- Jú, hetta er ein serstakur dagur í ár. Ein dagur har vit minnast at 100 ár eru liðin síðani vit gjørdust leys av Svøríki.
-Og so mugu vit ikki gloyma, at tað eisini eru liðin 60 ár síðani at Noreg varð leyst av seinna heimsbardaga. Hetta er ein "fantastisk festdag", sigur Ellen-Margrethe.
Ellen-Margrethe varð borin í heim í Oslo í august mánaði 1940, - tað árið tá Noreg av álvara kom við í seinna heimsbardaga.
Hon er í teirri sjáldsomu støðuni, at hon minnist rættiliga nógv frá tíðini undir seinna heimsbardaga. Orsøkin til hetta er uttan iva hon, at tey í hennara familju vóru sera politiskt áhugað, har m.a. abbi hennara var ein kendur politikkari.
Hon minnist tí sera væl, tann dagin í 1945, tá ein onkul hennara bað tey øll um fara út á altanina: "Um ein tíma verður almannakunngjørt, at Noreg er vorðið frælst aftur!"
-Uttanfyri fóru øll fløggini á fulla stong. Tí fyri okkum og okkara land merkti tað, at nú var friður í landinum. Jú, hetta var eisini ein minniligur dagur, sigur Ellen-Margrethe.
Av tí at so stutt var fráliðið frá krígsenda, var ikki gjørt so nógv burtur úr hátíðarhaldinum hetta árið. Men kortini var eingin norðmaður í iva um, at høvuðsorðið henda dagin var "FRIÐUR".
Árið eftir var gjørt nógv meiri burturúr, minnist hon, og síðani tá hevur 17. mai altíð verið ein serstakur dagur í lívi hennara.
Gloymdu ov skjótt
Tann 17. mai 1946 stendur somuleiðis klárur í minninum hjá Ellen-Margrethe.
Hetta var ein ótrúligur festdagur, hóast tað oysregnaði. Hon minnist, at hon sat á fanginum hjá pápa sínum alla tíðina.
Fólk í hópatali vóru samankomin til dagin. Hetta minnist hon væl, men so fer hon ongatíð at gloyma eina heilt aðra sjón, sum festi seg í minni hennara:
-Tað var tá, at eg sá hesar hvítu bussarnar við krígs-invalidunum í. Frammanfyri bussarnar sóust rullistólar og enntá onkur song. Hóast eg bert var seks ára gomul tá, so hava hesir hvítu bussarnir altíð staðið rimmar fast í minni mínum.
-Í bussunum sótu invalidar frá seinna heimsbardaga. Hesir menn, sum høvdu stríðst fyri okkara land, vóru nú komnir saman við øllum fólkinum fyri at hátíðarhalda frælsið og tjóðardagin.
-Øll vóru vit fegin saman við teimum. Men eg haldi kortini, at teir vórðu alt, alt ov skjótt gloymdir - hesir menninir, sum høvdu gjørt ein so stóran innsats fyri okkara land, sigur hon.
-- Eg var seks ár, og var so mikið stór at eg skilti alt tað, sum teir høvdu verið ígjøgnum í hesum stríðnum. Og eg var so følsom, at eg hevði bestan hugin at gráta yvir alt tað, teir høvdu verið ígjøgnum.
Kongurin er eingin abbi
Frammi við slottið hevur tó altíð verið staðið, har mest varð gjørt burtur úr tjóðardegnum.
Ellen-Margrethe minnist somuleiðis eina aðra hending frá einum tjóðardegi frammanfyri slottið.
Sum vanligt er, so kom tann kongaliga familjan fram á balkongina, fyri at heilsa uppá tey túsundtals fólkini, sum har vórðu savnað saman. Í sambandi við hetta kom eisini abbi hennara, ið var kendur politikkari, eitt skifti fram á balkongina.
Hóast Ellen-Margrethe var lítil tá, so minnist hon, at tá hon sá abban, so gjørdist hon sera glað. Ja, so glað at hon, við sínu sterku barnarødd skar í eitt róp: ABBI!
-Og tú kanst líka trúgva, at fólk vendu sær ímóti mær. Tað var, sum um tey vildu siga við meg, at eg skuldi bara váða mær at kalla sjálvan kongin fyri ein abba. Tað var at spotta kongin.
-Men tey vistu sjálvandi ikki, at abbi mín var ein teirra, sum stóð har frammi á balkongini, sigur hon og kann ikki annað enn smílast at tilburðinum.
Løgin tjóðardagur
Í 1973 flutti Ellen-Margrethe til Føroyar, saman við manni sínum, Mortan Nolsøe, sum var við til at leggja lunnar undir virksemið á Debesartrøð.
Hóast Mortan var føroyingur, so helt hann altíð frí henda serstaka dagin. Og Ellen-Margrethe minnist enn fyrstu ferð, tey skuldu halda tjóðardag Noregs í Føroyum.
- Vit høvdu planlagt ein serstakan dag. Men so gjørdist ikki: Tað eina barnið datt í eina tjørn, og hitt barnið máttu vit leita leingi eftir, tí tað varð blivið burtur, sigur hon.
Hóast árini eru vorðin 65, so er hetta kortini ein dagur, sum verður hildin í hennara heimi. Hon roynir tí eisini, at minna eftirkomarar sína á tann týdningin, sum hesin dagurin hevur fyri hana og norska fólkið.
-Jo, dette er en spesiell dag. En dag hvor vi alle har en fantastisk fest.