- Vit vinna uppiborið

NSÍ venjarin, Anders Gerber, var sum heild nøgdur við avrikið hjá sínum monnum í dag, og segði at sigurin var uppiborin

Nýggi NSÍ venjarin, Anders Gerber, hevur fingið eina fína byrjan sum NSÍ venjari.

Av teimum fyrstu trimum dystunum í Effo-deildini hevur NSÍ vunnið tveir, og liggja í løtuni á fyrsta plássinum við seks stigum. Tó iðrar NSÍ venjarin seg enn um avrikið hjá NSÍ í tapinum móti HB á heimavølli.

 

Eftir dystin við Løkin í dag, fekk Hilmar Jan Hansen orðið á NSÍ venjaran, Anders Gerber, sum segði seg at vera nøgdan við avrikið hjá sínum monnum.

 

-       Sum heild hava vit gott tak á dystinum, og stýra spælinum. Eisini eru vit omaná tá tað kemur til kjansir, so samanumtikið var talan um eitt gott avrik hjá okkum í dag.

 

-       Undan dystinum høvdu vit fokus á at Skála teir báðar undanfarnu dystirnar hevði skorað tíðliga, og at vit høvdu latið mál ígjøgnum tíðliga í báðum dystunum. Okkara ætlan var at tað ikki skuldi henda aftur í dag, og eg eri glaður fyri at tann ætlanin helt.

 

Omanfyri ber til at síggja samrøðuna við Anders Gerber. Jóhan Thomsen tók samrøðuna upp.