"Eg skal undirhalda fólki heilt frá 0 til 100 ár," sigur Angela Petersen, sum er eitt kent andlit innan barnasjónvarp og barnaundirhald, og heldur fram "tí tey vaksnu skulu eisini halda tað vera stuttligt."
Í dag stóð Angela fyri barnaundirhaldinum á G! festivalinum, og er Angela sera væl nøgd.
"Tað gekk ordiliga væl. Eini 300 fólk vóru og hugdu, so tað eri eg ordiliga glað fyri," sigur ein glað men troytt Angela, "Tað er fryktiliga strævið at skipa fyri slíkum. Nógv strævnari enn hvat fólk kanska heldur. Nógv halda, at barnaundirhald er vinstrahondsarbeiði, men tað er tað alt annað enn. Júst dagsins tiltaki havi eg arbeitt í eitt hálvt ár við."
"Vit spældu ein sjónleik handlandi um Sigmund og Trónd. Teir báðir høvdingarnir máttu rýma av pallinum, tí teir bardust so illa. So fóru vit at leita eftir teimum, og undir okkara leitan funnu vit øll møgulig stuttlig fólk. Eitt nú funnu vit Rógva og drekan, nissur, smølfar og ikki minst Hannibal. Hannibal hevði sæð Sigmund og Trónd berjast niðri á sandinum, og har funnu vit teir so at enda," sigur Angela.
"Eg elski at gera undirhald til børn. Tað er stuttligt, tá man sær, at børnini elska tað. Eg royni altíð at hava ein moral eisini. Í dag var tað t.d. tað at vera óvinir: Tað er okay at vera óvinir, um man bara verður vinir aftur," sigur Angela í viðmerking til portalin.