Etiski spurningurin stendur fremst

Jóhann Mortensen, tíðindaleiðari í Útvarpi Føroya, heldur ikki, at talan er um útpensling ella at fjølmiðlarnir válka sær í vanlukkum, tá hesar og ymisk viðurskifti teimum viðvíkjandi verða varpað út í fjølmiðlunum

Í Sosialinum mikudagin hevur Leila Solmunde av Kambsdali harðliga at fjølmiðlunum fyri at válka sær í ferðsluvanlukkum og ikki at vísa fyrilit fyri teimum avvarðandi, tá vanlukkur hava kravt mannalív.
Hesum er tíðindaleiðarin í Útvarpi Føroya, Jóhann Mortensen ikki samdur við henni í.
? Tann etiski spurningurin liggur altíð fremst, tá innsløg verða gjørd um ferðsluvanlukkur, sum krevja mannalív, sigur hann.
Somuleiðis sigur hann, at í slíkum førum er tað als ikki spurningurin um at vera fyrst við tíðindunum, sum ger seg galdandi. Tað ræður heldur um at fáa tíðindi út, og at tey so eru røtt.
? Útvarpið bíðar ofta longi við at koyra tíðindi um vanlukkur út, og vit halda okkum eisini altíð til góðan pressusið, sigur Jóhann.

Avlíva leysatíðindi
Tíðindaleiðarin vísir á, at tá slíkar vanlukkur henda, gongur tað ofta ikki long tíð, fyrr enn leysasøgur byrja at breiða seg. Tað er komið fyri, at útvarpið hevur fingið ymiskt at vita, men av fyriliti ikki vil varpa søguna út, og so ringja fólk og spyrja, hví tey ikki hava nevnt hesi viðurskifti í tíðindasendingini.
? Og ofta tá so hesi viðurskift verða nevnd í útvarpinum er tað líka so nógv fyri at avlíva leysasøgurnar, sigur Jóhann.
Til hesa vanlukkuna, sum júst er hend, er nevnliliga talan um, at útvarpið ikki fór út við søguni um alarmsentralin beinanvegin.
Tey fingu tíðindini um, at mannagongdin ikki varð fylgd til redaktiónsfundin seinnapartin vanlukkudagin, men valdu ikki at koma út við henni fyrr enn dagin eftir.
Men hann leggur dent á, at um slík mál ikki verða tikin upp, tá ein vanlukka er hend, so verða tey als ikki tikin upp.
? Um tað bíðar 14 dagar, so er tað ov seint, tí tá eru tað møguliga onnur átrokandi evni frammi, sigur tíðindaleiðarin, sum eisini heldur, at tá tað er staðfest, at tað var ivasamt um mannagongdin varð fylgd í hesum sambandinum, at tað er upp á sítt pláss, at fjølmiðlarnir taka tað upp.
? Vit meta tað vera absolutt viðkomandi, at tað so verður tosað við partarnar, sum hava við hetta at gera.

Varin orð
Samstundis sum tíðindaleiðarin tosar um, at parturin av uppgávuni hjá fjølmiðlunum eisini er at varpa slík sorgartíðindi út, so leggur hann eina við, at tað altíð verður hugsað um tey avvarðandi.
Hann sigur, at tey royna at vera varin í teirra orðum og talu fyri ikki at stoyta nakran. Og ofta verða als ikki allir upplýsningar, sum útvarpið hevur fingið, varpaðir út.
? Vit vita, at tað er svárt hjá teimum, ið sita eftir. Og eg haldi so avgjørt ikki, at vit pensla nakað út í okkara miðli. Orð hava eina megi sjálvi, tá tey verða søgd í útvarpinum, at tað er ikki neyðugt at nýta so mong av teimum, sigur Jóhann Mortensen, sum leggur afturat, at pressan kann sigast at vera varðhaldsmaðurin hjá almenninginum.
? Um fjølmiðlarnir ikki seta fingurin á, tá alt ikki verður gjørt rætt, hvør skal so gera tað, spyr hann at enda.