------------------------- Útvarp Føroya bar í gjár tíðindi, ið skilliga høvdu til endamáls at seta Vilhelm M. Johannesen í ringt ljós undan komandi aðalfundinum í Havnar Handverksmeistarafelag. Útvarpið siteraði [...] keldur og samstundis var víst til innanhýsis starvsfólkaviðurskiftir í Vinnuhúsinum. Vilhelm M. Johannesen hevur lagt frá sær sum formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag, so stríð [...] bæði leiðsla og starvsfólk í Vinnuhúsinum, og vit kunnu samstundis staðfesta at einki útistandandi er millum Vinnhúsið og Vilhelm M. Johannesen, hvørki viðv. fundarpeningi ella í persónligum viðurskiftum
ini eru send út í hesari vikuni (viku 7) og verða ætlandi Granskingardeplinum í hendi aftur í síðstu viku í februar mánaða. Endaliga frágreiðingin frá verkætlanini fyriliggur á sumri í ár. Verkætlanin [...] GRANSKING Tíðindi frá www.region.fo Granskingardepilin fyri Økismenning er í samstarvi við økismenningardepilin við Lærda Háskúlan á Akureyri (www.unak.is/rha) og Ålands Statistik och Utredningsbureau [...] Verkætlanin byggir á eitt spurnarblað, sum verður sent øllum kommunum á Álandsoyggjunum, í Føroyum og flestu kommunum í Íslandi. Endamálið við verkætlanini er, at kortleggja og greina, hvussu smáu kommunurnar
mikla øsing í Danmark í 1976. "Den nødvendige avis" Ekstrablaðið hevur altíð dámt væl at verða í andglettinum og tað hendir javnan, at blaðið er við til at skapa mikla øsing í danska samfelagnum. Í dag kallar [...] elska. Í dag kann danska dagblaðið hátíðarhalda sín100 ára stovningardag. Við fyrrverandi formanninum í Konservativa flokkinum, Hans Engell, á odda er Ekstrablaðið í dag fremsta blaðfyritøka í Danmark [...] hevði dagblaðið 75. mio krónur í yvirskoti í fjør. Einki annað danskt blað kann standa Ekstrablaðnum kurl á hesum øki. Fólk innan danska blaðheimin ásanna, at kappingin um tíðindi harðnar alsamt á hvørjum ári
ímillum 40 og 45 sjúkrahús í Danmark um eini seks ár. Í dag eru tey 70. Ein kanning hjá heilsustýrinum vísir, at næsta ár verður tørvur á 2.000 serlæknum á teimum donsku sjúkrahúsunum. Í dag er talið 800. Tað [...] ES-tingið í summar, fáa sviar høvi at velja ein nýggjan høgraflokk, sum fær heitið Junilistin. Flokkurin er fyri, at Svøríki verður verandi í ES, men krevur, at fleiri avgerðir skulu takast í Stockholm [...] hjá Braathens var á veg úr Gardermoen-floghavnini í Oslo til Molde, meðan Widerøe-flogfarið var á veg úr Varnes til Torp. Sambært galdandi reglum skuldu í minsta lagi 9200 metrar vera ímillum flogførini
lat aftur, tí stutt er síðan, at Føroya Banki í bygdini eisini varð stongdur. So í løtuni er eingin penningastovnur í Sandavági, og tey, sum ørindi hava í slíkum, noyðast til Miðvágs, har næstu banka- [...] valdi at lata fimm deildir aftur ymsastaðni í landinum. Tað vóru deildirnar í Skopun, Sandavági, Kvívík, Hósvík og á Skála, sum latnar vórðu aftur hendan dagin. Í Sandavági kennist tað serliga svárt hjá nógvum [...] bankaviðurskifti. Men fólk í Sandavági, sum Sosialurin hevur tosað við, halda ikki, at tað er nøkur framtíðarloysn, tí hóast tað enn ikki er váttað, ganga seiglívað tíðindi um, at posthúsið í Sandavági eisini fer
fer fram í samfelagnum, bæði í orðum og í myndum. Tað hevur eisini týdning at lýsa evni, ið av onkrari orsøk eru torfør at tosa um. Men hvørt til sína tíð. Eg haldi, at framferðin, ið var nýtt í sambandi [...] Eg veit, at kappingin um at vera fyrst við tíðindum, er hørð, og í hesari kapping verða myndir eisini nógv brúktar. Eg haldi tó, at í hesi kapping verður mangan gloymt, at saman við hvørjum deyðsfalli [...] m takst upp og greiðast. Frá mær fer ein innilig áheitan um at fáa hetta í rættlag, so vit sleppa undan at hoyra tílík tíðindi sum hesi, ið bert gera ilt verri.
verða boraðir heilt tætt upp at markinum, í einum øki, har føroyskir myndugleikar hava í hyggju at bjóða teigar út til leiting í eini komandi útbjóðing seinni í ár. Tað áhugaverda við hesum boringum er [...] oljufólk, at tað, sum farið verður eftir í undirgrundini, sær sera áhugavert út. Talan er í hvussu er um annað slag av "play" tvs. boristað enn tað, sum farið er eftir í "Gullhorninum" fyri sunnan seinastu [...] m nú í hondunum á teimum feløgum, sum fara at bora í summar, og tann sannroynd, at talan er um feløg, sum eru og fara at vera virkin á landgrunninum er enn eitt gott tekin. Ein møguligur glotti í tí annars
nærkaðust aftur og komu upp á 20-23. Í næsta bóltinum hendi tað, at beint tá ein sørvingur smashaði, slóknaði ljósið í høllini, men dómarin segði, at bólturin var komin í gólvið uttan fyri vøllin, áðrenn [...] Marijanovic, og hann spældi ein fínan dyst leygardagin. Í øðrum setti hevði Dragan eina rúgvu av góðum smashum, sum ruku í gólvið so tað sang eftir í, uttan at sørvingar vóru nær námind av teimum. Við honum [...] vóru nógvar kiksaðir servir, ið eisini kostaðu dýrt. Í álopinum var heldur ikki tann stóra variatiónin í hjá SÍ, og næstan allar hevingar lógu úti í síðunum, meðan einki kom inn yvir miðjuna. Fuglfirðingar
og onnur, sum hava mist í ferðsluni. Sosialurin hevur tosað við Leilu Solmunde av Kambsdali, sum misti einasta son sín í ferðsluvanlukku á sumri í 2001. ? Foreldur, sum hava mist í ferðsluni, verða mint [...] alt uppaftur í eins egnu sárum, greiðir hon frá. Hon heldur somuleiðis, at tað verður penslað so nógv út í útvarpinum við, at somu tíðindi eru at hoyra fleiri ferðir um dagin um tað sama í fleiri dagar [...] Síðani ferðsluvanlukkuna við Áir tann 11. februar í ár, har ein ung kvinna lat lív, hevur nógv verið gjørt burtur úr í fjølmiðlunum. Fjølmiðlarnir vóru skjótir úti við tíðindunum um, at vanlukkan hevði
Í Sosialinum mikudagin hevur Leila Solmunde av Kambsdali harðliga at fjølmiðlunum fyri at válka sær í ferðsluvanlukkum og ikki at vísa fyrilit fyri teimum avvarðandi, tá vanlukkur hava kravt mannalív. [...] Hesum er tíðindaleiðarin í Útvarpi Føroya, Jóhann Mortensen ikki samdur við henni í. ? Tann etiski spurningurin liggur altíð fremst, tá innsløg verða gjørd um ferðsluvanlukkur, sum krevja mannalív, sigur [...] sigur hann. Somuleiðis sigur hann, at í slíkum førum er tað als ikki spurningurin um at vera fyrst við tíðindunum, sum ger seg galdandi. Tað ræður heldur um at fáa tíðindi út, og at tey so eru røtt. ? Útvarpið