Framtíðar leikluturin hjá smáum kommunum

Ein kanning millum kommunalar leiðarar um leiklutin hjá smáum kommunum í framtíðar økismenningini

GRANSKING
Tíðindi frá www.region.fo

Granskingardepilin fyri Økismenning er í samstarvi við økismenningardepilin við Lærda Háskúlan á Akureyri (www.unak.is/rha) og Ålands Statistik och Utredningsbureau (www.asub.aland.fi) farin undir eina norðurlendska verkætlan við heitinum »Framtíðar leikluturin hjá smáum kommunum«. Verkætlanin byggir á eitt spurnarblað, sum verður sent øllum kommunum á Álandsoyggjunum, í Føroyum og flestu kommunum í Íslandi.
Endamálið við verkætlanini er, at kortleggja og greina, hvussu smáu kommunurnar arbeiða, til tess at møta framtíðar økismenningini, hetta við atliti til eitt nú demografi, kapasitetstrupulleikar og fjarstøðu. Er vegurin fram kommunusamanleggingar og/ella kommunalt samstarv? Hvørji stig eru tikin og hvussu virka tey? Eitt annað endamál, er at seta skjøtil á eina meiri skipaða norðurlendska gransking um smákommunur og teirra viðurskifti í økismenningini. Ein nærri lýsing av verkætlanin finnist á heimasíðu okkara www.region.fo - og vel Framtíðar leikluturin hjá smákommunum.
Í Føroyum verður spurnarblaðið sent til allar borgarstjórar, umframt antin umsitingarliga leiðaran ella varaborgarstjóran. Spurnarbløðini eru send út í hesari vikuni (viku 7) og verða ætlandi Granskingardeplinum í hendi aftur í síðstu viku í februar mánaða. Endaliga frágreiðingin frá verkætlanini fyriliggur á sumri í ár.
Verkætlanin er stuðlað av norðurlendska regionalpolitiska stovninum NordREGIO, sum hevur sítt høvuðssæti í Stockholm (www.nordregio.se).
Hava tygum spurningar viðvíkjandi verkætlanini, eru tygum vælkomin til at seta tygum í samband við okkum, siga Gestur Hovgaard, verkætlanarleiðari og Dennis Holm, granskari.