- Vit vinna

Andrew av Fløtum væntar, at HB-áskoðararnir verða í minniluta í finaluni um Løgmanssteypið

Ein av stóru profilinum í landskappingini í ár, Andrew av Fløtum, er ikki í iva um úrslitið á Ólavsøku, - Sjálvandi vinna vit finaluna, sigur HB-framherjin við Sosialin.

Andrew hevur áður verið í tveimum steypafinalum, og hevur vunnið tí einu. Hetta var í 1998, tá HB vann 2-0 á KÍ, og tá skeyt Andrew annað málið fyri havnarliðið.

-Eg vænti ein tættan og spennandi dyst, og um veðrið heldur sær, so vænti eg eisini heilt fitt av áskoðarumj til dystin, fortelur Andrew av Fløtum.

Andrew roknar við, at HB-áskoðararnir verða í minniluta í steypafinaluni, tí væntandi verður øll Eysturoyggin aftan fyri runavíkingar, og tey, ið ikki stuðla HB í Havn, fara eisini at stuðla NSÍ.

Andrew greiðir frá, at HB-spælararnir hava verið rættiliga upptiknir av finaluni allan juli-mánaðin, og fyri at vera so væl fyri sum gjørligt, hava fleiri spælarar tikið sær feriu til at venja tvær reisur um dagin.