- Vit vóru vandamiklari

Ungi og evnaríki miðvallaleikarin hjá ÍF, Hanus Eliasen, helt eftir dystin, at tað var fult uppiborið, at ÍF vann á NSÍ. Hanus helt dystin verða javnan, men at ÍF hevði verið nógv tað vandamiklara liðið. Eisini helt Hanus, at brenda brotssparkið hjá NSÍ lyfti heimaliðið, meðan søgan kanska hevði verið ein heilt onnur, um NSÍ hevði skorað.
Hanus Eliasen var væl nøgdur við avrikið hjá fuglfirðingum sunnudagin, og hann helt, at allir mans hjá ÍF kempaðu væl og høvdu trúnna upp á, at teir fóru at vinna dystin. Hanus segði eftir dystin, at hann helt álopsspælið hjá ÍF koyra sera væl í dystinum, og tað tóktist sum um runavíkingar ongantíð av álvara fingu spælið hjá sær at hanga saman.