Hósvík: - Eg keypi faktisk allar mínar vørur her.
Ein av trúføstu kundunum í handlinum hjá Birgit er Jytte Davidsen, sum upprunaliga er úr Suðuroy, men sum hevur búð í Hósvík í mong ár.
- Jú, eg eri sera fegin um at vit hava ein handil her í bygdini, sigur hon.
Mánamorgunin var hon eisini farin til handils at keypa sær tað, henni manglaði í húsarhaldinum, m.a. døgverðan.
Hon fer tó ikki bert til handils. Tað er altíð gott at fáa eitt prát í lag við Birgit ella onkran av kundunum í handlinum.
Deiligt at fara til handils
Jytta hevur ongan bil, og tí er ein natúrligur spurningur til hana, um hvat hon hevði gjørt, um eingin handil var í bygdini.
- So máttu vit bara plága onkran annan at koma við mær onkra aðrastaðni at keypa inn saman við mær.
- Nei, tað er deiligt at kunna fara til handils her. Og eri her so at siga hvønn einasta dag, sigur Jytta.
Her hjá Birgit fær hon eisini tað mesta av tí, hon hevur brúk fyri.
Bankikjøt
Henda mánamorgunin var hon farin tíðliga frá húsum og oman í handilin.
Á innkeypslista hennara var døgurðin í dag, vikubløðini sum júst vóru komin inn um hurðina og síðani matur til hundin.
- Í dag fari eg at borðreiða við bankikjøti, sigur Jytta, sum við dialekt síni sigur, at tað eitur bankikjøt og ikki benkikjøt.
Hon er eisini fegin um at hava henda handilin í bygdini, tí tað er ofta eitt sindur trupult at sleppa av bygdini, tá ein ikki hevur bil.
- Hetta er eisini eitt samlingspunkt í bygdini. Her fær ein ofta eitt prát við onnur sum eru og keypa.
- Og er eingin annar, so er Birgit altíð góð at tosa við, sigur Jytta.