Anna Rúna Jakobsen
????????????????????
So hendi tað aftur. Enn einaferð kravdi ferðslan eitt mannalív. Ein av okkara ungu í besta blóma hevur latið lív. Vit standa eftir spyrjandi og hava valla fatað tað, ið er hent. Vit hava hoyrt tíðindini og sæð myndir, men tað merkir ikki, at vit hava fatað, hvussu stóra sorg ein slík vanlukka hevur við sær.
Stutt eftir, at eg hevði hoyrt deyðsboðini, segði onkur, at myndin av bilinum var at síggja á heimasíðu á alnótini. Hevði ilt við at trúgva tí, men mátti tíverri ásanna, at so var. Seinni um dagin var sama mynd nýtt til forsíðu í Sosialinum. Og so er tað, at eg spyrji meg sjálva. Er hetta rætt at gera? Hvar gongur markið? Hvar er etiska markið? Hvør eigur rættin til hesar myndirnar? Hvat við teimum avvarðandi? Skulu tey kunna koma í ta støðu, at fjølmiðlarnir bera teimum deyðsboðini? Hvat verður tað næsta? Fara vit at síggja illa skadd fólk avmyndað á alnótini?
Á middegi dagin eftir hevði Útvarp Føroya stórtíðindi at bera. Tíðindamaðurin var so spentur, at her hoyrdist rættiliga, at hann helt seg hava eina stóra týdningarmikla fløkju at greiða. Og so fingu vit frásøgnina um Alarmsentralin og spurningar vóru settir við, um røtt mannagongd varð brúkt henda morgunin.
Eg eri eg av tí áskoðan, at tað hevur týdning at seta ljóskastaran á tað, ið fer fram í samfelagnum, bæði í orðum og í myndum. Tað hevur eisini týdning at lýsa evni, ið av onkrari orsøk eru torfør at tosa um. Men hvørt til sína tíð. Eg haldi, at framferðin, ið var nýtt í sambandi við hesa vanlukkuna, var ódámlig. Eg veit, at kappingin um at vera fyrst við tíðindum, er hørð, og í hesari kapping verða myndir eisini nógv brúktar. Eg haldi tó, at í hesi kapping verður mangan gloymt, at saman við hvørjum deyðsfalli eru livandi menniskju við kenslum.
Nógv hevur verið tosað um trupulleikarnar við samskiftinum við Alarmsentralin, men eg haldi ikki, at Útvarp Føroya er rætta staðið at viðgera slík álvarsmál dagin eftir, at eitt menniskja er deytt.
Sjálvandi skal hetta málið við Alarmsentralinum takst upp og greiðast. Frá mær fer ein innilig áheitan um at fáa hetta í rættlag, so vit sleppa undan at hoyra tílík tíðindi sum hesi, ið bert gera ilt verri.