Teir báðir brunnarnir eru í bretskum øki, men jarðfrøði kennir ikki til politisk mørk. Eitt ella tvey fund fara sjálvandi at gagna Bretlandi, men tey fara so sanniliga eisini óbeinleiðis at ganga okkum og okkara royundum at finna olju á landgrunninum. Brunnarnir verða boraðir heilt tætt upp at markinum, í einum øki, har føroyskir myndugleikar hava í hyggju at bjóða teigar út til leiting í eini komandi útbjóðing seinni í ár.
Tað áhugaverda við hesum boringum er eisini tann sannroynd, at her er talan um eitt lutvíst nýtt og ókent øki, sum liggur rættiliga fitt frá verandi oljukeldunum Foinaven og Schiehallion bretsku megin markið og "Gullhorninum" okkara megin. Man kann siga, at her er møguliga talan um eitt nýtt leitiøki og vónandi verður tað so, at vit um eitt gott hálvt ár kunnu seta navn á tað "nýggja" umráðið sum "Gulløkið fyri norðan". Annað av boriøkjunum í summar hevur tilknýti til Cambobrunnin, sum varð boraður nakað herfyri við góðum úrsliti eftir øllum at døma. Men av tí at einki er komið út alment um brunnin, verða tað so bara gitingar. Tað ljóðar tó, at talan er um eitt fund. Nú skal tað so møguliga bara staðfestast, hvussu stórt tað er. Hin brunnurin skal borast á 61 stigum og skilst millum oljufólk, at tað, sum farið verður eftir í undirgrundini, sær sera áhugavert út. Talan er í hvussu er um annað slag av "play" tvs. boristað enn tað, sum farið er eftir í "Gullhorninum" fyri sunnan seinastu árini. Talan er so eisini um øki, har nógv hevur verið gitt um møguleikar fyri at gera stór gassfund. Eitt slíkt hevði so eisini skundað undir eina útbygging av gassframleiðslu á Atlantsmótinum.
Hesi seinastu góðu tíðindini um nýggjar oljuboringar á Atlantsmótinum koma helst sera væl við hjá okkara oljumyndugleikum, sum enn ikki hava fingið "heilt fast undir fótum", hvat framtíðar bygnaðinum viðvíkur. Vónandi kunnu hesi tíðindini vera medvirkandi til at geva teimum bjartskygni og trúgv uppá framtíðina, sum kanska hava lyndi til at raðfesta oljuleitingina við Føroyar minni, nú eftir naggatódnina, sum hevur verið og er. Sjálvandi eiga vit at vera realistisk, tí tað at tveir brunnar skulu borast, merkir ikki automatiskt, at tú hevur funnið olju og gass. Men tað merkir kortini, at gongd er í og at oljufeløgini hava tiltrúgv til, at møguleikar eru at finna kolvetni. At hetta so fellur saman við eini nýggjari útbjóðing hjá okkum og at tað snýr seg um júst øki, sum liggja uppat okkara komandi útbjóðing, kundi ikki verið meira heppið. So møguliga liggur framtíðar oljuleitingin á landgrunninum nú í hondunum á teimum feløgum, sum fara at bora í summar, og tann sannroynd, at talan er um feløg, sum eru og fara at vera virkin á landgrunninum er enn eitt gott tekin. Ein møguligur glotti í tí annars myrku tíð, sum vísir seg fyri partar av vinnuni.
Sosialurin