- Vit mangla ein áleypara

Ein av royndastu leikarunum hjá B36, Allan Mørkøre, heldur tað verða umráðandi hjá B36, at liðið fær ein veruligan áleypara

Fótbóltsprát

Allan Mørkøre helt eftir dystin móti runavíkingum, at B36 hevði fult tamarhald á dystinum í fyrra hálvleiki, og eisini eina løtu eftir steðgin.
Vit sita á dystinum í fyrra hálvleiki, men vit eru alt ov tannleysir heilt har frammi. Vit fáa nakrar hálvar kjansir, sum vit ikki fáa nakað burturúr. Høvdu vit ein veruligan áleypara, so høvdu vit eisini vunnið, segði Allan Mørkøre.
Fyrrverandi landsliðsmaðurin viðgekk tó, at tá ið runavíkingar vóru komnir á odda, var NSÍ nærri at økja um leiðsluna, enn B36 var at javna.
- Vit satsa og flyta nógv fólk fram, og tá verður tað í veruleikanum spælt upp á teirra prinsippir, har teir kunnu dúva upp á kontra. Vit fáa ongan serligan málmøguleika, men teir hava onkran, og Jákup hevði onkra fantombjarging, segði Allan Mørkøre, sum helt, at tað var stórur saknur í Klæmint Matras á miðvøllinum hjá B36 í dystinum móti NSÍ 2. páskadag.