Christian Høgni er komin, og tað gevur okkum fleiri møguleikar. Eisini hava vit fingið Viggo Johannesen úr ÍF, og hann er ein ógvuliga fjøltáttaður spælari, ið kann røkja fleiri pláss, og tað styrkir eisini um [...] hann heldur tó, at B36 hevur eitt sera sterkt lið. - Tað er einki at ivast í, at teir verða ógvuliga drúgvir. Teir hava menn sum Fróða á miðjuni, Pól í verjuni og Jákup í málinum, og tá ið teir koma ordiliga [...] haldi, at tað fyrst og fremst er í álopinum, at vit hava verið ov tunnir seinnu árini, men nú sær betur út, heldur Jens Martin Knudsen. Jens Martin Knudsen dylur ikki fyri, at sigurin á B36 kemur væl við,
viðgekk tó, at tá ið runavíkingar vóru komnir á odda, var NSÍ nærri at økja um leiðsluna, enn B36 var at javna. - Vit satsa og flyta nógv fólk fram, og tá verður tað í veruleikanum spælt upp á teirra prinsippir [...] , men teir hava onkran, og Jákup hevði onkra fantombjarging, segði Allan Mørkøre, sum helt, at tað var stórur saknur í Klæmint Matras á miðvøllinum hjá B36 í dystinum móti NSÍ 2. páskadag. [...] Fótbóltsprát Allan Mørkøre helt eftir dystin móti runavíkingum, at B36 hevði fult tamarhald á dystinum í fyrra hálvleiki, og eisini eina løtu eftir steðgin. Vit sita á dystinum í fyrra hálvleiki, men vit
spældu ímóti teimum. Tá lógu vit og vardu og taptu 0-4. Eg vænti vit verða longri frammi á vøllinum, tí vit vænta okkum okkurt stig í øllum førum. Helst trý stig, sigur hann og vísir á, at um teir bara tora [...] málskjútti í Effodeildini við 13 málum, er Klæmint Andrasson Olsen úr NSÍ. Hann spældi eisini við ímóti Danmark í fyrra dystinum landanna millum, og veit tískil hvørja mótstøðu teir kunnu vænta sær í kvøld, tá [...] tekniskt og kvikir. So at siga allir, sum eru við, eru profilar á Superligu-liðum, so tað er á einum ógvuliga góðum støði, teir spæla á, sigur Klæmint. Hann eftirlýsir dirvi í dystinum í kvøld og vil fegin
dystunum móti bæði TB og NSÍ valdu mótstøðuliðini at dúva upp á kontraálop og langar bóltar úr verjuni niðan í álopið, soleiðis at tað ongantíð bleiv tað stóra spælið á miðvøllinum, og at hetta tykist verða [...] Miðvallarin hjá B36, Mikkjal Thomassen, var als ikki nøgdur við avrikið hjá B36 á Tvøroyri. Hann helt eftir dystn, at higartil í ár hevur B36 ikki megnað at skapa nóg nógvar málmøguleikar móti liðum, ið [...] steypakappingini, høvdu skálamenn eisini hug at spæla fótbólt, og so lá væl fyri hjá okkum. Móti TB fáa vit ongantíð spælið at koyra, og vit megna ongantíð at spæla teir út, greiðir Mikkjal Thomassen frá
byrjan, bæði í vinardystunum og í fyrsta steypadysti í Fuglafirði. Hvør er orsøkin til tað? ? Ja, í vinardystum verður alt møguligt roynt, og man líkasum roynir seg fram og ?eksperimenterar? við at gera [...] koma inn, og so fáa vit at síggja, um teir klára at standa royndina. Vit hava eisini mist bæði Tomislav, Ninoslav og Øssur, men eftir mínari meting hava vit havt nokkso nógv offensivt fólk og fingið nakrar [...] drúgvir, tí teir vunnu jú í fjør og hava ikki mist nakað fólk uttan málmannin. Og so rokni eg eisini nógv við GÍ, sum eisini hava nakað tað sama av fólki sum í fjør, og teir gjørdist jú nummar tvey. So
tveimum steypafinalum, og hevur vunnið tí einu. Hetta var í 1998, tá HB vann 2-0 á KÍ, og tá skeyt Andrew annað málið fyri havnarliðið. -Eg vænti ein tættan og spennandi dyst, og um veðrið heldur sær, so [...] fyri runavíkingar, og tey, ið ikki stuðla HB í Havn, fara eisini at stuðla NSÍ. Andrew greiðir frá, at HB-spælararnir hava verið rættiliga upptiknir av finaluni allan juli-mánaðin, og fyri at vera so væl
Nýggi NSÍ venjarin, Anders Gerber, hevur fingið eina fína byrjan sum NSÍ venjari. Av teimum fyrstu trimum dystunum í Effo-deildini hevur NSÍ vunnið tveir, og liggja í løtuni á fyrsta plássinum við seks [...] seks stigum. Tó iðrar NSÍ venjarin seg enn um avrikið hjá NSÍ í tapinum móti HB á heimavølli. Eftir dystin við Løkin í dag, fekk Hilmar Jan Hansen orðið á NSÍ venjaran, Anders Gerber, sum segði seg at vera [...] undanfarnu dystirnar hevði skorað tíðliga, og at vit høvdu latið mál ígjøgnum tíðliga í báðum dystunum. Okkara ætlan var at tað ikki skuldi henda aftur í dag, og eg eri glaður fyri at tann ætlanin helt.
brenda brotssparkið hjá NSÍ lyfti heimaliðið, meðan søgan kanska hevði verið ein heilt onnur, um NSÍ hevði skorað. Hanus Eliasen var væl nøgdur við avrikið hjá fuglfirðingum sunnudagin, og hann helt, at allir [...] Ungi og evnaríki miðvallaleikarin hjá ÍF, Hanus Eliasen, helt eftir dystin, at tað var fult uppiborið, at ÍF vann á NSÍ. Hanus helt dystin verða javnan, men at ÍF hevði verið nógv tað vandamiklara liðið [...] allir mans hjá ÍF kempaðu væl og høvdu trúnna upp á, at teir fóru at vinna dystin. Hanus segði eftir dystin, at hann helt álopsspælið hjá ÍF koyra sera væl í dystinum, og tað tóktist sum um runavíkingar ongantíð
verið verandi í nevndini og ikki tikið meg burturúr, bæði tí eg havi nakrar visjónir fyri felagið, og tí her eru nógv onnur góð og arbeiðssom fólk í nevndini, sigur formaðurin í NSÍ, Jákup Mortensen. Hetta [...] uppgávur út á onnur. Og tað má eg siga um fólk her á staðnum, at tey eru stak villig at hjálpa til við ymiskum og at stuðla arbeiðinum. Trívast, eru við og hava tað stuttligt Felagið NSÍ fevnir um tríggjar [...] millum tey vaksnu, og hava vit í ár roynt at gera meir fyri at fáa tey vaksnu ítróttarfólkini at ganga við. Tað er NSÍ, sum eigur stevnuna. Fyrr var tað meir ella minni NSÍ sum skipaði fyri og fekk allar inntøkurnar
sær til leiðsluna í FSF og segði, at hann hevði hug til at venja eitt 1. deildarlið, og FSF góðtók, at hann bæði virkaði sum hjálparvenjari á landsliðnum og 1. deildarvenjari hjá NSÍ. Jógvan Martin Olsen [...] Inga Petersen og Símun Samuelsen. Hetta eru alt ungir leikarar, og Jógvan Martin ásannar, at venjararnir mangan hava valt at tikið ungar og óroyndar leikarar fram um rutineraðar kreftir, og tað hevur skapt [...] sera væl við í føroysku kappingini. Hann sær 18 landskappingardystir um árið í 1. deild, har NSÍ er annað liðið, og tá síggi eg sjálvsagt eisini leikarar á mótstøðuliðnum, sigur hann. Tað noyðist eg til tess