Ekstrablaðið verður 100 ár í dag

Danska dagblaðið, Ekstrablaðið, kom fyri fyrstu ferð á gøtuna 12.februar 1904. Blaðið, sum fólk elska ella hata, hevur leiklutin sum ágangandi og freka dagblaðið í danska blaðheiminum. Í dag er Ekstrablaðið besta blaðfyritøka í ríkinum

Frekt, ágangandi, hástórt, gongur út um mark, eitt vánaligt lættisoppa dagblað. Lýsingarorðini eru mong um danska Ekstrablaðið, sum fólk antin hata ella elska. Í dag kann danska dagblaðið hátíðarhalda sín100 ára stovningardag.
Við fyrrverandi formanninum í Konservativa flokkinum, Hans Engell, á odda er Ekstrablaðið í dag fremsta blaðfyritøka í Danmark . Hóast upplagið er fækkað seinnu árini, hevði dagblaðið 75. mio krónur í yvirskoti í fjør. Einki annað danskt blað kann standa Ekstrablaðnum kurl á hesum øki.
Fólk innan danska blaðheimin ásanna, at kappingin um tíðindi harðnar alsamt á hvørjum ári og hesa kapping merkir sanniliga eisini Ekstrablaðið til.
Blaðstjórin á Ekstrablaðnum, Hans Engell, sigur, at serliga er kappingin hørð við ókeypis bløðini og sjónvarpsrásirnar. Hann hevur kortini gott treyst og ætlar at leggja nógv fyri, at Ekstrablaðið eisini komandi árini kann kalla seg besta blaðfyritøka í danska ríkinum.

Kríggj skuldi til
Tað var 12.februar í 1904, at fyrsta Ekstrablaðið kom á gøtuna. Tað er synd at siga, at Ekstrablaðið í dag og fyri 100 árum síðan minna um hvørt annað. Fyrsta Ekstrablaðið var eitt eykablað í Politiken um kríggið millum Japan og Russland í februar 1904.
Stórur áhugi var í Danmark fyri krígnum og tí avgjørdi leiðslan á Politiken at geva eykablaðið, Ekstrablaðið, út meðan kríggið var. Kríggið dróg út og Ekstrablaðið var komið fyri at vera. Í 1905 varð Ekstrablaðið sundurskilt frá Politiken og fekk sína egnu blaðstjórn.

Victor gjørdi mun
Tað var kortini ikki fyrr enn í seksti árunum, at rættiliga ferð kom á søluna hjá Ekstrablaðnum. Blaðið broytti ham og undir leiðsluni av blaðstjóranum, Victor Andreasen, mentist blaðið nógv og vann seg fram í fremstu røð í danska blaðheiminum.
Eyðkendi stílurin við ágangandi, frekum og til tíðir óhóskandi journalistikki mentist undir Victor Andreasen. Tað var eisini við honum á odda, at Ekstrablaðið, sum fyrsta danska dagblaðið, fór undir vísa myndir av berbróstum kvinnum. Hetta skapti mikla øsing í Danmark í 1976.

"Den nødvendige avis"
Ekstrablaðið hevur altíð dámt væl at verða í andglettinum og tað hendir javnan, at blaðið er við til at skapa mikla øsing í danska samfelagnum.
Í dag kallar Ekstrablaðið seg fyri "Den nødvendige avis". Blaðið hevur altíð havt orð fyri at kalla ein spaka fyri ein spaka og dámar væl leiklutin sum dagblaðið, sum skapar rumbul og stoytir fólk. Tað er ikki øllum, sum dáma ágangandi stílin hjá Ekstrablaðnum. Fleiri eru av teirri áskoðan, at blaðið er grunt og skrivar bert um evni, sum hava við lægsta felagsnevnaran hjá fólki at gera.
Blaðið er heldur ikki kent fyri tær drúgvu viðgerðina av málum, men heldur seg til stuttar og greiðar greinar. Sammett við fleiri onnur bløð, taka blaðmenninir á Ekstrablaðið vanliga greiða støðu í teimum ymisku málunum, teir viðgera, og deildar meiningar eru um, hvussu rætt tað er.
Heitið, Den nødvendige avis, kann kortini ikki vera helt av leið, tí tað er ein sannroynd, at Ekstrablaðið er eitt týdningarmikið blað í danska blaðheiminum í dag. Nógv fólk lesa blaðið dagliga og blaðið er við til ávirkan fatanina av danska samfelagnum hjá vanliga dananum.
Politikkararnir á Christiansborg hava altíð fylgt væl við í Ekstrablaðnum, tí teir vits fullvæl, at stóri lesaraskarin hjá blaðnum, gevur blaðnum stórt vald.
Politikkararnir eru tí altíð á varðhaldi fyri Ekstrablaðnum og fara tað óivað nógv frammyvir.