Aðrastaðnis her á síðunum verður langað harðliga út eftir skipanini við venjarum kring føroyska landsliðnum í fótbólti. Tann, ið fær flestu ákoyringarnar, er kanska hjálparvenjarin Jógvan Martin Olsen, sum fyrrverandi landsliðsleikarin, Allan Mørkøre, stýrir øllum á føroyska landsliðnum.
Fylgja væl við
Sjálvur sigur Jógvan Martin, at hann fylgir sera væl við í føroysku kappingini. Hann sær 18 landskappingardystir um árið í 1. deild, har NSÍ er annað liðið, og tá síggi eg sjálvsagt eisini leikarar á mótstøðuliðnum, sigur hann. Tað noyðist eg til tess at finna út av, hvussu eg leggi tann besta taktikkin, sigur hann. Jógvan Martin sigur eisini, at er onkur dystur forskotin, so fer hann sjálvsagt til hesar, og harafturat sær hann eisini allar europeisku dystirnar, sum tey føroysku feløgini leika á heimavølli. Tilsamans heldur Jógvan Martin, at hann man síggja einar 50 dystir um árið, har landsliðsevnir taka lut úti á vøllinum.
Harafturat hevur hjálparvenjarin á føroyska landsliðnum regluligt samband við venjararnar í føroysku feløgunum, sambært honum sjálvum okkurt um eina ferð um vikuna, hóast tað sjálvsagt eru nakrar, sum tosað verður oftari við enn aðrir. Hetta verður gjørt, soleiðis at vit kunnu fylgja við í, hvussu menn eru fyri, sigur Jógvan Martin Olsen. Harafturat er Henrik Larsen javnan í Føroyum og hyggur eftir dystum, sigur Jógvan Martin, og tí hava vit grundarlag fyri at úttaka landsliðið, sigur hann. Eisini tosa vit saman umvegis telefon hvørja einastu viku fyri at tosa um teir einkultu spælararnar, og um hvussu tað gongur hjá teimum.
FSF góðtók støðuna
At summi halda tað verða ein trupulleika, at Jógvan Martin umframt at verða hjálparvenjari á landsliðnum eisini er 1. deildarvenjari, skilur hann sjálvur væl. Hann greiður frá, at hann í mong ár hevði starast innan FSF, men hevði fingið hug til at royna seg í markini, sum hann málber seg. Eg saknaði dagligu venjingarnar, sigur Jógvan Martin. Tí vendi hann sær til leiðsluna í FSF og segði, at hann hevði hug til at venja eitt 1. deildarlið, og FSF góðtók, at hann bæði virkaði sum hjálparvenjari á landsliðnum og 1. deildarvenjari hjá NSÍ.
Jógvan Martin Olsen sigur, at soleiðis eru treytirnar, sum hann og Henrik Larsen eru settir undir, og tað kann FSF liva við, men hann skilur tó atfinningarnar.
At tað er Jógvan Martin, ið stýrir øllum, soleiðis sum Allan Mørkøre ber fram, hevur hjálparvenjarin sjálvur ikki hug til at gera viðmerkingar til, men vísir til høvuðsvenjaran.
Gott við kritikki
At fólk innan føroyska fótbóltsheimin nú eru frammi við peikifingrinum, fegnast Jógvan Martin um, tí tað vísir bara, at tað er áhuga fyri føroyska landsliðnum. Hann avvísir heldur ikki, at onkrar úttøkur hava verið skeivar, og somuleiðis sigur Jógvan Martin, at viðgerðin av landsliðnum í fjølmiðlunum kann eisini gera venjaraparið varnar við okkurt ella onkran, sum teir ikki hava givið sær gætur um áður.
Jógvan Martin dugir ikki at skilja, at onkur heldur landsliðið verða eitt lukkað land, tí sera nógvir spælarar hava fingið møguleikan seinasta árið. Sum dømir um hetta nevnir hann Jón Róa Jacobsen, Atla Danielsen, Hjalgrím Elttør, Jann Inga Petersen og Símun Samuelsen. Hetta eru alt ungir leikarar, og Jógvan Martin ásannar, at venjararnir mangan hava valt at tikið ungar og óroyndar leikarar fram um rutineraðar kreftir, og tað hevur skapt øsing viðhvørt. Vit arbeiða við einum bruttohópi upp á gott og væl 30 leikarar, men tað merkir ikki, at aðrir ikki sleppa framat, sigur hann at enda. At onkur leikari kanska hevur fingið eitt sindur langan snór kann væl verða, men tað er, sum eygað sær, heldur hjálparvenjarin á føroyska landsliðnum.