trupulleikan. Ætlanin er at lata eitt barnadiskotek upp í rúsfríum umhvørvi. Men hetta skal tó ikki raka tað virksemið, ið er í løtuni. Ein møguleiki er t.d. at hava Eclipse opið fyri teimum undir 18 áðrenn [...] neiliga viðmerking fingið, og tað er hann takksamur fyri. - Eg havi sett pening í eina fyritøku við tí fyri eygað at vinna pening, og hetta, haldi eg, hava flest øll virðing fyri. Fleiri kvennkyn veita ans Men [...] Arni, ið framyvir fór at verða stjóri á teimum trimum støðunum. Men hvør er hesin djarvi og reysti ungi maðurin? Djarvur Tað er ikki nógv 20 ára gomul, ið høvdu vága sær undir eitt tílíkt arbeiði, ið fevnir
nógva familju. So fyri meg er tað hesin serligi ólavsøkudámurin, og at eg plagi at fara til Havnar til familjuna, sum tað snýr seg um. - Hvat er tað besta við ólavsøkuni? Vit eru altíð hjá fastrini hjá [...] ólavsøkan at siga fyri teg? Eg haldi, at ólavsøkan er rættiliga nógv broytt tey seinastu árini, men tó so er tað enn ein heilt serligur dámur yvir henni. Sjálvt um eg eri úr Vestmanna, havi eg altíð verið í Havn [...] Havn, og tað er faktiskt tað, eg haldi vera tað hugnaligasta við ólavsøkuni. At vera saman við familjuni og eta saman. Tað er so sjáldan at øll møtast, og hetta er ein góð siðvenja. Har eru altíð nógv fólk
so væl sum tilber. Eisini hvussu eitt slíkt prosjekt byrjar og endar. Fyri hesar átta dámurnar hevur tað skund at fáa hetta málið framt. Hetta er eitt gamalt mál, sum átti at verða loyst fyri langari [...] verða í framtíðini. Men hetta halda tær átta ikki so nógv um: Tær ynskja at ein einstakur skúlagarður varð gjørdur sum ein felagsgarður fyri báðar skúlarnar. Sum er hava tær í Ósáskúlanum ein lítlan garð aftanfyri [...] plásstroti er undirvísingin í hesi lærugreinini flutt í eini grannahús. Júst hetta tykist ikki nerva tær stórvegis. Tað tykist sum tær hugna sær óført. Men hetta forðar teimum kortini ikki í at hava eina
bussarnir altíð staðið rimmar fast í minni mínum. -Í bussunum sótu invalidar frá seinna heimsbardaga. Hesir menn, sum høvdu stríðst fyri okkara land, vóru nú komnir saman við øllum fólkinum fyri at hátíðarhalda [...] hending frá einum tjóðardegi frammanfyri slottið. Sum vanligt er, so kom tann kongaliga familjan fram á balkongina, fyri at heilsa uppá tey túsundtals fólkini, sum har vórðu savnað saman. Í sambandi við hetta [...] Tað var, sum um tey vildu siga við meg, at eg skuldi bara váða mær at kalla sjálvan kongin fyri ein abba. Tað var at spotta kongin. -Men tey vistu sjálvandi ikki, at abbi mín var ein teirra, sum stóð har
trupulleiki við tiltøkum av ymsum slag her heima, er at tað er ikki altíð, at flogfarið lendir til tíðina við teimum, ið skulu framføra. Tann trupulleikin hevur tó ikki gjørt um seg hesaferð, tí Rúni Djurhuus váttar [...] øll eru lend. - Øll eru lend, alt er sum tað skal vera, so tað kundi ikki verið betri, sigur Rúni Djurhuus, ið væntar, at restin av tiltakinum heldur áfram líka væl sum higartil. [...] Voxbotn er nú av álvara farið í gongd, og fyri lítlari løtu síðani var danski Bro á pallinum. Tað merkist í Vágsbotni, at fólkamongdin veksur, serliga aftaná at Bro var á pallinum. Nógv skal til fyri at fáa
m, og er Angela sera væl nøgd. "Tað gekk ordiliga væl. Eini 300 fólk vóru og hugdu, so tað eri eg ordiliga glað fyri," sigur ein glað men troytt Angela, "Tað er fryktiliga strævið at skipa fyri slíkum [...] sigur Angela Petersen, sum er eitt kent andlit innan barnasjónvarp og barnaundirhald, og heldur fram "tí tey vaksnu skulu eisini halda tað vera stuttligt." Í dag stóð Angela fyri barnaundirhaldinum á G [...] slíkum. Nógv strævnari enn hvat fólk kanska heldur. Nógv halda, at barnaundirhald er vinstrahondsarbeiði, men tað er tað alt annað enn. Júst dagsins tiltaki havi eg arbeitt í eitt hálvt ár við." "Vit spældu
verður sagt. Felagið fer framyvir miðvíst at økja áhugan fyri føroyskum øli. Tí, sum teir halda uppá: Øl notið við máta er gott, og er eisini gott fyri heilsuna. [...] at vit altíð hava nýtappað, frískt øl á goymslu. Og júst sum man keypir kjøt frá slaktaranum, keypir man øl á bryggjarínum. - Okkara øl er økologiskt og ongi kemisk evni verða tilsett. Júst sum feskur [...] framleiðsluni av sodavatni, hóast nógv siga, at Restorffs er besta sodavatnið í Føroyum. - Óhugsandi er ikki at ein ávís framleiðsla verður tikin upp aftur seinni, tí øll framleiðslutólini eru tøk, verður
allar mínar vørur her. Ein av trúføstu kundunum í handlinum hjá Birgit er Jytte Davidsen, sum upprunaliga er úr Suðuroy, men sum hevur búð í Hósvík í mong ár. - Jú, eg eri sera fegin um at vit hava ein [...] døgverðan. Hon fer tó ikki bert til handils. Tað er altíð gott at fáa eitt prát í lag við Birgit ella onkran av kundunum í handlinum. Deiligt at fara til handils Jytta hevur ongan bil, og tí er ein natúrligur [...] Hon er eisini fegin um at hava henda handilin í bygdini, tí tað er ofta eitt sindur trupult at sleppa av bygdini, tá ein ikki hevur bil. - Hetta er eisini eitt samlingspunkt í bygdini. Her fær ein ofta
Hví fert tú / fert tú ikki á ólavsøku? Ólavsøkan hevur stóran týdning fyri meg, og sum útiseti geri eg summarfrítíðarætlanir eftir ólavsøkuni – eg eri altíð heima tá. Ólavsøka er eitt fantastiskt høvi [...] Midnáttarsangin. Hvat kundi verið øðrvísi á ólavsøku? ”At ganga oman og niðan” er ikki tað sama nú sum fyrr, nú alt er flutt oman í Vágsbotn og Skálatrøð. [...] høvi at heilsa upp á vinir, familju og kenningar, sum ein ikki hevur sæð leingi. Hvussu heldur tú ólavsøkuna? Av føstum traditiónum er setanin, kappróður, kappríðing og midnáttarsangur, umframt nátturðar hjá
landsstýrismaðurin hevur gjørt greitt at hann ikki er sinnaður at leggja frá sær". Klokkan er 16:45. Tað er hósdagur 1. desember 2005, og enn er hann ikki farin frá, og er eiheldur koyrdur frá. Situr við borðið [...] Jógvan situr eina løtu aftrat, líkasum fyri at sodna tíðindini. Hann veit, at hann er komin við úttalsilsum, sum fólk hava mett sum óheppin. - Men eg haldi ikki, at tað er orsøk at koyra ein landsstýrismann [...] roynd og veru hevur sligið: Tað er 99,9 % víst, at hann má frá sum landsstýrismaður. Tað fer hann kortini ikki við góðum. Tað má løgmaður sjálvur gera í brævi. Tað brævið er ikki komið enn. Og tíð bíðar hann