnur yppa øksl, meðan úrvalsligi borgaraskapurin heldur tað vera eitt must. Men tað haldi eg ikki.
Og tað er ikki av átrúnaðarligum ávum (eg eri ikki serliga praktiserandi), og bestemt ikki frá einum anti-bøssa sjónarmiði (gubbi elstu dóttrina er samkyndur, og so stuðli eg “rættin” hjá samkyndum at ættleiða), at eg eri ímóti bøssabrúdleypinum. Men av klassiskt liberalum ávum, at eg haldi, at bøssabrúdleypið er eitt óvanliga vánaligt hugskot fyri øll.
Tað er ringt fyri tey, ið longu eru gift, tí hetta er ein liður í eini miskunnarleysari atsókn at opna tvær umráðandi institutiónir, hjúnaband og familja, fyri statssneyting og býrokratiskari sosialstýring av samfelagnum.
Politikarir lata seg freista av hugskotinum um bøssabrúdleyp, tí tað útstillar teir sum “modernaðir”. Hartil eru nakrir politikarir, teir mest vinstravendu, ið stuðla broytingini í hjúnalógini, tí tað gevur teimum eina statsgaranteraða rutu inn í familjuna. Hetta er ikki bara ein “lítil broyting”, hvat LGBT arrogant vísir á.
Í øldir, líka síðani rómverjatíðina, var familjan í stórum brotum grundað á hjúnabandið, og var betragtað sum ein suveren eind, fræls fyri endaleysari pilking úr erva. Frá glúpska fedraveldinum, ið eyðkendi rómarafamiljuna, til idealiseraðu kjarnufamiljuna í tjúgundu øld hevur institutiónin “hjúnalag” verið nakað ekstremt privat. Tað vardi fólkið frá statsligari uppíblanding, Ein hvíldarstaður, eitt helle.
Tey ráðandi hava altíð følt eina innantrongd at blanda seg uppí familjuna og hjúnalívið. Men tey kláraðu tað aldri. Kravið um bøssabrúdleyp fer tó at broyta hetta. Til dømis, orð sum “maður” og “kona”, framúr populer og rósverdug orð, verða ikki longur at finna í formligum skjølum, tí tey verða avlosyt av “partnari” ella “felagi”.
Slík topp-niður umskriving av hugtøkum er sjálvandi meiri enn bert eitt málsligt trikk, tí hon sigur nakað um myndugleikans ynski at umvæla sjálvt innihaldið. At aldargamlir samleikar sum maður og kona, mamma og pápi, ið hava djúptøkna meining fyri túsundtals føroyingar, bara soleiðis kunnu skolast burtur tí LGBT-arir vilja flagga sín eksistens, vitnar um hvussu lætt tað verður hjá statinum at órógva okkara friðskjól.
Eg meini, um tú ikki longur ert “mamma”, men ístaðin “foreldur 1”, hvat eksakt fer tá at forða fulltrúum, sum jú skaffaðu tær hatta heitið at byrja við, í at bestemma, at tú ikki gert eitt nóg gott arbeiði, og at foreldur 2, 3 ella 4 burdi fingið møguleikan?
Nøkur spyrja ivaleyst: og hvat so, um kampanjan fyri bøssabrúdleyp er eitt sindur forkølað og snobbut? Er tað ikki vert tað, um vit av hesum fáa meiri javnstøðu? Men sjálvt í sjálvum sær er tað eitt etsandi hugskot, og tað av fleiri grundum. Millum annað, at samkynt hjúnalag er ein tankaleys og hamrandi ótolerant gerð, ein mentanarlig devaluering av siðvandum hjúnaskapi, ið nøkur tíverri hava dekan lætt við at dissa í eini handavending. So, nei!, tað er ikki vert tað.
Niðriundir kjakinum um bøssabrúdleyp er ein relativistiskur mótvilji at skilja ímillum ymisk sløg av skyldskapi. Bøssakærleiki er, innanst inni, eitt samband millum tvey fólk. Siðvant hjúnalag er ikki. Tað er ein institutión, eitt ótal av fólki fara inn í av nøkrum heilt serligum orsøkum. Tað er eitt samband millum ein mann og eina konu, sum sera ofta, men ikki altíð, er til fyri at “føra ættina víðari”, og sum bindur handa mannin og hasa konuna til eina ørgrynnu av øðrum pørum, til eitt samfelag.
Ókey, tú heldur kanska, at hjúnalagið sum institutión skal niðurskrivast og lækka í tign, ella viskast. Óført. Men so argumentera fyri tí, opið og erligt. Tí ongin nýtur gott av opportunistiska gabbinum, har tú vilt hava okkurt... tí hini hava tað.
Fakta er, at hjúnalagið ikki bert snýr seg um samlív ella samlag, tað snýr seg ikki eingong um at hava eitt intenst samband. Søguliga hevur hjúnalagið snúð seg um nógv meiri enn tað; um at skapa eina eind við egnum reglum, viðurkend av statinum sum eitt serskilt samveldi. Jú, nøkur pør enda í hjúnalagnum av heilt øðrum grundum, vegna status, praktiskum grundum, fyri at spæla idiot ella fyri at halda eitt ordans ball.
Men tað er ikki motivið hjá tí einstaka, ið er til umrøðu, men substansurin í eini feitari institutión. At klamsa saman eitthvørt menniskjasamband, so at alt frá bøssakærleika til eitt kristið par, ið hevur hug at fara í song fimm ferðir fyri at fáa fimm børn, verður homogeniserað til hugtakið “hjúnaband”, tænir ongum. Tað tænir ikki samkyndum pørum, hvørs “hjúnaband” fer at hava lítla søguliga dýpd og ongan nútíðar relevans. Og tað tænir eiheldur teimum, ið longu eru gift, tá ið nógv teirra halda, at bøssabrúdleypið er átrúnaðarliga ótolerant og undirgravar teirra samleika.
Nýligi LGBT-taktikkurin, har samkynd við vantandi sjálvsáliti, og politiskt tóm listafólk, partú skulu leita til djór so at prógva sín eksistens, er nokkso umboðandi fyri bøssamentanina 2012. Seriøst... leita eftir “prógvum” fyri homoseksualiteti í djóraverðini. (Bøssaaktivistar hevda jú, grundað á b-vísindi, at hvør vera, líka frá vespum til vatnhestar, vísir homoseksuella atferð, og tí er tað “natúrligt”.)
Henda ørliga leitan eftir eini útvortis legitimatión fyri bøssakærleika sigur ikki heilt onki: mannminkandi fara nøkur samkynd ígjøgnum pseudo-vísind fyri at naturalisera sín kærleika fyri síðani at normalisera hann via bøssabrúdleyp. Via statsaksept. Bæði tvey avdúka ein grundleggjandi mangul uppá sjálvsvirðing og misálit til bøssarørsluna, sum fyrr bara geylaði: “We’re here, we’re queer, get used to it.”
Sig tí “nei” til bøssabrúdleypið! Gev politiska klassanum og frelstum elitubøssum, sum upp í saman tosa um toleransu, fingurin. Eg spyrji bara: “Toleransu fyri hvønn?”