- Hvat hevur ólavsøkan at siga fyri teg?
Eg haldi, at ólavsøkan er rættiliga nógv broytt tey seinastu árini, men tó so er tað enn ein heilt serligur dámur yvir henni. Sjálvt um eg eri úr Vestmanna, havi eg altíð verið í Havn allar dagarnar á ólavsøku, tí har havi eg nógva familju. So fyri meg er tað hesin serligi ólavsøkudámurin, og at eg plagi at fara til Havnar til familjuna, sum tað snýr seg um.
- Hvat er tað besta við ólavsøkuni?
Vit eru altíð hjá fastrini hjá mær Undir Ryggi í Havn, og tað er faktiskt tað, eg haldi vera tað hugnaligasta við ólavsøkuni. At vera saman við familjuni og eta saman. Tað er so sjáldan at øll møtast, og hetta er ein góð siðvenja. Har eru altíð nógv fólk, og øll eru altíð í góðum lag.
- Hevur tú eitt serligt ólavsøkuminni?
Tað var á ólavsøku einaferð síðst í 1980’unum, at eg fyri fyrstu ferð í lívinum sá ein franskan hotdog. Eg minnist, at vit vóru nøkur vinfólk, sum gingu framvið pylsuvogninum á kaiini, tá vit sóu hetta nýggja, sum var ein franskur hotdog.
Eitt annað gott ólavsøkuminni er, at eg siti og práti á altanuni hjá einum góðum vini, Heiðriki, mitt í býnum, og vit síggja yvir á tað heila. Eg minnist, hvussu friðsalt tað var at sita har, meðan alt gekk fyri seg rundan um ein. Og seinni á kvøldinum at síggja hesi lítlu flogljósini sveima uppi yvir býnum. Tað var ein sera vøkur sjón.
Eg minnist eisini, hvussu vill ólavsøkan var í 1980’unum. Tá gingu fólk ræðuliga full, og menn lógu og sløddust ymsastaðni við vegin. Einaferð stóð onkur og serveraði hálv seyðarhøvd á papptallerkum, sum tey annars plaga at selja smyrjibreyð og tílíkt á. Fólk blakaðu bara frá sær, tá tey høvdu etið upp, so høvdaskøltarnir lógu og flutu allastaðni. Tað var nokkso stuttligt.
- Hvat er tað ringasta við ólavsøkuni?
Eg havi galoperandi sosialan ótta, og tað ringasta eg veit, er at vera í sovorðnum stórum mannamúgvum. So midnáttarsangurin er sjálvsagt nakað av tí allar ringasta, ein kann fáa meg til. Ikki tí - at standa á altanuni hjá Gamla Klubba í Havn og hyggja út yvir mannamongdina, sum syngur midnáttarsang, er sera hugnaligt.