Fríggjadagur tann trettandi var dagurin, tá Føroya Sparikassi valdi at lata fimm deildir aftur ymsastaðni í landinum.
Tað vóru deildirnar í Skopun, Sandavági, Kvívík, Hósvík og á Skála, sum latnar vórðu aftur hendan dagin.
Í Sandavági kennist tað serliga svárt hjá nógvum fólki, at Sparikassin nú lat aftur, tí stutt er síðan, at Føroya Banki í bygdini eisini varð stongdur. So í løtuni er eingin penningastovnur í Sandavági, og tey, sum ørindi hava í slíkum, noyðast til Miðvágs, har næstu banka- og sparikassadeildirnar eru.
Tó hevur Føroya Banki eina sonevnda brævaloysn, har fólk kunnu fara á posthúsið og avgreiða síni bankaviðurskifti.
Men fólk í Sandavági, sum Sosialurin hevur tosað við, halda ikki, at tað er nøkur framtíðarloysn, tí hóast tað enn ikki er váttað, ganga seiglívað tíðindi um, at posthúsið í Sandavági eisini fer at lata aftur, og so kann tað gera tað sama at fara at fáa sær eina nýggja tænastu har, sum tey kortini missa, halda eitt sigur mótfallin sandavágsfólk fyri.
Tey seta nú sítt álit á, at Norðoya Sparikassi, sum hevur víst áhuga fyri at lata upp deild í Sandavági, fer at gera álvara av hesi ætlan, verður sagt í Sandavági.
Eisini í Skopun kennist tað sárt at siga Sparikassanum farvæl, siga skopuningar. Har er loysnin nú at fara Heim á Sand, um ein skal gera ørindi í tí peningastovninum.
Føroya Sparikassi hevur selt bygningi, sum deildin á Skála helt til í, til Runavíkar- og Skála komunur, sum ætla at brúka hann til heilsumiðstøð.
Í bygninginum hevur umframt Sparikassan eisini læknin hildið til. Men nú kommunurnar eiga bygningin, kann hann allur, sum hann er, brúkast til heilsumiðstøð burturav. Eitt nú er møguleiki fyri bæði fysioterapi, ergoterapi og øðrum tilboðum av heilsuligum slagi.
Sum partur av avtaluni millum kommunurnar og Føroya Sparikassa er avrátt, at sjálvtøkan, sum er í bygninginum, famvegis verður standandi.