Síðani ferðsluvanlukkuna við Áir tann 11. februar í ár, har ein ung kvinna lat lív, hevur nógv verið gjørt burtur úr í fjølmiðlunum. Fjølmiðlarnir vóru skjótir úti við tíðindunum um, at vanlukkan hevði kravt eitt mannalív, síðani komu spurnartekin um, hvørs rætta mannagongd varð fylgd í hesum málinum og nú er tað spurningurin hvør hevur ábyrgdina av málsøkinum.
Alt hetta eru evni, sum eru áhugaverd at taka upp í fjølmiðlunum, men spurningurin er, hvat tað ger við tey avvarðandi og onnur, sum hava mist í ferðsluni.
Sosialurin hevur tosað við Leilu Solmunde av Kambsdali, sum misti einasta son sín í ferðsluvanlukku á sumri í 2001.
? Foreldur, sum hava mist í ferðsluni, verða mint á teirra egnu sorg, tá ferðsluvanlukkur verða penslaðar út í fjølmiðlunum, soleiðis sum tann vanlukkan, sum júst er hend, sigur Leila Solmunde.
Hon heldur, at ljós heldur átti at verðið varpað á meiri fyribyrgjandi upplýsningar fram um møgulig mistøk ella hvat kundi havt hent í sambandi við vanlukkuna.
? Tað er smagleyst av fjølmiðlunum at geva teimum avvarðandi eina fatan av, at um tað og tað var gjørt, so hevði útslagið kunnað verið øðrvísi, sigur Leila.
Hon nevnir sum dømi, tá Útvarp Føroya á middegi hósdagin í farnu viku kom við søguni um, at tað var eitt ivamál, um Alarmsentralurin hevði fylgt rættari mannagongd.
? Eg fekk næstan vaml, tá eg hoyrdi útvarpið, tí ikki einans leita tankarnir til tey, ið eftir sita eftir kvinnuna, men eisini rippar tað alt uppaftur í eins egnu sárum, greiðir hon frá.
Hon heldur somuleiðis, at tað verður penslað so nógv út í útvarpinum við, at somu tíðindi eru at hoyra fleiri ferðir um dagin um tað sama í fleiri dagar.
? Ein fer at hugsa um, alt nú mundi verið gjørt fyri mítt barn, tá hann lat lív. Ein rúgva av spurningum, sum ongantíð verða svaraðir, sigur Leila, sum heldur ikki heldur nógv um forsíðumyndina á Sosialinum vanlukkudagin, har bilurin var á.
? Tað er hjartaleyst, og tað verður als ikki hugsað um tey avvarðandi ella onnur, sum hava mist í slíkum førum, sigur Leila.
Rakar øll
Leila Solmunde leggur dent á, at tá ein ferðsluvanlukka hendir, so er tað ikki bara tey avvarðandi, sum verða rakt. Hon sigur, at slíkar vanlukkur raka øll, sum hava mist í ferðsluni.
Hon fer aftur at tosa um myndina á forsíðuni á Sosialinum. Hon sigur, at hon veit, hvat ein mamma, sum hevur mist skal ígjøgnum. Og síðani at síggja eina mynd sum hasa, so kann hon bert ímynda sær, hvørjir tankar munnu fara í gjøgnum høvdið á teimum allarnærmastu.
? Eg eri so glað fyri, at eg ongantíð sá mín bil, tí um hatta hevði verið mín, so hevði eg so avgjørt ikki havt tað gott, um eg sá hann á forsíðuni á einum blaði, sigur Leila og leggur afturat, at hon skilir ikki, at bløð skulu selja, tí at hon misti sín son.
? Eg veit, at slíkt ofta verður nýtt til at ræða ung við. Og tað dugi eg eisini væl at síggja, men tað altso ikki altíð, at slíkt gevur tað virkan, sum ynskiligt var, sigur Leila Solmunde.
Hvar er endamálið
Leila spyr, hvat endamálið er við at ein vanlukka verður varpað út um allar geilar so stutt aftan á, at hon er hend.
? Hendan kvinnan letur lív á landsvegnum um hálvgum níggjutíðina um morgunin, og á middegi er tað longu á netinum. Hvørjum endamáli tænir tað, spyr Leila og leggur afturat, at tað óivað er ein spurningur um, øll tey avvarðandi hava fingið deyðsboðini so skjótt aftaná.
Leila skilir tó væl, at slíkt skal út í fjølmiðlarnar, men hon fílist á handfaringina, sum hon heldur er farin púra av kós.
? Ein samrøða við Ráðið fyri Ferðslutrygd hevði verið meira passandi í einum slíkum føri, heldur enn eitt óhugnaligt kjak um mannagongdir, sum verða fylgdar ella ikki, sigur hon.
Leila Solmunde eftirlýsir, at fjølmiðlar spyrja Ráðið fyri Ferðslutrygd, tá slíkar vanlukkur henda. Eisini heldur hon, at partarnir, sum hava við slíkar vanlukkur og bjargingararbeiði at gera, áttu at sett seg niður til samráðingar og kjakast.
? Eitt tílíkt kjak hoyrir so avgjørt ikki heima í fjølmiðlunum, og tað tænir heldur ongum endamáli, sigur Leila Solmunde.